mánadagur 5. januar 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 2 - 5. januar 2009
Eg, beiggi og mammu
beiggi mín vóru ferðandi
við flogfarinum hjá Atlan
tic Airways RC472, sum
skuldi millumlenda í Bill
und. Knappliga undir ferð
ini verður varpað út, at vit
ikki lenda í Billund sum
ætlað, men fara direkta til
Keypmannahavn ístaðin.
Flogskiparin meldaði, at
tað var okkurt galið við
onkrun tólið, og at tað var
neyðugt at lenda í Keyp
mannahavn, tí at har kundi
tólið gerast aftur. Men so
verður varpað út, at tað
verður skipað fyri ferðing
til Billund við bussi, og at
vit skuldu verða í Billund
2 til 3 tímar aftan á fráferð
úr Kastrup Lufthavn. Her
mundi eg kvalst í kaffi
munninum hjá mær, tí
eingin bussur kann koyra
tað leiðina upp á so stutta
tíð, og eg undraðist, um
teir nú høvdu koyrt veingir
og jetmotorar á bussanar í
Danmark, tí annars bar tað
ikki til. Annað er, at eg
ongantíð havi bílagt ein
bussferðaseðil, men ein
flogferðaseðil. Hetta gjørdi
eg vart við, men einasta
svar var, at ein bussur var
hýrdur, og at SAS og
Atlantic Airways onga
ábyrgd hevði av at levera
tað vøruna, eg hevði keypt,
tí vildi eg fegin hava allan
peningin hjá mær aftur
goldnan, og tað so beinan
vegin, men har var svarið
kortanei.
Har afturat skal leggjast,
at tá vit lendu, høvdu tey
mist viðførið hjá okkum
øllum vekk, og ikki fyrr
enn næstan 1 tíma aftan á
lending funnu tey útav,
hvagar viðførið kom.
Tá bussurin kom, var tað
ein gamal avlagdur rusk
dungi, sum lak illa, har
afturat luktaði illa í bussi
num, og WC riggaði ikki.
Tað lak so illani, at buss
førarin var noyddur at
koyra varman for frá um
allan bussin, tí annars
kundi hann ikki síggja út
úr bussinum. Tað bleiv so
heitt og kvalið, at mammu
beiggi mín, ein invalid
pensionistur, fleiri ferðir
var um at svíma, harum
framt sá eg fleiri børn í
bussinum, sum ikki høvdu
tað for gott. Eg havi ongan
tíð følt meg verri behandl
aðan, og ongantíð hoyrt
um verri service. Frá tí vit
fóru úr Keypmannahavn,
til vit vóru komin til
Middelfart, vóru umleið
3,5 tímar farnir, um ikki
meira, tá høvdu vit fingið
meira enn nokk av kunda
service hjá SAS og Atlan
tic Airways og fóru í øðini
av bussinum og skipaðu
sjálvi fyri sambandi. Eg
taki synd í hinum ferðafólk
unum, ið ikki høvdu møgu
leika fyri hesum og máttu
sita allan vegin í bussinum
til Billund, tá vóru vit bert
komin hálvan vegin, og nú
skuldi bussurin koyra eftir
landavegnum og ikki
motorvegnum.
Eg haldi, at tað er nógv
fyri, at tá eg endiliga var
komin heim, kundi eg líka
so gott verið farin til New
York, tí tá vóru 12 tímar
farnir síðani fráferð úr
Føroyum, so dugi eg als
ikki at síggja, hví man skal
flúgva.
Eg vil viðmerkja, at vit
ongantíð fara at ferðast við
Atlantic Airways aftur, tað
verður havleiðin fyri eftir
tíðina. Nei hetta verður
ongantíð gloymt.
Fyri trygdina skilji eg als
ikki, at nakar velur at
flúgva tað longru leiðina til
Keypmannahavnar. Hetta
gevur mær ein illgruna um,
at tað ongantíð var mein
ingin at flúgva til Billund,
og at hetta var ein avgerð,
sum var tikin áðrenn frá
ferð úr Føroyum.
Sum eg síggi tað, er ein
asta grund til, at vit lendu í
Kastrup Lufthavn, at Atlan
tic Airways ikki vildi senda
ein servicebil til Billund og
fylla olju á flúgvaran fyri
at flúgva nøkur fá til Keyp
mannahavn. Tí valdi
Atlantic Airways at senda
flogfarið til Keypmanna
havn og síðani blaka ferða
fólki í ein illaluktandi buss
til Billund. Tí tað var nógv
bíligari enn at levera ta
vøru, sum ferðafólkið
hevði keypt. Hetta er at
snýta fólk.
RC472 er tað ein bussur ella eitt flogfar?
Eli OlsEn
Nógv øsing er íkomin av,
at almannaverkið verður
noytt til at spara. Rósa
Samuelsen, almannamála
ráðharri, hevur tó sligið
fast, at sparingarnar ikki
skulu ganga út yvir tænast
urnar til borgaran og at
allar almennu skipanirnar
skulu eftirhyggjast og
effektiviserast. Tað ljóðar
gott, tí júst boðini um at
spara kunnu vera eitt gylt
høvi at endurskoða og
rudda upp í okkara ør
grynnu av almennum,
kommunalum, hálvalmenn
um og hálvkommunalum
skipanum, sum gera tað
púra vónleyst bæði fyri
bæði borgarar og starvsfólk
at finna runt og virka í
teimum. Í okkara lítla
oyggjalandi hava vit megn
að at skapa eitt almanna
øki, sum er so fløkjasligt,
at tað neyvan finnur sín
líka nakra staðni.
Fyri 2 3 árum síðan
skipaði Føroya Kommunu
felag fyri ráðstevnu um
eldraøkið við luttøku av
kommunum frá øðrum
útjaðaraøkjum í okkara
grannalondum. Har var
nógv áhugavert at hoyra.
Eg festi meg m.a. við,
hvussu skipanir aðrastaðni,
sum varða av eldra og
brekøkinum, royna at gera
skipanirnar so einfaldar,
gjøgnumskoðiligar og
effektivar sum gjørligt. Eitt
dømi var ein kommuna í
Norðurnoregi, har tey
høvdu eina tvørfakliga
vistitatiónseind mannaða
av sjúkrarøktarfrøðingum,
sosialrágevum og fysio og
ergoterapeutum. Allir
borgarir í kommununi frá
vøggu til grøv, sum høvdu
tørv á almennari tænastu,
komu soleiðis beinleiðis í
samband við viðkomandi
fakkunnleika, sum kundi
visitera til eina tænastu,
sum nøktaði teirra tørv.
Logiskt og einfalt, har hava
vit nógv at læra.
Hjá okkum tykist tað
vera púra tilvildarligt, at
økini, sum veita socialar
tænastur, síggja út, sum tey
gera. Meginreglan tykist at
vera, at ein skipan við
einari leiðslu, sum einaferð
er vorðin til, er friðhalgað
og um tørvur er á tænast
um, sum onkursvegna ikki
passa júst til hesa skipan
ina, ja, so er loysnin at
gera eina aðra skipan.
Úrslitið er m.a. tað løgna
fyribrygdið, at ikki minni
enn tvær almennar skipanir
virka lið um lið innan prim
era sektorin Almanna
stovan og Nærverkið, sum
so aftur virka undir liðini
av ymiskum kommunalum
skipanum og ikki at for
gloyma øllum lands ella
kommunudekkandi sjálvs
ognarstovnunum. Allar
hesar skipanir veita somu
og líknandi tænastur til
somu borgarar. Støðan
gerst ikki minni fløkjaslig
av, at t.d. bæði Almanna
stovan og Nærverkið á
ymiskan hátt hava deilt
Føroyar upp í hvør síni
geografisku øki, ymisk
tænastuøki v.m., sum so
aftur skulu virka saman við
øllum hinum skipanunum.
Starvsfólk í hesum skip
anum royna sum frægast at
finna út av, hvussu sam
starvið teirra millum skal
skipast sum heild og í mun
til einkultar brúkarar. Tað
er ikki óvanligt, at heilir
herskarar av umboðum fyri
hesar ymisku skipanir
hittast fyri at royna at finna
út av, hvussu eitt einstakt
lív skal livast ella hvussu
somu og líknandi tænastur,
sum allar hesar skipanar
veita somu móttakarum,
skulu veitast. Tað krevur
heilt serligar menniskja
ligar eginleikar hjá brúk
aranum ikki heilt at missa
seg sjálvan burtur í øllum
hesum, samstundis sum
hetta bæði forðar fyri fak
ligari menning og nøgd
semi av starvsfólki og
menning av tænastunum
sum heild.
Á einari europeiskari
ráðstevnu fyri ergotera
peutar, sum eg var á sein
asta summar, var eitt av
herrópunum "vison with
out action is daydream,
action without vision is
nightmare". Eg haldi, at
handan útsøgnin talar fyri
seg. Uttan iva hava vit
nokk av bæði visiónum og
handlingum í øllum okkara
skipanum, men spurning
urin er, um samanhangur
er ímillum visiónirnar og
handlingarnar. Um yvir
skipaða visiónin við okk
ara tænastum til fólk við
tørvi á socialum tænastum
var, at tær vóru virðiligar
fyri einstaka borgaran,
hevði handlingin verið, at
dentur varð lagdur á at
skipa tænasturnar, so at
borgarin slapp undan at
ganga biddaragongd ímill
um ymiskar skipanir fyri at
fáa eitt so virðiligt lív sum
gjørligt hóðast brek. Tvs.
dentur hevði verið lagdur á
at skapa so einfaldar og
gjøgnumskygdar og ikki
at forgloyma effektivar
skipanir sum gjørligt.
Eg havi sjálv starvast í 3
ymiskum skipanum innan
primera økið, har eg havi
upplivað, hvussu hesar
skipanir og aðrar yvirlappa
hvørja aðra og bæði starvs
fólk og brúkarir eru ørkiml
aði og maktarleys. Eg náddi
ikki at koma allan
sólarringin runt innan allar
skipanirnar, men tað var
dagligur kostur ikki at
kunna seta tiltøk í verk í
samráð við borgaran, tí tað
snøgt sagt ikki bar til, sum
økið sær út. Um eg nú var
tann einasta, sum upplivdi
hetta, hevði eg neyvan skriv
að hesar reglurnar, men
hetta var ein afturvendandi
trupulleiki hjá fleiri øðrum,
sum arbeiddu í onkrari
skipan innanfyri økið.
Vit, sum starvast innan
allar hesar skipanirnar,
hava frælsi at finna okkum
annað arbeiði, um vit ikki
halda út at arbeiða undir
sovornum umstøðum og vit
eru mong, sum gjøgnum
árini hava gjørt tað júst av
teirri orsøk. Men tey, sum
hava tørv á tænastunum,
hava ikki frælsið at rýma
úr skipanunum, so óansæð
hvussu ónøgd og frustrer
aði tey eru, mugu tey onk
ursvegna laga seg eftir
skipanunum. So mikið
størri er ábyrgdin hjá teim
um, sum varða av tænast
unum at skipa tær, so at
bæði borgarin og samfelag
ið fær so nógv gagn av
tænastunum sum gjørligt
og so at starvsfólk mennast
og trívast í skipanunum.
Tað er eisini ein sannroynd,
at samanhangur aloftast er
ímillum nøgdar brúkarar,
vælvirkandi socialar
tænastur og nøgd og kom
petent starvsfólk. So Rósa,
tað er bara at fara gongd,
vit eru nógv sum gleða
okkum!
Føroyskt almannaverk er fløkjasligari enn nakra aðrastaðni
viðmerkingar
ergoterapeutur
Turið
JacObsEn