týsdagur 6. januar 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 3 - 6. januar 2009
Havnin – fólk og yrki mest seld í 2008
Eitt yvirlit frá H. N. Jacobsens bókhandli vísir, at stórseljarin í desember mánaði varð Søtt og
Leskiligt, sum Elisabeth Akursmørk og Jóhanna á Tjaldrafløtti hava givið út. Á 2. Plássi er
Oddvørsa køku- og dessertdreymar, og á triðja plássi er Meg minnist og ørminnist eftir Heina
Olsen. Frá fjórða til 10. Pláss hava bøkurnar plaserað seg soleiðis: Metusalem, Songbók Føroya
Fólks, Spor í Tinganesi, Hin heimurin, Skakandi tilburðir, Westerbeek og Ein minnilig nátt. Mest
seljandi bókin í 2008 varð Havnin – fólk og yrki 1940-1969 eftir Birgar Johannessen.
Hóast lítið hevur
verið at hoyrt til
Jógvan Hansen
í seinastuni er
hann enn høgt í
metum í Íslandi.
Fyri góðari viku
síðan gjørdist
hann piparsveinur,
og varð tað
hátíðarhildið við
stíli, og 31. januar
verður hann við í
íslendsku Melodi
Grand Prix kapp
ingini
ShowbuSineSS
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Myndir: Eggert Jóhannesson
Síðan klaksvíkingurin Jógv-
an Hansen vann X Factor
kappingina í Íslandi í 2007,
hevur hann verið sera upp-
tikin av tónleikinum. Men
hóast fleiri fyrispurningar
um at vera við í íslendska
Melodi Grand Prixnum,
kallað Söngvakeppni Sjón-
varpsins, hevur hann ikki
tikið av tilboðnum – fyrr
enn nú.
Tann 18. desember varð
hann nevnliga avdúkaður
sum ein av luttakarunum til
Söngvakeppni
Sjónvarp-
sins, hvørs vinnari sleppur
at umboða Ísland í Eurovis-
ion 2009, ið verður hildið í
Moskva 16. mai í ár.
Tað verða hildin fýra und-
anumførð av Söngvakeppni
Sjónvarpsins, og verður
Jógvan við í tí seinasta av
teimum, tann 31. januar. Tá
skal hann kappast móti
HARA systrunum, góðu
vinkonurnar hjá honum,
sum fingu hann við í X
Factor í 2007, og sum blivu
nummar tvey tá, umframt
Hallu Williams, ið eisini
var vertur til X Factor í
2007. Sostatt eru tvey av
teimum trimum, hann skal
kappast ímóti, sera góð vin-
fólk hjá Jógvani.
- Eg veit ikki um tað er
lagnunar
speisemi,
ella
onkur í spælir okkum eitt
puss, at vit eru bólkaði sam-
an. Í øllum førum verður
tað stuttligt, greiðir Jógvan
frá.
Ein nýggjur kapittul
Síðan X Factor í 2007 hevur
tað gingið sera væl hjá Jógv-
an Hansen.
- Beint eftir kappingina
livir man líkasum av róm-
anum, men tað er eitt ting
sum forsvinnur aftur. So-
leiðis er tónleikur og popu-
laritetur, nevnliga at tú ert
inni nú og úti í morgin.
Mann má duga at brúka tað,
sum man hevur fingið, vísir
Jógvan Hansen á.
Áðrenn Jógvan Hansen
fór til Íslands, var hann
longu vorðin kendur í Før-
oyum, millum annað við
bólkinum Aria og sum ein
av røddunum í Kularótum.
Royndirnar úr Føroyum
hava í øllum førum komið
Jógvani væl við.
- Tey eru nógv, sum vinna
eina stóra kapping, og so
vita tey ikki meira. Tað sum
eg kanska havi framum onn-
ur er eina góða bakgrund úr
Føroyum. Eg havi aldurin
og erfaring av tónleikinum
úr Føroyum, og tað havi eg
kunna brúkt væl. Eg spæli
tónleik hvørja viku, og tað
er sum eitt arbeiði nummar
tvey fyri meg, og tað er
fantastiska stuttligt greiðir
Jógvan frá.
Sjálvur sigur hann, at
hann er ótrúliga heppin at
kunna hava valið at luttaka
í eini slíkari kapping, og at
tað er eitt privilegium at
sleppa at framføra eitt lag
hjá einum, sum hevur skriv-
að so góð løg sum Hall-
grímur Óskarsson.
Øll í Íslandi fylgja við
Í Íslandi er Söngvakeppni
Sjónvarpsins
sera
nógv
umhildið, og sum heild
fylgja íslendingar sera væl
við í sendingini.
- Tá eg var í Føroyum,
fylgdi eg við í danska
Melodi Grand Prix onkun-
tíð, men tað var so tað. So-
leiðs er tað vanliga millum
føroyingar. Í Íslandi flenna
tey kanska eitt sindur eftir
tí, men kortini hava øll eina
meining um tað, og tað er
sera væl umtókt her, greiðir
Jógvan Hansen frá.
Hevur takkað
nei áður
Til kappingina skal hann
føra fram lagið »I think the
world of you« hjá Hallgrími
Óskarsson, ið eisini skrivaði
Jógvan Hansen livir drey
Jógvan Hansen her saman við vertinum til Söngvakeppni Sjónvarpsins í ár, vinstrumegin og Hallu Williams, vertinum úr Xx Factor í 2007