Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2009síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindi Nr. 3 - 6. januar 2009 tíðindi Gongst sum ætlað, verður nýggjur golfvøllur tikin í brúk á Sandi um eitt ár Frítíðarítriv Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Á Sandi er tað kanska størri framtíð í at spæla golf enn tað er at hava seyð. Um hetta er hugsjónin hjá Pálli á Reynatúgvu og øðrum á Sandi, skal vera ósagt. Men undir øllum umstøð­ um eru teir komnir heilt langt ávegis við at gera ein golfvøll á Sandi. Og gongst sum ætlað, verður tað áðrenn árið er úti, at tað ber til at svinga golfkylvuna heima á Sandi. Sum tað sæst í aðrari grein her á síðuni, hevur bygdaráðið á Sandi nú tikið stig til at eitt øki upp á 300.000 fermetrar, sum nú er sett av til landbúnað, í framtíðini skal vera sett av til frítíðarítriv og golfvøll. Stigtakarin til ætlanina at gera golfvøll á Sandi, er Páll á Reynatúgvu, sum sjálvur eigur lendi, ætlanin er at gera golfvøllin á. Byrja í smáum Hann sigur, at tey hava arbeitt rættiliga leingi við at gera golfvøll á Sandi. Í fyrstu atløgu verður talan um ein vøll við níggju holum, men møguleikar eru at byggja hann út til 18 hol, sum er tað mest vanliga fyri ein golfvøll. Sum vánirnar eru at fáa fígging til ymisk tiltøk nú á døgum, dugir Páll á Reyna­ túgvu ikki at siga, hvussu verður við ætlanini, men ætlanin er so at hava økið klárt, fæst fígging annars til vega. ­ Skal talan verða um ein framkomnan golfvøll við alskyns hentleikum, kann talan skjótt gerast um eina íløgu upp á milliónir. Men ætlanin er at byrja í smáum og at byggja út so hvørt, sum fígging fæst. ­ Í prinsippinum ber til at spæla golf allastaðni, men eitt krav er kortini, at eitt stykki upp á 50 fermetrar skal planerast rundan um hvørt hol. Annars veldst bara um, hvussu væl út­ gjørdur golfvøllurin skal vera við ymsum hentleikum, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann sigur, at fyrsta stig­ ið er at broyta byggisam­ tyktina og tað er sett á skinn­ arar nú. Tá ið tað er endaliga avgreitt, vónar hann at hava fígging til at byrja við golf­ vøllinum í smáum. Hann sigur, at sjálvandi er hetta eitt tiltak, sum hev­ ur til endamáls at lokka fremmanda fólk í Sand­ oynna. ­ Men at spæla golf og at røra seg úti í náttúruni er sanniliga eisini gott fyri sandoyingar, leggur hann afturat. At broyta eina byggiætlan er sera umfatandi og lang­ drigin tilgongd og fyri tað um broytingin er samtykt einaferð í einum komm­ unustýri, er tað enn langt á mál, til broytingarnar kunnu koma í gildi. Tí verður tað ikki enn á sinni, at broytingarnar, sum Sands Bygdaráð hev­ ur nú hevur samtykt í byggisamtyktini, kunnu koma í gildi. Fyrst skulu ætlaðu broyt­ ingarnar, sum bygdaráðið nú hevur samtykt, liggja frammi til almenna hoyr­ ing í tríggjar mánaðir. So skal bygdaráðið við­ gera málið einaferð aftur­ at, áðrenn tað er endaliga samtykt og tá verða møgu­ lig mótmæli tikin við í viðgerðini. Í hesum føri verður tað so tað nývalda bygdaráðið, sum skal taka støðu til broytingarnar við aðru við­ gerð. Men hóast tað verður samtykt einaferð afturat í bygdaráðnum, koma broyt­ ingarnar ikki í gildi, fyrr­ enn innlendismálaráðið hevur góðkent tær og tað tekur eisini sína tíð, ser­ liga um tað skuldi hent, at fleiri mótmæli koma ímóti broytingunum, tí so skulu tey viðgerast væl og virðiliga. Sostatt kann ikki vænt­ ast, at broytingarnar koma í gildi fyrrenn í fyrsta lagi um eitt hálvt ár. Borgarstjórin ikki ógegnigur Langdrigin til­gongd Spæl­a gol­f á Sandi um eitt ár Nú er brúk fyri almenna pengakassanum - Dimma, 2. des. 2008 |Sethúsaei- garar mist 2 milliardir – Dimma 2. des 2008 | Fíggjarkreppan rakar føroysku vinnuna – Dimma 2. des 2008 | Maðurin sum sá fyri sær kreppuna – Vinnu- vitan 4. des 2008 | Ringt gjaldføri hóttir fleiri skipabólkar – Vinnuvitan 4. des. 2008 | Kreppa (oddagrein) – vinnuvitan 4. des 2008 | Blóðreyð tøl á botnlin- juni – Dimma 5. des 2008| Rentan lækkar – Dimma 5. des 2008| Tey feitu árini eru fyribils av – Vinnuvitan 27. nov 2008 |Kanna hvussu kreppan ávirkar fiskaútflutningin – Vinnuvitan 27. nov 2008 | Ikki nógvir pengar at múra inn í veggin – Vinnuvitan 27. nov 2008 | Samanlegging og sanering kanska ei- nasta bjarging – Vinnuvitan 27. nov 2008 | Yvir 400 mió kontantir í umfari – Vinnuvitan 27. nov 2008| Ongin sjálvberandi búskapur – Sosialurin 1. des 2008 | Ikki ráð at koppseta gentur fyri krabbamein – Sosialurin 1. des 2008 | Føroyingar til Danmarkar at bidda meiri blokkstuðul – Sosialurin 1. des 2008 | ES-pakki uppá 1500 milliardir kr. Ávegis – Sosialurin 27. nov 2008 | Nýg- gjur bjarningarpakki til bankarnar – Dimma 9. des 2008 | Færri løntaka- rar – Dimma 9. des 2008 | So vóru vit rakt (oddagrein) – Dimma 9 . des 2008 | Vinnuvitan og vikublaðið í søguna – Dimma 9. d e s 2008 | Sparingar raka skeivt – Dimma 11. des 2008 | Eingin keypur bil – portaluin 5. des 2008 | Tað ringasta av krep- puni er eftir enn – portaluin 23. nov 2008 | Fíggjarkreppan steðgar stórarbeiði – portaluin 22. nov 2008 | 70.000 íslen- dingar umhugsa at rýma av landinum – portaluin 1 . nov 2008 | Kringvarpið fær ikki fleiri pengar – portaluin 4. d e s 2008 | IMF: 2009 verður verri – Dimma.fo 12. des 2008 | Sjey uppsagnir hjá Sansum – portalurin 27. nov 2008 | Uppsa- gnir lúra í Klaksvík – portalurin 2. okt 2008 | Føroyar ste- vna móti Europapolitiskari kreppu – Norðlýsið 26. nov 2008 |Nú er brúk fyri almenna pengakassanum - Dimma, 2 . des. 2008 |Sethúsaeigarar mist 2 milliardir – Dimma 2. des 2008 | Fíggjarkreppan rakar føroysku vinnuna – Dimma 2. Heimurin í kreppu Ársins Leiðaradagur ‘09 – hvussu koma vit styrkt út hinumegin? Fokus Á tín LeikLut sum Leiðari í krepputíðum Betri Høvið Fæst ikki! Stine Bosse, koncernchef TrygVesta at stýra einum trygdarveitara gjøgnum kreppuna Leif Chr. Mikkelsen, stjóri Team Copenhagen Besti bygnaðurin í krepputíðum Marjun Eystberg, starvsfólkaleiðari í Eikbank motivatión í niðurgangstíðum Rasmus Ankersen, Winners LAB Leiðara dna Kári Durhuus, fjølmiðlaráðgevi Issue Consult setið inn á umdømiskontuna - eisini í krepputíðum Hans H. H. Heming, Adm. stjóri Wemind Facebook, webbloggar, wikipedia, youtube - hvat hevur hetta við botnlinjuna at gera? Bergtóra Høgnadóttir, HR-ráðgevi trupla samrøðan uppá tann lætta mátan Ársins Virki 2008, Jón Danielsen Vit seta Ársins Leiðarar í tvístøðu Filmur: Føroyskir leiðarar halda… II - hvussu tackla vit kreppuna? aFterpartY í miðLaHÚsinum & spaðar 5 í reX Gleð teg til eitt super festligt kvøld við m.a. biipsmakking, lekrum mati, livandi tónleiki, fríari barr o.m.a. Tilmelding og les meira á XXXTZOFSHJGPtUFM#&--  t3*/(   '3¶((+"%"(*/ +"/6"3 «)05&-'30:6. 3BOJ/PMT“F  Íverksetanar- húsið, sp/f Innkast Jógvan Fríðriksson, bispur Hóast Páll á Reynatúgvu er undangongumaður aftanfyri ætlanin at gera golfvøll á Sandi, samstun­ dis sum hann er borgar­ stjóri, følir hann seg als ikki ógegnigan, nú bygda­ ráðið hevur samtykt at broyta byggisamtyktina, so at eitt stórt øki verður sett av til golfvøll. Hann sigur, at bygda­ ráðið hevur fyrr í summar viðgjørt eina umsókn frá honum um loyvi at gera golfvøll og tá varð hann ikki á fundi og var sostatt heldur ikki við í viðgerðini, sigur hann. At byggisamtyktin nú verður broytt er ikki annað enn ein sjálvsøgd avleiðing av teirri fyrru samtyktini um at geva loyvi til at gera golfvøll, so her følir hann seg ikki hava nakran gegnistrupulleika. ­ At broyta byggisam­ tyktina er so umfatandi, at tað er neyvan nakar sand­ ingur, sum tað ikki fær ávirkan á, hvørki bygda­ ráðslimir ella aðrir sand­ ingar, so tað er ongin trupulleiki í tí, sigur Páll á Reynatúgvu. Kókibøkurnar ovast í Kl­aksvík og Runavík Sambært topplistanum yvir mest seldu føroyskar bøkur hjá Alfa bókhandli í Klaksvík og Bókabúðini í Runavík, er eingin ivi um at Søtt og Leskiligt var stórseljarin í jólasøluni 2008. Somuleiðis vístu tølini hjá báðum handlum, at Oddvør’sa køku­ og desertdreymar endaði á 2. Plássi, og Hin heimurin eftir Petur Jacob Sigvardsen endaði á triðja plássi.