týsdagur 6. januar 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 3 - 6. januar 2009
Sjúrður Olsen, býráðs
limur í Tórshavn
fyri Fólkaflokkin,
metir, at kommunan
hevur brúkt næstan
hálva sættu millión
krónur til eina ætlan
viðvíkjandi høllini
á Hálsi, ið ongantíð
verður sett til verk.
Hann metir eisini, at
tað ongantíð kann
koma nøkur nytta av
verkætlanini. Heðin
Mortensen, borgar
stjóri, er sannførdur
um, at hetta ikki er
søplaður peningur
Ítróttarhøll
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Báðir kommunustýrislimir
nir eru á einum máli um, at
okkurt má gerast við høllina
á Hálsi. Trupulleikin er sam
bært Sjúrði Olsen, at komm
unan hevur nýtt nærum
hálva sættu millión krónur
til at fáa arkitektar uttan
lands at gera eina ætlan um,
hvussu høllin skal umvælast
og umbyggjast. Hann metir
tað sum eitt klárt yvirtraðk,
tí tað ongantíð hevur verið
eitt gott hugskot at fara so
langt fram við ætlanunum at
umbyggja og umvæla høll
ina, fyri so nógvan pening.
Tá arbeiðið var boðið út,
endaði lægsta kostnaðarmet
ingin á 60 milliónum krón
um, heldur enn á 35 millión
um krónum, sum kommun
an ætlaði.
Hasin peningurin er
grýttur beint út gjøgnum
vindeygað, sigur Sjúrður
Olsen, og leggur afturat, at
hann ongantíð hevur hildið
tað vera skilagott at umvæla
og umbyggja høllina, tí tað
kostar líka nógv, sum at
byggja eina nýggja høll.
Heðin Mortensen er tó
sannførdur um, at peningur
in er væl nýttur. Hann situr
í hesum føri sum formaður
í nevndini fyri høllina á
Hálsi, umframt at vera
borgarstjóri og náttúrligur
formaður í fíggjarnevndini
hjá Tórshavnar kommunu.
Vit hava slept hesari ætl
anini fyribils, og vit hava
møguleika at taka hann upp
aftur, um tað verður bíligari
og so framvegis. Vit kunnu
eisini nýta tað arbeiðið,
sum er gjørt fyri 5,3 milli
ónir krónur til projektering,
í samband við eina ætlan
um nýggja høll, um vit bara
broyta
tekningarnar
eitt
sindur, sigur
Verður ikki nýtiligt
Sjúrður Olsen er hinvegin
sannførdur um, at peningur
in, sum er nýttur, er farin
endaliga upp í royk.
At broyta ætlanina eitt
sindur fyri at gera eina
nýggja høll, er ein útsøgn,
eg als ikki trúgvi uppá. Tað
kemur í hvussu so er at
kosta meira enn tað longu
hevur gjørt, um tað verður
veruleiki
at
gera
eina
nýggja høll, sigur Sjúrður
Olsen.
Líkur ikki
altjóða krøv
Um høllin á Hálsi verður
umbygd á tann hátt, sum
ætlanin fyrilá, so líkur hon
ikki altjóða krøv. Hon verð
ur ov lág í síðunum til bad
minton og flogbólt, sam
stundis sum hon verður ov
smøl til hondbólt. Hetta lík
ar ikki Sjúrði Olsen
Tað er av avgerandi týdn
ingi fyri meg, at møguleiki
verður at hava altjóða dystir
í høllini. Tí haldi eg tað
vera nógv snildari at byggja
eina nýggja høll. Tað ber
heilt víst til at byggja eina
nýggja høll fyri 60 milliónir
krónur, sum umvælingar
arbeiðið leyp uppá, heldur
Sjúrður Olsen
Heðin Mortensen er hin
vegin heitur fyri ætlanini at
gera
umvælingarnar,
ið
vóru frammi.
Við hesi ætlan, sum vit
hava tosað um og nú er løgd
á ís, so verður høllin ein
ótrúliga góð samkomuhøll.
So er spurningurin eisini,
hvussu ofta vit hava altjóða
dystir. Vit tosa um fimta
hvørt ár ella okkurt tílíkt,
so mann kundi kanska held
ur gjørt eina aðra høll til
altjóða dystir, heldur Heðin
Mortensen.
Útlendskir arkitektar
Fyri kortum var tos um, at
føroyskir
arkitektar
og
arbeiðsmegi verða sett í
aðru røð, tá Tórshavnar
kommuna ger arbeiðir.
Í hesum føri greiðir Heð
in Mortensen frá, at ongar
føroyskar fyritøkur hava
møguleika at gera eina
heila ítróttarhøll. Men hann
metir tó, at onki er í vegin
fyri, at føroysk arbeiðsmegi
verður nýtt í arbeiðinum.
Gera lappaloysn
Sambært bæði Sjúrði Olsen
og Heðini Mortensen er tað
ein møguleiki fyri at gera
eina sokallaða gaffatape
loysn, har mann umvælir
tað neyðugasta fyri einar 14
milliónir krónur, fyri síðani
at gera eina nýggja høll í
framtíðini.
Í
sambandi
við
hví
arbeiðið var steðga nú,
greiðir Heðin Mortensen
frá, at tað ikki longur bar til
at lata teir bíða, ið høvdu
latið tilboð inn at umbyggja
høllina.
Sjúrður
Olsen
nevnir
somuleiðis ein møguleikar
vera at gera Neistahøll og
høll úti á Argjum, áðrenn
nakað verður gjørt við høll
ina á Hálsi, tí tað longu er
so stórt trýst á hallunum, ið
eru í Tórshavn.
Býráðið hevur søplað hálva
sættu millión krónur burtur
Sjúrður Olsen, býráðslimur, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, eru
samdir um, at okkurt má gerast við høllina á Hálsi. Tó eru teir
ósamdir um, hvat skal gerast. Sjúrður Olsen er somuleiðis sannførdur
um, at kommunan hevur grýtt hálva sættu millión upp í vindin til
projektering og modelli av eini umbygging av Grønuhøll
Fundur um fleiri borgarstjórar í dag
Í dag klokkan 13 fóru umboð fyri Tórshavnar kommunu á fund við Anniku Olsen,
innlendismálaráðharra, um ætlanirnar hjá Tórshavnar kommunu at broyta bygnaðin í
kommunuarbeiðinum. Á fundinum var kunnaði kommunan um sínar ætlanir viðvíkjandi
broytingunum, fyri at Innlendismálaráðið skuldi fáa innlit í ætlanirnar hjá Tórshavnar
kommunu. Tá hesar ætlanir vóru frammi á fyrsta sinni noktaði Annika Olsen blankt, at
bygnaðurin í kommunuarbeiðinum skal broytast, tó hevur hon seinni greitt frá, at
broytingar kunnu koma upp á tal í samband við nýggja kommunureformin.