mánadagur 5. januar 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 5. januar 2009
5
tíðindi
til Lottu
– Eg hevði gingið fram
við hundinum, sum var
niðri í gjónni við bakkan
hinumegin. Fólk høvdu leit
að hinumegin gjónna, men
tey høvdu helst ikki sæð
niður í gjónna, har hundurin
var. Og hevði hundurin ikki
givið ljóð frá sær, so hevði
eg ikki funnið hann, tí eg
var faktiskt farin framvið
honum. Kanska hevur hann
sæð meg og er so farin at
hvína, sigur Petur Joensen.
Sissaðu Lottu
Hundurin, sum var niðri í
gjónni, var førarahundurin
Lotta, tað ivaðist Petur
Joensen ikki í.
So ringdi telefonin hjá
mær. Tað var Jóan Petur,
sum spurdi, hvar eg var, tí
onkur hevði sagt við hann,
at tey høvdu sæð ein mann
renna fram við gjónni. Ja,
eg havi kanska verið eitt
sindur skakkur, tá eg fann
hundin, men eg kom niður
á jørðina aftur.
Petur Joensen royndi at
nærkast hundinum, men
hann vildi ikki koma óneyð
uga nær.
Eg vildi ikki leggja trýst
á hundin, tí hann var nakað
óróligur. Eg rópti á hann, at
nú fór Uni at koma, og tað
fekk hann beinanvegin at
slappa av. Jóan Petur gekk
fram á hundinum har niðri
frá, og vit vóru rundan um
hann, men lótu hann fáa
frið, so hann ikki gjørdi
nakað óneyðugt.
Hundurin var róligur,
og hann tóktist verða væl
fyri, hóast hann hevði verið
í haganum í tveir dagar.
Heima aftur
Uni Rasmussen var í Norðra
gøtu, meðan tann skipaða
leitingin fór fram leygar
dagin. Har sat hann hjá sam
skiparanum og bíðaði sum
hundur bíðar eftir beini –
tolin og spentur.
Fyrst komu boðini um,
at onkur hevði sæð ein hund
í Gøtugjógv, og tað vóru
góð boð at fáa. Og so komu
boðini um, at tað var hund
urin hjá mær, og tá var gleð
in stór, sigur Uni Rasmus
sen.
Tyrlan fleyg Una Rasmus
sen niðan í gjónna, har
hundurin var funnin. Eig
arin skuldi tryggja, at hund
urin kom upp úr gjónni aft
ur í øllum góðum.
– Eg gekk so út á eggina
og royndi at rópa á Lottu,
so hon vildi sleppa upp úr
gjónni. Tað stuttliga var, at
Jóan Petur, sum var annar
av teimum í gjónni, hevði
eina reim við sær – tað vóru
ikki nógv sum høvdu reim
við at leita, men tað hevði
hann.
Lotta kom úr gjónni í øll
um góðum, og tyrlan fleyg
Una Rasmussen og hundin
hjá honum oman í Norðra
gøtu. Uni fór beina leið
heim at geva hundinum at
eta og drekka.
– Lotta var yvirraskandi
væl fyri, men hon var sera
tyst og svang. Tá hon hevði
fingið at eta, gingu vit
oman á keiina, har fólk
møttu, og tá var eingin
trupulleiki hjá Lottu at fara
avstað. Hon var beinanvegin
klár at fara, so hon var bara
heilt væl fyri. Seinni á deg
num merkti eg væl á henni,
at hon var troytt og hevði
góðan hug at liggja, sigur
Uni Rasmussen.
Tann góði endin
Sunnukvøldið hittu vit Pet
ur Joensen og Una Rasmus
sen heima hjá Una í Norðra
gøtu, og tað var einki at
fjala útyvir, at menninir
báðir vóru sera fegnir um,
at tað spældi so væl av.
– Eg búgvi her í granna
lagnum, so eg síggja ofta
Una, tá ið hann fer avstað
við hundinum, og eg havi
mangan hugsað um, hvussu
væl teir klára seg, sigur
Petur Joensen.
– At missa hundin var
sum at missa sjónina eina
ferð aftur, tí hundurin hjálp
ir mær so ótrúliga væl í
gerandisdegnum, sigur Uni
Rasmussen.
Og Lotta sjálv ger lítið
hóvasták burturúr. Ætlanin
hjá henni var neyvan at
spæla hund, tá ið hon rýmdi
á nýggjárinum. Hon er rólig
og vinarlig, og hon smæðist
ikki, tá ið fremmandir gestir
koma á gátt. Tá ið vit so
skulu taka myndir, setir
Lotta seg sum ein sonn
stjørna millum eigaran Una
og finnaran Petur.
Og soleiðis fáa summar
søgur ein góðan enda.
Labrador dugir væl
Ymisk hundasløg kunnu venjast til at verða førarahundar hjá blindum
og sjónveikum. Millum hundasløgini eru schefarin, Golden retriever
og ikki minst Labrador retriever. Hundarnir skulu verða millum 10
mánaðir og tvey ár, tá ið teir fara undir sína venjing. Teir skulu góðir
við fólk, djór og lutir, og teir skulu verða reinligir og vanir at verða
inni. Bæði tíkir og hann’ar kunnu brúkast sum førarahundar. – Mær
dámar væl at hava ein labrador. Hann er sera fittur og róligur at hava í
húsi. Schefarin hevur verið nógv brúktur, men har kemur tað kanska
uppí, at níogv fólk ræðast shefarar, og tí eru tey kanska farin eitt sindur
burtur frá at venja schefarar, sigur Uni Rasmussen.
– Eg veit sjálvur,
hvussu stóran
týdning hundurin
hevur fyri meg,
men tað kom óvart
á meg, at fólk eisini
vistu tað, sigur Uni
Rasmussen
BurturBlivin
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað stóð einki til hjá
Una Rasmussen, tá ið
førarahundur hansara
rýmdi úr Norðragøtu
nýggjársdag. Hundurin
varð kløkkur av onkrum
fýrverksbresti og fór til
stroks.
Uni Rasmussen byrj
aði sjálvur leitingina
eftir hundinum hjá sær
nýggjársdag. Hann gekk
runt í Norðragøtu og
floytaði og rópti eftir
hundinum, men har var
eingin hundur at finna.
Síðani komu alt fleiri
fólk upp í leitingina, og
leygardagin
teknaðu
eini 150 fólk seg til skip
aðu leitingina umframt
at onnur eisini leitaðu.
Eg
veit
sjálvur,
hvussu stóran týdning
hundurin
hevur
fyri
meg, men tað kom óvart
á meg, at fólk eisini vistu
tað, og at so mong vildu
hjálpa til at leita. Eg eri
sera takksamur og glað
ur fyri alla hjálp, sum
eg havi fingið, sigur Uni
Rasmussen.
Og ikki minst kann
hann fegnast um, at
hundurin varð funnin
aftur í øllum góðum.
Ovfarin av
hjálpini
Uni Rasmussen er sera fegin um, at so mong hjálptu
honum at leita eftir hundinum
Mynd: Árant Hansen