Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 3 - 6. januar 2009 Í dag er fyrsti dagur, at umleið 200 starvs­ fólk á Skurð­ og Bráð­ deplunum á Lands­ sjúkrahúsinum taka í brúk nýggju talgildu heilsuskipanina HEILSUSKIPAN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var ein fegin og ikki sørt errin landsstýrismaður, sum á kunnandi fundi á Landssjúkrahúsinum í gjár kundi boða frá, at leingi væntaða talgilda heilsu­ skipanin (THS) nú endiliga kundi setast í gildi. Í fyrstu syftu á Skurð­ og Brádepl­ unum á Landssjúkra­ húsinum. Hans Pauli Strøm greiddi fyrst eitt sindur frá nýggju skipanini. ­ THS savnar allar upp­ lýsingar um sjúklingar í eini skipan, so at allar heilsuupplýsingar hjá tí einstaka føroyinginum verða tøkar uttan mun til, um ein fer til kommunulækna ella til serlækna, fer til kanningar í einum ambu­ latiorium ella verður inn­ lagdur á einum av okkara trimum sjúkrahúsum, segði landsstýrismaðurin. Og hann helt fram: ­ Og seinni, tá THS er verksett hjá Barnatænastuni og Heimatænastuni, eru upplýsingar eisini tøkar, tá persónurin fær vitjan av heilsufrøðingi og heimasjú krarøktarfrøðingi, segði Hans Pauli Strøm. Av tí, ið nú verður skrásett í THS kann stutt nevnast: Allar sjúklinga upp­ lýsingar verða nú tøkar í THS. Harumframt verður at­ gongd til røntgenmyndir umvegis THS. Allur heilivágurin, ið verður ordineraður, verður skrásettur í THS. Ávísingar frá kommunu­ læknunum fara beinleiðis inn í THS­ skipanina til avvarðandi sergrein. Byrjaði í 2005 Landsstýrismaðurin greiddi eisini frá gongdini í máli­ num. Í eini so stórari og kompleksari verkætlan sum hesari, er langur vegur á mál, og nógvur lærdómur er fingin á leiðini. Nógv starvsfólk hava gjørt sítt til, at tað hevur eydnast so væl, tí umstøðurnar hava ikki altíð verið tær bestu. Á vegnum hevur tað eisini darvað, tá ið útskifti hevur verið millum starvsfólkini, sum hava arbeitt við upp­ setingini av skipanini. Up­ prunaliga hevur tað eisini verið undirmett hvat krevst, fyri at hetta skal eydnast. Á leiðini hava verið aldudalar, men kósin hevur verið sett, og málið hevur alla tíðina verið greitt. ­ Beinagrindin í Talgildu heilsuskipanini varð sett upp í 2005, og farið varð í 2006 undir pilotrakstur á tveimum deildum á Landssjúkrahúsinum og hjá tveimum kommunulækn­ um, segði Hans Pauli Strøm. Hann segði, at tað vóru nógvar skeptiskar røddir at byrja við í øllum heilsu­ verkinum, men aftaná at fleiri høvdu fingið royndir, lótu hesi so mikið væl at, at tað sum frá leið meira bleiv til eina kapping ímillum tey, sum enn ikki vóru komin í gongd, um at verða tey fyrstu í røðini. ­ Projektorganisatiónin varð endurskoðað og styrkt í 2008, umframt at tilgongd­ in við verksetingini varð broytt til tað, sum í heyst hevur verið roynt á Skurð­ og Bráðdeplinum. Eftir drúgt fyrireikingararbeiði við verkstovum, undirvísing og umlegging av arbeiðs­ gongdum, fara øll umleið 200 starvsfólkini á Skurð­ og Bráðdeplinum ímorgin at nýta alla skipanina fult út í einum, segði landsstýris­ maðurin. Víðari menning Sjúkrahús eru allarhelst mest kompleksu organi­ satiónir sum finnast. Talan er um vitanarstarvsfólk á hægsta stigi innan fyri fleiri ymisk fakøki, sum fara at virka saman, fyri at røkka málinum. Málið er at veita sjúklingunum eina so góða tænastu sum gjørligt, sam­ stundis, sum tað er um­ ráðandi støðugt at betra um vitanina og læra nýtt. ­ Starvsfólkini hava langar og stoltar traditiónir fyri dokumentatión; heilsu­ starvsfólk lata sær ikki lynda at fáa álagdar KT­ skipanir, sum ikki eru kliniskt brúkiligar ella sum darva í gerandisdegnum, segði Hans Pauli Strøm. Tað er tí umráðandi at skilja og virða tað fyrivarni, sum nógv heilsustarvsfólk hava, samstundis at tryggja ein dyggan stuðul í sam­ bandi við verksetingina. ­ Tað er eisini umráðandi at syrgja fyri, at skipanin støðugt verður ment víðari og áhaldandi tillagað til tørvin hjá tí einstøku ser­ greinini ella fakbólkinum, segði landsstýrismaðurin. Hann kom eisini inn á trygdarspurningin og metti, at sjúklingaupplýsingar eru allarhelst betur vardir í THS enn við verandi pappír­ skipan. Síðani nam hann við per­ spektivið í skipanini, og nevndi eina røð av fyrimun­ um. Eitt nú slepst undan endurtøkum av upplýsing­ um og dupultskráseting. ­ Politiski mynduleikin fær eitt virkið amboð til raðfesting, t.d. út frá dag­ førdum bíðitíðum, sum ikki eru tøkir í dag, segði Hans Pauli Strøm. Hann endaði við at takka starvsfólkunum, sum høvdu verið við til at ment skipanina. ­ Nógv starvsfólk hava gjørt eitt megnar avrik, fyri at verða klár til verksetingina í morgin. Eg vil nýta høvi til at takka teimum øllum. Tað verður spennandi at fylgja gongdini tær komandi vikurnar, og eg ynski góða eydnu við hesum arbeiði­ num, segði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður á kunnandi fundi í Lands­ sjúkrahúsinum í gjár. Talgilt heilsuskipan sett í verk Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, kunnaði um nýggju talgiltu heilsuskipanina á fundi á Landssjúkrahúsinum í gjár Mynd: Álvur Haraldsen Tjóðbankin mælir til nýggjan pakka Altjóða fíggjarkreppan fær nú Tjóðbankan at mæla til eina fyribils skipan fyri danskar bankar. Tað sæst í frágreiðingini hjá bankanum »Financiel Stabilitet«, 2. hálvár. Fíggjarkreppan vaks í styrki heystið 2008, og tað er grundarlagið undir metanini av fíggjarliga stabilitetinum í Danmark. Í frágreiðingini verður styrkin hjá donsku fíggjarstovnunum mett í mun til væntaðu búskaparligu menningina og í mun til trý stress­scenariir. Tjóðbankastjóri, Nils Bernstein, metir, at einstakir danskir bankar fara ikki at klára væntaðu búskaparligu menningina, sum hon sær út í dag. – Okkara stressroyndir vísa, at fleiri danskir bankar fara at fáa trupulleikar, um teir frameftir fara at koma út fyri búskaparligum skelki, sigur Tjóðbankastjórin sambært dr.dk