týsdagur 6. januar 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 3 - 6. januar 2009
Føroyskar bókmentir
eru av álvara komnar
á breddan í bóka
blaðnum hjá donsku
avísini Politiken hesa
vikuna, har tær fáa
nógv rósandi orð við
á vegnum
Bókmentir
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Heilar tríggjar síður um
framt forsíðuna hevur bóka
ískoytið hjá Politiken sett
av til føroyskar bókmentir
hesa vikuna. Ein heldur
óvanlig sjón má sigast, tí
ummælir
av
føroyskum
bókum í donskum avísum
eru annars sum lundi á
jólanátt. Ein orsøkin er
sjálvsagt,
at
sera
fáar
føroyskar bøkur verða týdd
ar til danskt í heila tiki. Í so
máta var farna árið eitt
undantak, tá ein røð av før
oyskum bókum komu út í
danskari týðing, tær flestu á
nýggja forlagnum Torgard.
Jóanes - ein av
teimum bestu
Serliga nógv rósandi orð
verða stroydd út yvir skald
søguna
Glansbílætasam
lararnir og rithøvundan Jóa
nes Nielsen.
»Hevði Jóanes Nielsen
skrivað á enskum ella
fronskum hevði hann verið
víða gitin«. So avgjørd er
ummælarin
Tine
Maria
Winther í tí hon leggur aftur
at
Hinvegin er Jóanes Niel
sen nokk tann allarbesti av
teimum vælskrivandi før
oysku rithøvundunum, sum
verða týddir til danskt. Og
tað átti í minsta lagi at gjørt
hann kendan í Danmark.
Í øllum førum hevur
skaldið gjørt stórt inntrykk
á ummælaran, sum heldur
Glansbílætasamlararnir
vera eina hugtakandi og
gandakenda skaldsøgu við
sterkari sosialari og tjóðar
ligari innlivan.
Glansbílætasamlararnir
er ein frálíka vælskrivað og
stílvís skaldsøga um lívsins
stóru spurningar. ... Hvassar
samfelagslýsingar
ganga
hond í hond við sermerkta
norðurlendska náttúrugand
in. Okkum nýtist ikki at
leita í suðuramerikanskum
bókmentum eftir magiskari
realismu. Hon finst í framúr
skarandi líki beint um horn
ið, í ein lítlan útnyrðing úr
Danmark,
staðfestir
ummælarin.
Steinar, blóð og orð
Eisini yrkingasavnið Stein
setingar hjá Tóroddi Poul
sen hevur givið ummælara
num Kim Skotte eina ser
liga uppliving. Sambært
honum tykist tað sum, at
setningarnir
bókstaviliga
eru fullir av steinum og orð
ini stáplað rá og ótilhøgd
oman á hvørt annað í ein
føldum væl umhugsaðum
konstruktiónum.
Fyri ummælaran geva
yrkingarnar í Steinsetingar
eina kenslu av at vera anda
dráttir av orðum og stein
um
Við saft og kraft inn
rammað yrkingarnar sítt
heilt egna øki, har bráðsint
modernisma og føroysk
náttúrumentan ganga saman
og gera eitt tónleikastykki
av steini og blóði og orðum,
sum tú lurtar eftir og hoyrir
aldudunið av, heldur enn at
skilja tey orðarætt.
Nomið verður eisini við
sjálvævisøguna hjá Mari
onnu Debes, Der hvor
øerne
giver
slip,
sum
høvundurin sjálv nýliga
hevur týtt til danskt. Her
eru tað serliga lýsingarnar
av
barndóminum
hjá
høvundanum, sum ummæla
rin May Schack tekur fram
Sum tað er langt síðani,
at ein barndómur kundi
síggja soleiðis út, hugsar
man, meðan man lesur. So
gamaldags. Sjálvævisøgan
snýr seg ikki bara um upp
vøksturin í Føroyum og
kostskúlalívið í Danmark,
men eisini um ósagdar
familjusøgur, sum eru við í
viðførinum, tá høvundurin
fer til USA og traðkar inn í
eitt vaksnamannalív, sum
vendir nógvum á høvdið,
skrivar Schack.
Hóast ummælarin Tine
Maria Winther heldur skald
søguna Dalen eftir Gunnar
Hoydal vera heldur mis
javna, metir hon bókina
hava sínar dygdir.
Ein fín lesiverdug frá
søgn um eitt rátt lív og eina
vón so fína sum várgræs á
eini føroyskari húsatekju,
skrivar ummælarin.
Ein skaldsligur tunnil
Umframt ummælir nýtir
Politiken hesuferð eisini
høvið at fáa eitt prát við før
oyska krimihøvundan Jógv
an Isaksen um týdningin av
at týða føroyskar bókmentir
til danskt.
Jógvan Isaksen ásannar,
at danski áhugin fyri norður
lendskum
bókmentum
ongantíð hevur verið ovur
honds stórur. Tí fegnast
hann eisini um nýggja før
oyska forlagið Torgard í
Keypmannahavn, ið hann
lýsir sum eina roynd at gera
ein tunnil millum føroyskar
og danskar bókmentir. Í so
máta ger lítla forlagið longu
mun, heldur føroyski krimi
høvundurin.
Ein føroysk myndabók
eru eisini sloppin upp í part.
Talan er um bókina Kød
benet eftir Bárð Oskarsson,
sum veruliga hevur sett ferð
á hugflogið hjá ummælar
anum Steffan Larsen, sum
byrjar at spinna sína egnu
søgu í ummælinum. Sam
bært honum hava tekningar
nar hjá Oskarsson nevniliga
ein serligan eginleika at
siga søgur
Hópin av søgum koma
fram á nethinnuna, tá man
eygleiðir varnu rørslurnar
og syrgnu tekinini, sigur
Steffan Larson
Eisini
bókagesturin
í
Politiken hesa vikuna er
føroyingur. Hesaferð er tað
Teitur Lassen, sum svarar
teimum fimm føstu bóka
spurningunum á baksíðuni
í bókaískoytinum hjá Politi
ken.
Politiken rósar føroyskum høvundum
Grindadrápið í Hvannasundi vekir ans
Donsk bløð skriva í dag um grindadrápið, sum í gjárkvøldið var í Hvannasundi, og um
hvussu føroyingar ikki taka ráðini frá granskingini hjá Pál Weihe til eftirtektar. Bæði
Ekstrablaðið og Se og Hør skrivað um grindadrápið, og vísa til granskingarúrslit frá Pál
Weihe, sum vísa at grindin er so dálkað við kyksilvuri og PCB, at hon ikki er egnað
sum menniskjaføði. Grindin í Hvannasundi, sum var upp 99 hval, varð skift í
drápspartar og heimaparti til økið Eystan Múla og Árnafjørð. Grindin varð funnin undir
Viðareiðis hellu fyrrpartin í gjár, og sagt verður frá teimum, sum funnu hana, at hon
upprunaliga var nógv størri, kanska einar túsund hval tilsamans.
Frá uppskeringini í Hvannasundi í nátt. Á myndini er tað
Jústinus Olsen, djóralækni, ið víð sínum kønu hondum, førir knívín
Mynd: Kári Mikkelsen
Føroyskar bókmentir fáa óvanliga nógv uppmerksemi í bókasískoytinum hjá donsku ávísini Politiken hesa vikuna