Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 3 - 6. januar 2009 Ein ungur maður er í Føroya Rætti í dag ákærdur fyri í tveimum førum at hava framt »anden kønslig omgang end samleje« móti verjuleysum kvinnum KYNSLIGUR ÁGANGUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Føroya Rættur viðgerð í dag eitt mál um kynsligan ágang. Ákærdi, ein 24 ára gamal maður, skal í tveim­ um førum hava tvingað sær atgongd til »analsex« við kvinnur, sum vegna »træt­ hed og spiritus« ikki vóru førar fyri at verja seg. Seinna hendingin fór fram í einum morgunballi í Klaksvík 17. maj í 2008, tá hin ákærdi eftir ákæruriti­ num skal hava lagt seg í seingina hjá órættaðu, har hann hevur framt analsex, samstundis sum hann hevur følt millum beinini á henni. Eftir hendingina meldaði kvinnan tann 24 ára gamla, og løgreglan setti eina kanning í verk. Tá tað kom fram, at mað­ urin varð meldaður, setti enn ein kvinna seg í samband við løgregluna og meldaði sama mann fyri sama kyns­ liga ágang. Hesin fór fram eftir eitt annað morgunball í Klaksvík, hin 5. august 2007, har ákærdi skal hava tvingað sær atgongd til kvinnuna og framt analsex, meðan kvinnan vegna »træt­ hed og spiritus« ikki var før fyri at verja seg. Báðar kvinnurnar vóru í rættinum í dag umboðaðar av sakførarum, sum vegna kvinnurnar hava lagt fram endurgjaldsskrav móti manninum upp á 50.000 krónur hvør. Ákærdi noktaði seg sekan í ákærunum. Vitnisavhoyringarnar fóru fram fyri afturlætnum hurðum eftir kravi frá verjanum, Christiani Andreasen. Ákærin, Finn Ougaard, setti seg ikki ímóti hesum kravi. Málið verður tikið upp til dóms í dag. Kynsligur ágangur í morgunballum Føroya Rættur viðgerð í dag eina ákæru móti 24 ára gomlum manni um »anden kønslig omgang end samleje« í tveimum førum Kaupthing saksøkir Onglandi Tann nú fyrrverandi íslendska fíggjarkempan, Kaupthing, sum er sett undir eftirlit av íslendska statinum, saksøkir sambært vinnuportalinum E24 bretska statinum fyri at hava sett ensku aktivini hjá bankanum undir eftirlit, tá kreppan í Íslandi var upp á sítt harðasta. Kaupthing fær fullan stuðul frá íslendsku stjórn­ ini, sum enntá vil fíggja sakarmálið. Tá íslendska kreppan var upp á sítt harðasta, nýtti bretska stjórnin sína antiterror lóg fyri at taka yvir tamarhaldið við ensku aktivunum hjá Kaupthing fyri at verja ensku kundarnar hjá bankanum. Tað førdi til, at ensku aktivini hjá Kaupthing brutu sínar lániavtalur, og tað førdi so aftur til ein snarligan konkurs, skrivar danska blaðið Børsen. Ein amerikansk, teldugjørd forsøgn spáar, at búskaparliga gongdin fer at venda longu í summar. Serfrøðingar eru samdir, men teldan hevur fyrr roknað skeivt BÚSKAPUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Ein amerikanskur rokni­ frymil, við heitinum “50 Professional Forecasters Blue Chip”, er forritaður til at hyggja inn í fíggjarligu framtíðina. Har sær hann, at ógvusliga afturgongdin í amerikanska búskapinum er um at vera av, og at tað longu í junimánaða í ár, fer at ganga ímóti betri tíðum. Tað skrivar The New York Times. Forsøgnin er grundað á metingar hjá 50 íløgufólk­ um, sum starvast í íløgu­ bankum, vinnugreinafeløg­ um og størri fyritøkum. Henda ljósareyða myndin er tó treytað av, at ameri­ kanska Kongressin sam­ tykkir ein fíggjarligan hjálparpakka uppá 675 mia. dollarar yvir tvey ár, og at framhaldandi fall í bensin­ prísunum fer at økja bjart­ skygni og keypihugin hjá amerikanska brúkarinum. Eftirverkir Fleiri búskaparfrøðingar hava hug at vera samdir við forsøgnini, men tað eru eisini tey, ið ivast. Ein teirra er Nouriel Roubini, búskap­ arfrøðingur á University of New York. Í einari viðmerking til Bloomberg News, skrivaði hann herfyri, at hann væntar, at afturgongdin verður drúgv og heldur á í minsta lagi hetta árið út. Og hóast búskaparliga kreppan formliga kanska kann sigast at vera liðug tá, so fara eftirárinini at vera so kraftmikil, at búskapurin langt inn í 2010 fer at hava eyðkenni, ið minna um eina afturgongd. Týdningarmikil sálarfrøði Robert Shiller, búskapar­ frøðingur á Yale væntar, at ein øking í almennu íløg­ unum og størri útlánshugur hjá bankunum, fara at hava jaliga ávirkan á búskapin. “Um USA fremur stórar almennar íløgur í undir­ støðukervið og amerikanar­ ar merkja, at tað hevur eina ávirkan, so fara fólk at kenna á sær, at samfelagið er á rættari kós og tey byrja at førka seg aftur til eina meira normala støðu. Veru­ ligi trupulleikin í løtuni er, at vit øll standa í einari bíðistøðu,” sigur hann við The New York Times. Svikaligur frymil Vit vita tó, at búskaparligir frymlar kunnu fara skeivir, og tað er eisini komi fyri hjá Blue Chip. Allar út­ rokningar eru grundaðar á ta fyritreyt, at amerikanski búskapurin grundleggjandi er sunnur, og tí liggja úrslit­ ini eisini í tí jaliga endanum. Hetta hevur Blue Chip fyrr havt trupulleikar av. Frymilin varnaðist ikki afturgongdina í amerikanska búskapinum fyrr enn seint síðsta summar, men tá høvdu nógvar fyritøkur og borgarar í USA longu merkt kreppuna á egnum kroppi. Orsøkirnar til skeivu met­ ingina vóru m.a., at frymilin ikki tók hædd fyri stoyt­ unum frá fíggjarkreppuni og teirri ávirkan, sum fallið í húsaprísunum hevði á brúkaraálitið og harvið samfelagsbúskapin. (Kelda: Vinnuhúsið) Skjót vend í amerikanska búskapin