Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 3 - 6. januar 2009 Sandingar hugsa stórt, nú teir fyrireika seg til framtíðina og undirsjóvartunnil Framtíðarútlit Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Vit skulu í øllum førum verða klárir til avbjóðing- arnar í framtíðini. Tað er hugburðurin hjá teimum í bygdaráðnum í Sands Kommunu, nú tey hava gjørt umfatandi broyt- ingar í byggisamtyktini í kommununi. Á sínum seinasta fundi áðrenn nýtt kommunustýrið tók við á nýggjárinum, hev- ur bygdaráðið á Sandi sam- tykt umfatandi broytingar í byggiætlanini fyri kommun- una. Og tað skerst ikki burtur, at sandingar hugsa stórt, nú byggisamtyktin skal broyt- ast. Teir hava nevniliga tikið tað heilt óvanliga stig, at teir nú hava sett øki av til bæði ein flogvøll og eitt øki til ein vøll at spæla golf á. 1,5 millión fermetrar Í hesum sambandi er eitt øki upp á heilar 1,5 millión fermetrar sett av til ein fram- tíðar flogvøll í Føroyum. - Økið, vit hava lagt av til flogvøll er í Søltuvík. Kann- ingar, sum eru gjørdar av flogvøllum í Føroyum, vísa, at Søltuvík er eitt hóskandi øki, har tað kann koma upp á tal at byggja ein flogvøll, skuldi tað komið hartil, at føroyingar ætla at byggja nýggjan flogvøll, sigur Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri heima á Sandi. Tað er ikki tí, at nøkur sum helst støða er tikin til at byggja nýggjan flogvøll, at bygdaráðið á Sandi tekur hetta óvanliga stigið. Men Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri, sigur, at hetta er fyri at fyrireika seg til framtíðina í góðari tíð. Hann staðfestir, at skulu vit hugsa um at gera nýggj- an flogvøll í Føroyum, er Søltuvík ein staðseting, sum serfrøðingar hava kannað og sum teir siga, er ein møguleiki. - So nú hava vit í góðari tíð sett økið av til flogvøll, so skuldi landsins myndug- leikar einaferð komið til ta niðurstøðu, at ein flogvøllur skal byggjast í Søltuvík, skulu teir í hvussu so er ikki bíða eftir okkum, sigur borgarstjórin á Sandi. - Tá ið landsins myndug- leikar eru til reiðar, eru vit tað eisini, leggur hann afturat. 350.000 fermetrar til golf Men at seta øki av til flogvøll, er ikki tað einasta óvanliga og slóðbrótandi við teimum broytingum, sum ætlanin nú er at gera í byggisamtyktini fyri Sands Kommunu. Ætlanin er nevniliga eis- ini at seta eitt økið upp á 300.000 fermetrar av til golfvøll. Her er talan um eitt øki í ein útnyrðing úr Sands bygd og sum gongur innast úr Traðardali, norður ímóti Hálsavøtnum. Bygdaráðið samtykti fyrr í ár at geva loyvi til at gera golfvøll á økinum, men nú verður so byggisamtyktin broytt samsvarandi tí, so at tað ber til. Meiri sethús Nú byggisamtyktin á Sandi skal broytast, er ætlanin eisini at geva betri rúmd fyri sethúsabygging. Í hesum sambandi er ætlanin at nøkur smærri øki inni í bygdini, sum nú eru løgd av til landbúnað, hereftir skulu verða øki til at byggja sethús á. - Tað er fyri at fólk, sum eiga jørð inni í bygdini, skulu kunna byggja á henni. Tað hava tey ikki kunnað higartil, tí stykkini hava verið markað til landbúnað í byggisamtyktini higartil. Samstundis er eisini eitt nýtt øki lagt út til at stykkja út til grundstykki. Tað er eitt stykki uppi á Vatnsryggi, sum nú verður sett av til grundstykki. Og har ber til at gera ein heilan nýggjan býling, tí í fyrstu syftu verður pláss fyri 25 grund- stykkjum, men verður tað neyðugt ber til at gera heilt upp í 75 grundstykki á økin- um. Bjóða framtíðini av Páll á Reynatúgvu ásannar, at tá ið Sands Kommuna nú fer undir so umfatandi broyt- ingar í byggisamtyktini, er tað fyri at brynja seg til eina framtíð við føstum sambandi inn á meginland- ið. - Vit fyrireika okkum til eina minni innrás av fólki. Eitt nú vita vit, at sandoy- ingar, sum búgva á megin- økinum, hava hug at flyta aftur í oynna, tá ið undir- sjóvartunnilin er komin og so eiga vit at royna at hava tilboð til teirra, bæði bústaðarmøguleikar og frí- tíðarmøguleikar. Hann ivast ikki í, at ein golfvøllur fer eisini at draga ferðafólk í Sandoy. - Men at spæla golf er sanniliga eisini eitt frálíkt frítíðarítriv til sandoyingar sjálvar, leggur hann afturat. Sandingar gera klárt til bæði flogvøll og golfvøll Bygdaráðið heima á Sandi hevur tikið fleiri óvanlig og slóðbrótandi avgerðir, nú ætlanin er at broyta alla byggisamtyktina fyri kommununa Føroyingar elska E elski Førjar Á topplistanum yvir mest seldu dvd filmar hjá Expert liggur E elski Føroyjar, og á 2. Plássi liggur Ding Dang Pappsang. Listin er blandaður við føroyskum og útlendskum tilfari, og á fjórða plássi finna vit Føroyskar søgur, sum føroyingar hava keypt nógv av undan jólum. Máf skipar fyri skriviskeiði Skriviverkstað verður í Havn um vikuskiftið 23.-25. januar 2009. Skeiðið verður í skúlabarakkini millum MáF og Sjónleikarhúsið, og lærari verður formaðurin í Bandalag íslendskra leikfélaga, Toggi Tryggvason. Fyrireikararnir siga á heimasíðuni hjá MáF, at alt ov fá handrit koma út á føroyskum um føroysk viðurskifti, og at eitt slíkt skeið skal bøta um hesa støðu. Harafturat stendur at lesa, at Bandalag íslendskra leikfélaga og Meginfelag áhugaleikara Føroya hava ætlanir um at gera ein stuttleiks-festival í Reykjavík í apríl 2009 við leikum, sum eru 5 til 10 minuttir langir.