mánadagur 5. januar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 2 - 5. januar 2009 ]
Rangers nærkast Celtic
Nú er minni munur millum tey bæði skotsku stórfeløgini Celtic og
Rangers í landskappingini. Um vikuskiftið vann Rangers 3-0 á
Inverness, meðan Celtic bert fekk javnleik burtur úr dystinum ímóti
Dundee United. Celtic hevur verið langt frammanfyri Rangers, men
nú minkaði munurin niður í fimm stig. Feløgini hava ein dyst eftir
ímóti hvørjum øðrum, og hann verður spældur 15. februar.
Tevez krevur stóra løn
Ivi er sáddur um framtíðina hjá Carlos Tevez í Manchester
United, eftir at hann hevur kravt stóra lønarhækking fyri at
halda fram í felagnum. Leigusáttmálin hjá United gongur út
í summar, og ætlanin hevur verið at United skal keypa
spælaran. Men nú kann lønarkravið gerast ein trupulleiki.
Tevez krevur nevniliga eins stóra løn og superstjørnan
Cristiano Ronaldo, og tað felagið ikki sinnað at lata honum.
Tað var gerandis
kostur, at túsindtals
áskoðarar róptu
rasistisk ókvæmisorð,
tá Cyrille Regis
gjørdist yrkisspælari
í 1970unum. Men
vunnið var á hesum
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Ein spælari, sum hevði stór-
an týdning fyri bæði West
Bromwich Albion og Cove-
ntry City, tá hesi liðini vóru
uppá tað besta, var Cyrille
Regis. Cyrille Regis er fødd-
ur í Maripasoula 9. februar
í 1958. Tá á døgum lá Mari-
pasoula í tí, sum nevndist
Fransk Guiana. Foreldrini
itu Robert og Mathilde
Regis. Í 1963 flutti Cyrille
saman við familju sínari til
Onglands.
Regis-húskið
búði í økinum í London,
sum
nevnist
Portobello
Road. Seinni flutti familjan
til Stonebridge.
Cyrille var uppaldur sum
katolikkur, og gekk hann tí í
katólskum skúlum. Tíðliga
vísti tað seg, at hann var eitt
ítróttartalent, og hann íðkaði
bæði frælsan ítrótt, cricket
og fótbólt. Í skúlaárunum
spældi hann við einum liði,
sum eitur Borough of Brent.
Talentskótar hjá Chelsea
bóru eyga við hann, og bjóð-
aðu honum eina royndar-
venjing, men tíverri fyri
Cyrille so drógst hann við
ein skaða, júst tá royndar-
venjingin skuldi verða.
Tá skúlaárini vóru liðug
fór hann at spæla í einari
amatør-ligu, sum nevnist
“Sunday league football”.
Liðið, sum hann spældi við
eitur Ryder Brent Valley.
Eitt tíðarskeið spældi Cyrille
eisini við einum liði, sum æt
Oxford & Kilburn Boys.
Hetta tíðarskeiðið aftaná
skúlaárini lærdi Cyrille eis-
ini til elektrikara.
Yrkisspælari í 1977
Kappingarárið 1975-1976
spældi Cyrille Regis við
einum liði, sum eitur Moles-
ey. Molesey spældi í liguni,
sum
nevndist
Athenian
League. Hetta kappingarárið
skeyt Cyrille 25 mál.
Hetta kappingarárið fann
Cyrille eisini út av, at venj-
arin hjá Molesey hevði
logið fyri sær, at hann ikki
kundi fara til eitt annað
felag, tí hann var sáttmála-
bundin. Men Cyrille fann
út av, at hann var undir 18
ára aldur, og tí ikki kundi
verða sáttmálabundin.
Hetta førdi til, at hann fór
frá Molesey, og fór at spæla
við Hayes, sum spældu í
einari hægri ligu, sum
nevndist Isthmian League.
Hayes
hevði
parttíðar-
sáttmálar við spælarnar.
Kappingarárið 1976-1977
skeyt Cyrille Regis 24 mál
fyri Hayes. Hetta kapping-
arárið bar talentskótin hjá
West Bromwich Albion,
Ronnie Allen eyga við
hann.
West
Bromwich
spældi tá í bestu ensku
deildini,
og
viðmælti
Ronnie Allen felagnum at
skriva undir sáttmála við
Cyrille Regis. Leiðslan í
West Bromwich ivaðist,
men Ronnie Allen segði, at
hann kundi leggja ein part
av peninginum út fyri
Cyrille Regis.
Endin var, at West Brom-
wich og Cyrille Regis skriv-
aðu undir ein sáttmála uppá
5.000 pund. Hetta var í maj í
1977.
Sáttmálin
skuldi
hækka við 5.000 pundum
aftrat, aftaná at Cyrille hevði
spælt teir fyrstu 20 dystirnar.
Ronnie Allen
gerst venjari
Stutt aftaná, at Cyrille var
komin til West Bromwich,
tók Ronnie Allen við venj-
arastarvinum. Tað byrjaði
væl hjá Cyrille. Hann skor-
aði í sínum fyrsta dysti fyri
eykaliðið hjá West Brom-
wich í einum dysti ímóti
eykaliðnum hjá Sheffield
Wednesday. Hann spældi
sín fyrsta dyst á besta
liðnum hjá WBA 31. august
í 1977. Talan var um ein
dyst í Liga Cup kappingini.
WBA vann 4-0 á Roth-
erham, og Cyrille skoraði
tvey
mál
í
dystinum.
Tríggjar dagar seinni spældi
Cyrille Regis sín fyrsta dyst
í bestu ensku deildini. WBA
vann 2-1 á Middlesbrough,
og Cyrille skoraði eitt minni-
ligt mál. Hann driblaði líka
frá miðjuni og til brots-
teigarmarkið,
har
hann
skeyt eitt hegnisligt skot í
málið hjá Middlesbrough.
Í WBA fekk Cyrille tveir
littar
liðfelagar,
Laurie
Cunningham og Brendan
Batson. Tá á døgum var
ikki vanligt, at eitt lið í Ong-
landi byrjaði dystin við
trimum littum spælarum.
Cyrille Regis, Laurie Cunn-
ingham og Brendan Batson
fingu
kelinavnið
“The
Three Degrees”, og eiga
teir sín stóra lut í, at littir
spælarar blivu viðurkendir í
ensku liguni. Tí tað var alt
annað enn lætt í byrjani.
Ókvæmisróp
Cyrille Regis minnist aftur
á farnar dagar: - Rasisman
var rættiliga sjónlig tá, men
eg royndi at venda tað nei-
liga til nakað jaligt. Eg
stríddist meir, og spældi
betur. Eg royndi at skora
mál, og at vinna stig.
Tá á døgum kundi tú hava
túsindtals av áskoðarum hjá
mótstøðuliðunum,
sum
róptu: “Nigger, nigger lick
my boots” (Nekari, nekari,
sleik styvlum mínum). Tað
einasta
myndugleikarnar
søgdu tá á døgum var, at
hetta var ein stór skomm.
Meir gjørdu teir ikki við
tað. Ikki fyrr enn seinast í
1980-unum, tá herferðin
“Kick racism out of Foot-
ball” (Sparka rasismuna úr
fótbóltinum) byrjaði kom
vend í.
Tað var enntá so galið, at
tá Cyrille Regis var tikin út
til enska landsliðið fekk
hann eitt grovt hóttanarbræv.
Í hóttanarbrævinum var ein
byrsukúgla, og ein hóttan,
sum var skrivað á ein seðil.
Á seðlinum stóð: »Tú fært
eina av hesum í títt knæ,
um tú gongur eftir gras-
teppinum á Wembley fyri at
spæla fyri Ongland!«
Og hvussu tók Cyrille
Regis hetta: - Hvussu kundi
eg berjast ímóti slíkum? Jú
við mínum talenti.
Yrkisspælari í 19 ár
Tíbetur máttu rasistisku
kreftirnar víkja, og Cyrille
Regis fekk eina góða og
hendingarríka
yrkisleið,
sum fótbóltsspælari. Árini
1977-1984 spældi hann við
West Bromwich Albion.
Hann spældi 237 dystir fyri
WBA, og skoraði 82 mál.
Hetta tíðarskeiðið var hann
eisini tikin út til U-21 lands-
liðið hjá Onglandi har hann
spældi 6 dystir og skoraði 3
mál. Hann var eisini tikin
út til enska B-landsliðið,
har hann spældi 3 dystir, og
5 dystir fyri enska A-lands-
liðið. Men her fekk Cyrille
einki mál.
Í 1978 gjørdist Cyrille
Àrsins ungi spælari í ensku
liguni, og í 1982 vann hann
eina heiðursløn fyri at hava
skorið Ársins mál , kapp-
ingarárið 1981-1982. Talan
var um eitt mál ímóti Nor-
wich City í FA Cup kapp-
ingini. Hóast WBA ikki
vann nakað heitið, sum lið,
so var kortini talan um eitt
gott tíðarskeið í søguni hjá
WBA.
Árini 1984-1991 spældi
Cyrille Regis við Coventry
City. Her gjørdist talan um
238 dystir, og 47 mál. Í
1987 eydnaðist tað Cyrille
saman við liðnum hjá sær
at vinna FA Cup kappingina.
Talan var um søguskriving,
tí hetta var fyrstu ferð í søg-
uni hjá Coventry, at liðið
vann FA Cup kappingina.
Kappingarárini
1991-
1993 spældi Cyrille við
Aston Villa. Talan gjørdist
um 52 dystir og 12 mál.
Síðstu
trý
árini
av
yrkisleiðini gjørdist talan
um niðurtrapping í lægri
deildunum. Fyrst í Wolver-
hampton, síðani í Wycombe
Wanderers, og síðsta kapp-
ingárið, 1995-1996 í Chest-
er City. Talan gjørdist um
83 dystir og 18 mál hesi 3
árini.
Samanlagt spældi Cyrille
Regis 610 dystir, og skoraði
159 mál, sum yrkisspælari.
Áðrenn tað koma so øll mál-
ini í deildunum, sum eru
undir ensku liguni. Í juni
2008 fekk Cyrille Regis
bretska riddarakrossin frá
Elisabeth, drotning fyri sína
drúgvu tænastu fyri enskan
fótbólt. Til stuttleikar kann
nevnast, at Cyrille Regis
hevur spælt við tveimum
liðum, sum hava vitjað Før-
oyar. Coventry, sum vitjaði
í 1979, og Chester City,
sum vitjaði Føroyar í 1987.
Bardist ímóti
rasismuni
og vann
Tað var serliga sum partur av liðnum hjá West Bromwich Albion fyrst í 80’unum, at Cyrille Regis
gjørdi vart við síni framúr fótbóltsevni