Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 6. januar 2009 5 tíðindi vinnandi sangin til somu kapping í 2003. - Eg havi ikki vilja tikið av beinanvegin, tí sjálvt um Ísland er stórt, so er tað av- markað hóast alt, og eg vildi ikki skjóta alt av bein- anvegin aftaná eg vann X Factor í 2007. Men nú er nakað av tíð liðin, og eg haldi at tíðin er komin at gera nakað stuttligt aftur, greiðir Jógvan Hansen frá. Hallgrímur Óskarsson er ein av góðu vinmonnunum Jógvans, og nú hava teir fingið møguleikan at ar- beiða saman. - Vit hava altíð havt ein lítlan dreingjadreym um at gera okkurt saman, og nú hildu vit at tað var tíðin til tað. Tað eru hann og um- boðsmaður mín, Einar Barðasson, sum hava fingið meg at koma við í kapp- ingina, sigur Jógvan Han- sen. Hóast avmarkingar eru á, hvat hann kann avdúka áðrenn kappingina, hevur hann tó avdúkað at lagið, hann skal framføra, er ein ballada, mid-tempo, við eitt sindur av power í. Ikki fyrstu ferð Nakað, sum tey allarfægstu munnu vita, er at Jógvan Hansen hevur tikið lut í Söngvakeppni Sjónvarpsins fyrr. Tað var nevnliga í 2006, tá hann sangari í bak- grundini hjá Friðrik Ómar Hjörleifsson til kappingina. Tá gjørdust teir nummar trý, men í fjør tók Friðrik Ómar Hjörleifsson aftur lut í Söngvakeppni Sjónvarp- sins, og vann hann tá kapp- ingina. - Bara tað at eg havi verið við í kappingini fyrr er ein erfaring, ið eg vóni kemur sera væl við nú tá eg verði við aftur, vísir Jógvan Han- sen á. Tvey ymisk lív Hóast Jógvan Hansen mest er kendur fyri tónleikin hjá sær, er hansara borgarliga starv sum hárfríðkari enn hansara høvuðsprioritetur. - Eg arbeiði enn upp móti 50 tímum um vikuna sum hárfríðkari, sjálvt um tað svingar eitt sindur tá eg onkuntíð má taka tónleikin framum. Men tað er hetta, sum hevur borið meg gjøg- num dagarnar, og tað er dei- ligt, sigur Jógvan Hansen. Fyri góðari viku síðan, tann 28. desember í 2008, fylti Jógvan Hansen 30 ár, og tað varð hátíðarhildið við stíli. Hann hevði boðið nøkrum gestum úr hansara vinarskara, umframt familj- uni úr Føroyum, men tá avtornaði vóru meiri enn 100 fólk komin at hátíðar- halda dagin saman við hon- um. Harímillum vóru fleiri av teimum »kendu« úr Íslandi, allir poppararnir í býnum og fleiri av bestu sangarunum í landinum og var tað ein stórsligin veitsla, greiðir hann frá. - Tað er well at blíva 30 ár, og sjálvt um eg nú eri blivin piparsveinur, so haldi eg enn saman við damuni, sum er Hrafnhildur Jóhann- esdóttir, sigur Jógvan Hansen grínandi. Sostatt livir Jógvan Han- sen dreymalívið í Íslandi, og so er bert eftir at síggja hvussu tað fer at hilnast klaksvíkinginum í Söngva- keppni Sjónvarpsins tann 31. januar. Jens Marni og Metallica populerastu fløgurnar Expert hevur gjørt yvirlit yvir sínar mest seldu fløgur fyri undanfarna ár. Á føroyska listanum gjørdist Jens Marni Hansen best umtóktur, síðan Popp List 7, Jens Eli Ellefsen nummar trý og Tónleikafelagið 50 ár gjørdist nummar fýra. Teimum í hølunum koma Marner og Árni, The Dreams, Hanus G. Johansen, Hallur Joensen, Teitur og Hermann & Svenn. Av teimum útlendsku fløgunum gjørdist Metallica nummar eitt, Bryan Adams nummar tvey og Coldplay endaði á triðja plássi. ymalívið í Íslandi Foreldrini hjá Jógvani, Ása og Helgi Hansen, vóru komin til Íslands at hátíðarhalda dagin saman við honum