mánadagur 5. januar 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 2 - 5. januar 2009
Heilar 14 umsóknir
eru komnar inn til
starvið sum stjóri á
Strandferðsluni, sum
verður sett heilt skjótt
Almennur stjóri
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tá ið Strandferðslan varð
flutt úr Havnini til Suður
oyar, vóru tað summi sum
spáddu, at tað fór at for
koma stovninum.
Men at Strandferðslan
varð flutt, hevur í øllum før
um ikki forkomið áhuganum
fyri at verða stjóri á Stovn
inum.
Dánjal Andreasen, sum nú
er stjóri, hevur sagt upp og
fer úr starvinum 1. februar.
Í tí sambandinum hevur
vinnumálaráðið søkt eftir
nýggjum stóra og nú umsókn
arfreistin var úti 30. des
ember, er greitt, at heilar 14
umsóknir eru komnar inn.
Úr
vinnumálaráðnum
verður upplýst, at umsóknir
eru úr øllum landinum.
So tað kann heldur ikki
sigast at hava forskrekt um
søkjarar, at fráfarandi stjórin
metti, at ein nýggjur stjóri,
sum er kjølfestur í Suðuroy,
hevur betri møguleika at trív
ast í starvinum enn ein, sum
ikki hevur tilknýti til oynna.
Vinnumálaráðið fer nú at
manna ein setanarbólk, sum
síðani skal viðgera umsókn
irnar.
Væntandi verða nakrir
umsøkjarar tiknir burtur úr
og ætlanin er at seta starvið
nakað skjótt.
Stórt arbeiðspláss
Nýggi stjórin á Strandferðsl
uni fær nóg mikið at gera, tí
stovnurin veitir hvørt ár
tænastur fyri góðar 170
milliónir krónur, har 120
milliónir verða játtaðar á
fíggjarlógini og 50 milliónir
eru inntøkur frá ferðafólki
og farmi.
Tænastur stovnsins eru
týðandi táttur í at binda
landið saman og tað liggur
á Strandferðsluni at sam
skipa ymisku leiðirnar á
besta hátt eftir tørvinum á
staðnum og annars hjá øðr
um ferðandi, stóð í lýsingini
eftir nýggjum stjóra.
Í Strandferðsluni arbeiða
eini 170 fólk tilsamans og
her er talan um fólk við
rættiliga ymiskum útbúgv
ingum og førleikum. Tey
arbeiða víða um landið fyri
at røkja henda flutning og
ein stórur partur av teimum
arbeiðir í vaktum.
Nýggi stjórin fær fært
ábyrgdina av at tryggja, at
flutningsuppgávurnar
hjá
stovninum
verða
røktar
støðugt, effektivt og trygt.
Hann skal eisini tryggja
eina skilagóða fíggjarstýring
og at starvsfólkini trívast
og hava røttu førleikarnar
til uppgávurnar.
Avbjóðingin hjá nýggja
stjóranum er framhaldandi
at menna landsfyritøkuna
og ta tænastu hon veitir við
skiftafólkunum og tað verð
ur somuleiðis uppgávan hjá
honum at síggja nýggjar
møguleikar í virkseminum
og at menna hesar møgu
leikar til nýggj tilboð til
gagns fyri viðskiftafólkið
og fyritøkuna.
Til at røkja hesa uppgáv
una krevst eitt fólk við við
komandi útbúgving og sum
hevur leiðsluroyndir frá priv
ata ella almenna arbeiðs
marknaðinum,
Stjórin skal eisini hava
góð samstarvsevni og áhuga
fyri leiðslu og starvsfólka
menning hann skal somu
leiðis vera framtakshugaður
og nýhugsandi
Sóknast verður eftir vaktleiðara til Kommunalu
Brennistøðina á Hjalla. Arbeiðið umfatar rakstur av
brenniovni í døgnvaktarskipan umframt umvæling og
røkt av útgerð, maskinum o.ø.
Førleikakrøv
Tú hevur útbúgving sum handverkari, helst innan
metal ella el-yrkið. Fyrimunur er við viðkomandi
royndum. Tú hevur eisini koyrikort og teldukunnleika
á brúkarastigi.
Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv. Starvið verður sett frá
1. februar 2009 ella skjótast til ber. Starvið verður sett
sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Handverkarafelag/ Landsfelag Handverkaranna.
Meira at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Bárð Michelsen, leiðara, tlf. 228918, ella Mikkjal
Absalonsen, tekniskan leiðara,
tlf. 217582.
Umsóknir
Umsóknir við viðmælum og upplýsingum um
útbúgving og royndir skulu sendast til Tórshavnar
kommunu, Postsmogu 32, FO-110 Tórshavn og skulu
vera okkum í hendi í seinasta lagi 12. januar 2009
kl. 12.00. Viðmerkið „Vaktleiðari til Kommunalu
Brennistøðina“ á umsóknina.
Eldsál
søkist
Tórshavnar kommuna
Vaktleiðari til Kommunalu Brennistøðina
At Strandferðslan er flutt til Suðuroyar, heldur í øllum førum ikki fólki frá at vilja verða stjóri á
stovninum
Gravgangur eftir at verða stjóri
á Strandferðsluni
Frá pappír til talgilda heilsuskipan
Starvsfólk í Bráð og Skurðdeplinum fara týsdagin 6. januar 2009 at taka THS
skipanina (talgildu heilsuskipanina) í nýtslu. Umleggingin av arbeiðinum er umfatandi
og krevjandi. Hetta er liður í at nútímansgera sjúkrahúsverkið, og tá ið skipanin er
komin upp at koyra og ein tíð er farin, so fer hetta eisini at lætta um arbeiðið og betra
um sjúklingatænastuna.