mánadagur 5. januar 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 2 - 5. januar 2009 ]
Brúk fyri nógvum spælarum
Venjarin hjá Manchester City heldur, at felagið hevur brúk fyri fleiri nýggjum
spælarum. City keypti um vikuskiftið Wayne Bridge úr Chelsea, men liðið var
eyðmýkt í steypkappingini, har teir taptu 3-0 á heimavølli ímóti Nottingham
Forest. - Vit hava brúk fyri fleiri spælarum, helst einar fimm spælarar afturat,
og vit vóna, at teir kunnu keypast í januar, sigur Mark Hughes við
SportingLife.
Adriano risabót
Brasilski álopsspælarin Adrino skikkar
sær illa, og tað hevur fingið italska
felagið Inter at geva honum eina
ovurhonds stóra bót. Adriano møtti ov
seint til fyrstu venjingina í ár, og tað
kostar 1,1 millión krónur í bót. Adriano
helt feriu í Brasil og kom seinni aftur til
Italia enn ætlað. Fleiri aðrar ivamsamar
hendingar hava verið við Adriano, sum
hongur í klønum trái í Inter.
Claus Ras-
mussen
gevst
Claus Rasmussen
boðar í dag frá, at
hann gevst sum
venjari hjá StÍF eftir
hetta kappingarárið
Hondbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Heimasíðan
hjá
StÍF
skrivar í dag, at danin
Claus Rasmussen ikki
ynskir at halda fram í
venjarastarvinum
eftir
hetta kappingarárið. Or-
søkin er fyrst og fremst,
at hann ætlar at nýta
meira tíð til familjuna.
- Hann lat samstundis
eina hurð standa á glopp
fyri, at hann møguliga
kundi venda aftur til StÍF
einaferð
í
framtíðini,
skrivar heimasíðan.
Í StÍF hava tey verið
væl nøgd við avrikini hjá
Claus Rasmussen. Hann
varð settur sum venjari
undan farna kappingar-
ári.
StÍF-KÍF 30-22
Aftur á
beint
StÍF hevur ikki havt tað
serliga lætt seinastu tíð-
ina, men í gjár bragdaði
aftur hjá liðnum.
KÍF, sum er niðast í
Atlantic Airways-deild-
ini, vitjaði, og her eydn-
aðist strandingum at taka
sær av báðum stigunum.
Við sigrinum heldur
StÍF framvegis fast í lítlu
vónini um at røkka ein-
um finaluplássi í kapp-
ingini. StÍF hevur nú
fýra stig upp til Neistan,
sum er á øðrum plássi í
kappingini.
Og
júst
Neistin er mótstøðuliðið
hjá StÍF í komandi upp-
gávuni, sum eisini verður
í høllini á Skála.
-mørk
Púrasta óvæntað eydn
aðist tað Kyndil at fáa
fult í Hoyvíkshøllini í
gjár. H71 spældi ikki
serliga væl, og tá var
lætt hjá vælleikandi
havnarmonnunum
at vinna seg longur
burtur frá botninum.
Kyndil eru nú ósigr
að í tríggjar lands
kappingardystir
Hondbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
- Kyndil! Kyndil! Kyndil!
Frøin á Bárði Johannesen
sigur alt. Við málinum til
25-23 køvir hann seinastu
vónirnar hjá hoyvíkingum
at fáa stig burturúr dystin-
um. Hann knýtir saman nev-
arnar og ger eitt ordiligt
róp. Stutt eftir ljóðar sein-
asta bríkslið. Í einum stór-
um trunka síggjast glaðir
og hoppandi grønir havnar-
menn. Botnliðið er ósigrað
í tríggjar dystir og hevur
júst koppað grannunum úr
Hoyvík.
Vónbrotnir hoyvíkingar á
síðulinjuni taka seg til
høvdið.
- Vit verða ongantíð før-
oyameistarar, tók ein til.
Løgdu bragdliga fyri
Tað byrjaði nú væl hjá H71.
Kyndil gav heimaliðnum
alt ov nógv pláss í verjuni,
og tvær ferðir var gjørligt
hjá Janus Sørensen at renna
ígjøgnum fyrstu løtuna.
Men skjótt vendist. Gestir-
nir fingu tamarhald á verju-
partinum, meðan málini
skolaðu inn í hinum endan-
um. Flestu málini vóru eftir
returbóltar og tilvildarligt
spæl, men tað gjørdi tað
sama. Øll mál telja líka
nógv.
Serliga var landsliðsleik-
arin Janus Einar Sørensen
stórspælandi. Hann stór-
treivst millum stóru verju-
leikararnar hjá H71, og var
toppskjútti hjá Kyndli við
átta málum.
Einu løtuna høvdu gest-
irnir bara tríggjar mans á
vøllinum. Men hoyvíkingar
dugdu illa at gagnnýta støð-
una. Støðan í hálvleikinum
var 13-11 til Kyndil.
Stríðsviljin sigraði
- Kom nú her - út í hann!
Væl vart!
Eyðkenni hjá kyndla-
monnum seinastu nógvu
árini hevur verið fyrimynd-
arligi stríðsviljin. Og tað
var eisini hann, sum legði
lunnar undir mest sannfør-
andi avrikið hjá havnar-
felagnum í hesum kapp-
ingarárinum. Serliga dugdi
Bárður Johannesen, sum
hoyvíkingar fleiri ferðir
gjørdu brotskast móti, væl
at stuðla undir viðleikar-
arnar. Spælið hjá gestunum
var ikki serliga flott í løtum,
men teir lótu ikki H71
koma nærri leiðsluna. Teir
hildu fast allan dystin á
tamb. Ikki fyrr enn í sein-
astu minuttunum fingu hoy-
víkingar spenning í dystin,
men Kyndil endaði omaná,
og vann við tveimum mál-
um – 25-23.
Hóast grønu havarmenn-
inir hava ligið í tungum
sjógvi alt árið, koppaðu teir
FM-kandidatinum í egnari
holu. Men tað kann H71
fyrst og fremst takka sær
sjálvum fyri. Spælið hekk
als ikki saman, og verjan og
Kyndli stóð seg væl. Men
hoyvíkingar mistu ikki ser-
liga nógv í oddastríðnum.
Málið er framvegis finalu-
pláss, og júst sum undan
dystinum, so eru tað fram-
vegis tvey stig, sum skilja
Neistan og hoyvíkingar.
Kyndil reisir seg spakuliga
H71-Kyndil 23-25 (11-13)
10 min: 5-4
20 min: 7-10
40 min: 15-15
50 min: 18-20
Málskjúttar
H71: Dánjal Tórgarð 7(2), Poul Kjartan Dam 5, Janus
Sørensen 4, Regin Joensen 2, Danni Syhler 2, Esbern
Patursson 1, Bjarni Sørensen 1, Bárður Brimvík 1
Kyndil: Janus Einar Sørensen 8(3), Bárður Johannesen 6(2),
Hans Áki Dal-Christiansen 4, Høgni Klein 2, Tummas Pauli
Hanusarson 2, Andreas Sólsker 1, Rani Ellingsgaard 1,
Erlendur Johannesen 1
Brotskøst: H71 3, Kyndil 7
Útvísingar: H71 3, Kyndil 5
FAKTA um dystin
Tað var ein vónbrotin og fámæltur Dánjal
Torgarð, sum Sosialurin fekk orðið á eft-
ir dystin í gjár. Hoyvíkingar vóru ikki
nóg avgjørdir, og tað kostaði dýrt.
- Vit kunnu bara takka okkum sjálvum
fyri, at vit ikki vunnu.
Vóru tað tit, sum vóru vánaligir, ella
hvussu?
- Ja, tað var tað. Sjálvandi skal einki
takast frá avrikinum hjá Kyndli. Men tað
vóru fyrst og fremst vit, sum vóru vána-
ligir, sigur Dánjal Torgarð.
Tá liðini hittust í fyrsta umfari í ársins
útgávu av hondbóltskappingini vann H71
við heili 14 málum. Men hesir dystirnir
kunnu als ikki samanberast, slær lands-
liðsleikarin fast.
- Kyndil hevur nógv nýtt fólk, og hava
av tí sama tikið seg nógv fram. Hetta var
ein heilt øðrvísi dystur, men tað broytir
ikki, at vit eru vónbrotnir. Hetta var ikki
nøktandi, sigur Dánjal Torgarð, sum stað-
festir, at hoyvíkingar framvegis hava góð-
ar vónir um finalupláss.
-uni
– Kunnu takka okkum sjálvum
Fullkomuliga óvæntað fór Kyndil úr Hoyvíkarhøllini við báðum stigunum, tá teir vitjaðu hjá H71 sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen