Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. januar 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 2 - 5. januar 2009 Eitt innskot um burturblivna Jesus og ein andaktsbók við teksti um lýdni fingu Petur Joensen í Norðragøtu á sporið av førarahundinum Lottu, sum varð funnin aftur í øllum góðum leygardagin Leiting Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fagnaðurin var stórur, tá ið tað leygardagin eydnaðist at finna førarafundin hjá blinda Una Rasmussen aft­ ur í øllum góðum ovarlaga í Gøtugjógv. Maðurin, sum fann hund­ in, fekk leygarmorgunin eitt innskot, sum hann ikki vildi sleppa. Og tá hann umsíðir fylgdi innskotinum, kom hann fram á hundin, har fólk longu høvdu verið fram við og leitað. Søgan um, hvussu førara­ hundurin Lotta varð funnin aftur leygardagin, var gleði­ lig, men eisini sermerkt – ikki minst fyri Petur Joen­ sen í Norðragøtu. Fór til stroks Nýggjársdag rýmdi Lotta úr Norðragøtu orsaka av fýr­ verksbresti, sum gjørdi hana kløkka. Hundurin fór til stroks, og eingin sá hann aftur. Lotta er svartur Labrador og er vand til at hjálpa blinda Una Rasmussen í gerandisdegnum. – Vit høvdu verið ein túr, og tað varð skotið eitt sindur av fýrverkið. Lotta var eitt sindur órólig, og eg merkti á henni, at hon vildi sleppa heim. Tá vit komu heim, lat eg hana standa uttanfyri, meðan eg fór eftir onkrum at eta. Men tá var aftur onkur brestur, og hon fór til stroks, greiðir Uni Rasmussen frá. Hann royndi at leita eftir hundinum í Norðragøtu, men uttan úrslit. Fríggjadag­ in fóru hann og konan um fjalli til Leirvíkar fyri at vita, um tey komu fram á Lottu í haganum omanfyri Norðragøtu. Men heldur ikki tað gav nakað úrslit. Hugsaði um Jesus og lýdni Leygardagin varð skipað fyri umfatandi leiting í Gøtu og har á leið, og ein av teimum, sum var við í hesari leiting, var Petur Joensen í Norðragøtu. – Synirnir tosaðu fríggja­ kvøldið um, at teir skuldu verða við í leitingini, men eg hugsaði ikki meira um tað tá. Leygarmorgunin fór eg tíðliga upp. Eg plagi at hjálpa soninum, sum er bóndi, og eg fór í fjósið klokkan hálvgum fimm. Tá eg kom heimaftur fór eg at hugsa um at hjálpa við leit­ ingini, greiðir Petur Joen­ sen. – Eg fekk mær at eta, og so plagi eg hvønn morgun at lesa okkurt úr Bíbliuni ella onkrari lestrarbók, og hendan morgunin tók eg nýggju andaktsbókina hjá Jóhannes Andreas Næs fram og læs tekstin til dag­ in. Hann snúði seg um lýdni og at fylgja boðum. Samstundis kom tað knappliga fram fyri Petur Joensen, at tá ið tey leitaðu eftir Jesus, funnu tey hann í templinum. Og í Gøtu er eitt gamalt seyðahús í Gjáar­ haga, sum verður kallað fyri Templið. – Eg kendi á mær, at eg skuldi fara niðan til Templið at leita, og teksturin úr andaktsbókini segði, at eg skuldi verða lýðin ímóti boðunum, sigur Petur Joen­ sen. Vildi sleppa til Templið Petur Joensen fór við í leit­ ingina leygarmorgunin, men í fyrstu syftu fór hann við einum bólki, sum leitaði í haganum í Norðragøtu – har suðuri frá og norðureftir. Tann leitingin gav einki úrslit, og so var farið aftur oman í bygdina, haðani leit­ ingin varð samskipað. – Síðani var ætlanin, at okkara bólkur skuldi leita av Gøtueiði og út ímóti Lamba. Eingin visti, hvar hundurin var farin, so sjálv­ sagt bleiv tað leitað víða. Tá kom eg aftur í tankar um at fara niðan til Templið at leita, og eg hugsaði eisini um tekstin frá andaktsbókini um at verða lýðin, sigur Petur Joensen. – Eg segði tí frá, at eg vildi sleppa í Gjáarhagan at leita. Har hevði eingin verið og leitað tá. Og tað vildu teir sjálvsagt lovað mær. Teir bóðu meg taka fýra mans við, men eg segði, at um eg fekk ein mann við mær, so var tað fínt. Uttan fyri møtti eg Jóan Petur Olsen, sum eg kenni væl, og vit gjørdu av at fara avstað. Hvin úr gjónni Teir fóru so at leita í hag­ anum, sum er vestanfyri Norðragøtu og ímóti Gøtu­ gjógv. – Fyrst settu við kós nið­ an í hagan, men so helt eg, at vit skuldu fara til Templið at leita, og so taka tað har­ frá. Tað var stutt at ganga, og eg má siga, at eg næstan kendi á mær, at hundurin fór at vera í seyðahúsinum har. Men tað var hann ikki. Møguliga hevur hann verið har, onkur tekin vóru kanska um tað, greiðir Petur Joensen frá. Teir gingu so víðari ímóti Gøtugjógv, og hildu seg á fram við gjónni niðan í hagan. – Summastaðni er bratt niður í gjónna, men eg gekk tætt úti við gjónna, so eg kundi síggja niður í hana. Jóan Petur gekk nakað burtur frá og leitaði. Alt í einum vóru lívstekin frá burturblivna hundinum. – Knappliga hoyrdi eg hvin úr gjónni, og eg var so skakkur og glaður, at eg fór upp at renna. Eg royndi at ringja til Jóan Petur fyri at geva boð, men eg ringdi skeivt til tvær konur. Numm­ arið hjá soninum mintist eg, so eg ringdi til hansara. Lestur leiddi Petur Lotta er eygu hjá Una Uni Rasmussen arbeiðir sum massørur, og umframt at arbeiða í Gøtu ferðast hann eisini víða – til Havnar, Klaksvíkar, í Mjørkadal og aðrastaðni. Og á hesum ferðum er førarahundurin ein stór hjálp. – Eg skal vita nøkunlunda, hvar eg skal, og so leiðir Lotta meg trygt fram. Tað er ein sera stór hjálp hjá mær at hava ein førarahund, tí eg kann ferðast nógv meira avslappaður, enn tá eg bara havi stavin við mær, sigur Uni Rasmussen. Hann hevur havt Lottu, sum er 13 ára gomul, sum førarahund síðani 1997. Uni Rasmussen takkar Petur Joensen fyri hjálpina Lagið er gott, tá Petur Joensen greiðir frá, hvussu hann fann førarahundin hjá Una Rasmussen. Keðiliga hendingini endaði í øllum góðum leygardagin Mynd: Jens Kr. Vang