Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. januar 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 2 - 5. januar 2009 ] Ikki nóg konsentreraðir Venjarin hjá Neistanum, Ingi Olsen, helt eftir dyst­ in, at hansara menn ikki vóru nóg væl konsentrer­ aðir allan dystin. ­ Tað byrjar annars rími­ liga væl hjá okkum, men teir fáa ov lætt takið á okk­ um, og so gongur tað, sum tað gongur. Og sum heild var spælið hjá okkum ikki nóg gott í dag, sigur Ingi Olsen. Har var ógvuliga rótut í løtum. Hvat skulu tit hava upp á pláss teir seinastu 10 dystirnar, um tit eisini skulu røkka dystunum, sum eru nummar 11 og 12? ­ Vit skulu vísa tað, sum vit vísa fyrstu 15­20 minuttirnar í dag. Tá skora vit væl, og vit megna í stóran mun at halda teimum frá málunum. 20 minuttir er bara ov lítið. Vit skulu makta at vísa sama spæl í tríggjar ferðir so langa tíð. Er tað kanska meira orka, sum skal til? ­ Møguliga. Tað kundi tað í øllum førum sæð út til í dag, segði Ingi Olsen. -mørk Kempaðu meira Sámal Joensen hjá VÍF var ikki í iva um, hvat tað var, sum gjørdi, at teir nú aftur eru einsamallir á odda, eftir at tapið móti H71 í fyrstu atløgu kostaði tann heiðurin. ­ Vit kempa meira í dag. Vit eru svakir í verjuni og koma út at tackla teir. Tað gevur okkum møguleikan til nøkur skjótálop, og so vinna vit, segði hann eftir dystin í gjár. Og tit koma eisini heil­ skapaðir úr tveimum før­ um, har tit í góða løtu spæla við tveimum í undir­ tali? ­ Ja, tá má mann so bara taka tað róligt, og lata hinar um at fremja mistøkini. Ofta skjýtur tú ov skjótt í yvir­ talsstøðum, og tað gjørdu teir nakrar ferðir í dag. Sigurin ber væl eisini við sær, at tit nú aftur trúgva enn meira upp á finalumøguleikan? ­ Sjálvandi. Vit hava nú 16 stig, og tað er so meira, enn nakar annar hevur. So hví skulu vit ikki trúgva upp á tann møguleikan, sigur Sámal Joensen. -mørk Zola vil hava Bendtner Gianfranco Zola, sum er venjari hjá enska felagnum West Ham, vil hava klørnar í danska framherjan Nicklas Bendtner, sum spælir fyri Arsenal. Zola skal verða sinnaður at lata verjuspælaran Mathew Upson fara til Arsenal, og so vil hann hava Bendtner og ein posa av pengum afturfyri. Einki verður sagt um, hvørt Arsenal er áhugað í einum slíkum handli. Deyðshóttan ímóti Defoe Fremherjin Jermaine Defoe hevur sagt alment, at hann vil sleppa aftur til Tottenham at spæla. Og tað øll kring felagið Portsmouth ikki so fegin umat hoyra. Illir fjepparar hava ringt við deyðshóttanum ímóti Defoe. ­ Eg veit ikki, hvussu tey hava fingið mítt telefonnummar, men eg havi fingið ilt í búkini av hóttanunum, sigur Jermaine Defoe. Prísurin fyri framherjan skal verða 150 milliónir krónur, og umframt Tottenham sigast Juventus og Manchester City eisini verða áhugað í honum. Í einum intensum og rótutum dysti vóru tað vestmenningar, sum vildu meira, og tað gav at enda úrslit í einum fult uppibornum sigri Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Vestmenningar byrjaðu árið við einum ordans braki. Oddadystur á útivølli var ikki mjúkur kostur, og so slettis ikki, tá VÍF sjálvt hevur verið í einum lítlum aldudali seinastu tíðina. Nakað sum eisini varð undirstrikað, tá teir í sein­ asta dystinum fyri jól taptu stórt á heimavølli móti H71. Hjá Neistanum hevur gongdin verið tann øvuta. Byrjanin var kanska heldur trilvandi, men síðani hevur Neistin veruliga vundið seg upp, og undan dystinum sunnudagin vórðu teir eisini mettir sum favorittar at vinna dystin. Fyrstu lítlu løtuna var Neistin eisini greitt omaná. Álopsspælið koyrdi at kalla flótandi fyrstu løtuna, og í verjupartinum høvdu teir sera væl fatur á teimum gulu, sum sjáldan fingu spælt seg ígjøgnum til nakr­ an opnan møguleika. Um tað gekk ov lætt fyrstu løtuna, ella um teir bláu snøgt sagt ikki orkaðu meira, er ilt at siga. Veru­ leikin varð í øllum førum, at VÍF veruliga fótaði sær eftir fyrsta lítla korterið. Mistøkini frá báðum pørt­ um vóru ikki so fá í tali, men í verjupartinum megn­ aðu vestmenningarnir betur at halda fast, og spakuliga otaðu teir seg nærri Neist­ anum. Og við at vinna sein­ astu løtuna undan steðginum 4­1, komu teir eisini upp á javnt. Eftir steðgin var fyri tað mesta líkt til, at VÍF skuldi toga sigurin heim. Tað leik­ aði øgiliga javnt á, men VÍF hevði líka sum neyðuga yvirskotið og betru disci­ plinina í spælinum, tá mest stóð á. Tvær ferðir komu teir eisini livandi ígjøgnum fýra móti seks støður á vøllinum, og hóast Tróndur Kragesteen og Áki Mørk royndu at skjóta Neistan aft­ ur í dystin, so fingu Sámal Joensen, Áki Olsen og Agn­ ar Joensen somikið gott pláss í hinum endanum, at uppgávan gjørdist mest sum vónleys. Og hon gjørdist púrasta vónleys seinastu fimm minuttirnar. VÍF fór í einum høggi upp á 28­26, og tá Tróndur Kragesteen sam­ stundis fekk sína triðju útvísing, var eingin bláur spælari eftir at renna heim. Og so kundi VÍF veruliga dusa sær seinastu løtuna, har sigurin gjørdist til hálv­ an stórsigur. Aftur á slóðina Tað var fyrst og fremst við grundleggjandi dygdum sum stríðsvilja og kollektiv­ ari styrki, at VÍF soleiðis aftur fann á slóðina. Men í aðrar mátar gav sigurin sínar ábendingar um, at árið í ár aftur kann gerast gullár í Vestmanna. Hesa ferð mátti liðið standa seg uttan Áka G. Olsen, men tað bilti minni, tá menn sum Karl Johan Djurhuus, Niels Andreasen, Rúni Joensen og Joen Pauli Høgnesen stóðu til reiðar at traðka til. Hjá Neistanum eru tað ikki profilarnir, sum vanta. Heldur tvørturímóti, men verri gongst at fáa hesar at rigga sum eitt lið. Við einum beinki, sum fyri tað nógva taldi menn sum Inga Olsen, David Edvardsen og Finn Hansson er lítil ivi um, at Neistin mann fyri mann hevur sterkasta hópin í landinum. Spurningurin er bara, um eindin fæst at rigga nóg væl, tá avgerandi dystirnir standa fyri framm­ an. Neistin-VÍF 28-34 (14-14): Bardu seg aftur á toppin Neistin-VÍF 28-34 (14-14) 10 min: 6-3 20 min: 12-8 40 min: 19-20 50 min: 24-24 Málskjúttar Neistin: Áki Mørk 11(2), Tróndur Kragesteen 7, Blagoje Buha 2(2), Karl Herup Olsen 2, Birgir Poulsen 2, Finnur Hansson 2, Jón Ludvík 1, Jugoslav Djumic 1, Jens Mohr 1 VÍF: Agnar Joensen 9(1), Sámal Joensen 5, Áki Olsen 4, Karl Johan Djurhuus 4, Rúni Joensen 4, Joen P. Høgnesen 3, John Zachariassen 2, Sámal J. Djurhuus 2(1), Jákup S. Andreasen 1 Brotskøst: Neistin 6, VÍF 4 Útvísingar: Neistin 7, VÍF 6 Diskvalifikatión: Neistin 1 (3X2 minuttir) Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen FAKTA um dystin Vestmenningar vóru nógv meira tendraðir enn Neistin, og so kundu teir við sonnum stríðsavriki berja seg upp aftur á oddasessin Mynd: Álvur Haraldsen