Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 3 - 6. januar 2009 Fyrst vil eg ynskja øllum føroyingum alt tað besta í komandi ári. Tað, sum fekk meg at taka pennin í hond, eru tey úttalilsir, at vit skulu taka tað upp til viðgerðar at áleggja okkara landsmonn­ um ein nýggja skatt, sum eitur bústaðarskattur, og eru tað mong, sum við undran hava spurt meg. Um so verður, verður mítt svar greitt nei, aldrin við míni atkvøðu. Fíggjarkreppan Henda kreppa leikar um allan heimin og rakti okk­ ara grannar Ísland meira enn dygt. Eg eri sera stolt­ ur av tí avgerð at lata eitt lán til teir, sum er av­ dráttafrítt tey fyrstu árini. Trygdarnet undir bankarnar Eisini var tað ein røtt av­ gerð at fáa trydarnet undir bankarnar hjá okkum. Um tað ikki bleiv gjørt, so er eingin ivi í, at krepp­ an longu hevði herjað í okkara landi, tí peningurin hevði verið fluttur av landinum á tryggari stað. So okkara landsstýri og løgting hava framt skilagóð tiltøk við hesum. Fíggjarlógin 500 mió í halli, tað er ikki gott, nei latið okkum leita, hvar kann sparast, tað verð­ ur ikki hjá tín meiniga før­ oyinginum, tí tey stríðast fyri at halda upp á síni hús og annars at klára dagin og vegin. So fingrarnar vekk frá teimum! Hasar skerj­ ingarnar á fíggjarætlanini við umsorgan var skomm, so latið okkum sum skjót­ ast fáa kringvarpsgjaldið og sjúkrakassagjaldið av vegnum, so tað kann hjálpa upp á hjá teimum lágløntu í landinum. Tað kundi verðið gjørt soleiðis, at tey, sum hava niðanfyri 200 túsund í inntøku fáa hetta frítt. Annars haldi eg At samgongan, sum eg eri partur av, skuldi farið og spart á egnum øki ella rættari í landsumsitingini. Hvat við at spara tað burt­ ur, at tey fólkavaldu liggja og reisa við embatisfólki fyri milióna­upphæddir í flestu førum til svartasta onga nyttu? Latið okkum fólkavaldu sjálvar gjalda, um vit so gjarna vilja sleppa út um landoddarnar, brúkið held­ ur faxið ella teldurnar at samskifta við ella sendi eitt fólk avstað. Tú fer inn á hesar stovn­ arnar, onkur effektiv fólk eru, men helst kundi hesir stovnar halverast við fólki. Sum brogarstjóri Havi eg roynt ein stovn, men tað er sum at bróta grót. Tann tú skal tosa við, hon ella hann eru á skeið ella starvsfelagsfundi ella heima hjá sjúkum barni. Mítt ynski hevði verið, at tey arbeiddu í øllum førum ein dag um vikuna, so kundu tey skeiðast restina. Nei nei Ongar byrðar meira á Palluba og Marsannu, so greitt nei til bústaðarskatt og nei til alt, sum kann taka kvørkratak á okkara sjómenn, verkafólk og ikki minst okkara pensjonistar, latið okkum rætta ta skomm, sum var gjørd móti pensjonistum við kringvarpsgjaldinum og sjúkrakassagjaldinum. Eg harmist stórliga, at landsstýriskvinnan Rósa Samuelsen ikki tók hasi trý uppskotini aftur, tí vit vóru fleiri, sum bóðu hana um tað og stuðlaðu henni. Tá málið um avgjald á aluvinnuna aftan á málið hjá Rósu, sum aðrir partar í tinginum ikki vildu hava gjøgnumført, tá gjørdi landsstýriskvinnan Annika Olsen kort og greitt, hon tók málið aftur. So nemt var tað. Tann ungi og framfísni John Johannesen, sum tíð­ anverri ikki kom at standa á fremstu røð hjá flokkinum tá landsstýrið var valt, sigur soleiðis í eini frágreiðing til tingmanningina: Javnaðarmál síggjast væl og virðuliga aftur í sam­ gonguskjalinum, hóast tað ikki verða brúkt eins nógv lýsingarorð upp á tey í hesum skjalinum, sum í CHE­skjalinum. »Men tað er betur at fáa javnaðarmál framd í verki saman við Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, enn at eiga tey á papíri saman við Tjóðveldi.« Guð gævi at hesi orðini eru røtt sum JJ sigur, so tann meinigi løntakarin, sjómaðurin og pensjunist­ arnir ikki verða riknir frá húsi og heimi, sum undir síðstu kreppu. Nógv liva enn, um eg kann brúka orðið, í útlegd. Við javnaðarkvøðu 13. kvøld Nei til bústaðarskatt løgtingsmaður Gerhard LoGnberG Tá vit nýggjársdag í tíð­ indasendingini í útvarpin­ um kl. 14 hoyrdu ein stutt­ an samandrátt úr nýggjárs­ røðuni hjá Drotningini verða lisinan upp og tíð­ indamaðurin móti endan­ um í einum speiskum tóna segði nakað soleiðis: “ .. so komu tey 10 sekunduni, sum vit øll høvdu bíðað eftir ..” . Tað var nevniliga heilsanin til Føroyar, sum Drotningin tá bar fram, ið hann meinti við. Hetta er ikki fyrstu ferð, at vit hoyra persónlig “anti­ donsk” gylp í okkara almenna Public Service Kringvarpi. Men ikki nokk við tað. Í fyrstu “Dagur og vika” í árinum, fekk for­ maðurin í Tjóðveldi høvi til í beinleiðis sending frá studio at gera politiskar viðmerkingar til ópolitisku nýggjársrøðuna hjá løg­ manni. Eingin av hinum politisku floksleiðarunum fekk sama møguleika, men hví júst formaðurin í Tjóveldi, ið bert umboðar 25% av fólkinum? Hvat við hinum 75%, hvør svarar fyri tey? Nýggjárs­ røðan hjá løgmanni er annars ikki ein politisk løgmansrøða, men ein nýggjársheilsan frá løg­ manni sjálvum – ikki frá samgonguni ­ til Føroya fólk við atliti til tað, sum farið er fram í árinum og tí, sum stendur fyri framman. Framíhjárættur í Kringvarpi Føroya Omanfyri nevndu hending­ ar eru bert ein dropi í havi­ num. Undirritaði hevur onkuntíð ringt niðan til Kringvarpið fyri at gera vart við tendensiøs ella propaganda líknandi fyri­ brigdir av somu skuffu, men tað fær mann ikki nakað burturúr. Ein tíð­ indamaður (sami sum við Drotningini omanfyri) belærdi meg um, at objek­ tivitetur fanst ikki. So blivu vit tað klókari! Tjóðveldis áskoðanin hevur havt og tykist framvegis at hava ein óskrivaðan framíhjárætt í okkara Kringvarpi – bæði so og so! Við Public Service skyldum hangandi um beinini og gjøgnumskygni sum ófrávíkiligt krav verð­ ur neyðugt at broyta prak­ sis í Kringvarpi Føroya ella at broyta navnið til Tjóð­ veldisvarp Føroya ­ kvilkin skulu vit velja, frú Kring­ varpstjóri? Fyrispurningur til Kringvarpstjóran: Kringvarp Føroya ella Tjóðveldisvarp Føroya - kvilkin skulu vit velja? reGin eikhóLm Ætlaðin hjá Tórshavnar Kommunu at umvæla ítróttar­ og samkomuhøllina á Hálsi bleiv slept á síðsta býráðfundi. Eftir liggur rokningin uppá 5.4 mió.kr. til ta donsku fyritøkuna, sum hevur gjørt tekningar­ nar til umvælingina. Eg haldi, at pengarnir vóru betri farnir, um vit høvdu umvælt høllina. Nú fáa vit so einki fyri hasar 5,4 mió.kr. Umvælingarætlanin av ítróttar­ og samkomuhøllini er aftur eitt tekin um, at meirilutin arbeiðir í blind­ um, og at tey ikki hava tamarhald á teimum ætlað­ um, sum settar eru í kortið. Eg vænti ikki, at viðurskift­ ini verða betri við nývalda meirilutanum – kanska heldur verri. Argja skúli Sama umgang, sum við høllini, ætlaði partur av meirilutanum at geva Argja skúla. Har hevur komm­ unan brúkt áleið 20 mió.kr. sum eisini høvdu farið fyri bakka, um skúlin ikki bleiv samtyktur. Eitt er víst, og tað er, at kemur nýggi skúlin ikki nú, so verður seinur dagur at hann blívur bygdur. 4. juli 2008 var lisitiatión av skúlanum, og tá vistu øll, hvat kostnaðurin fyri skúlan kom at verða. Síð­ ani lisitiatiónina í summar, hevur Heðin Mortensen vent nógvum bøkkum, og hevur hann klipt nógvar snórar til sera kostnaðar­ miklar byggiætlanir. Men nú, aftaná valið, heldur borgarstjórin, at Argja­ børn framhaldandi skulu ganga í skúla í donskum bingjum. Óneyðugt er at siga, hvat tað var fyri ein polittikari, sum áðrenn valinum, billaði fólki inn, at trøðini í Havn vuksu upp í Himmalin, við at lova bæði líkt og ólíkt. Nei Heðin góði, nú skulu tit haldast fast í tykkara gyltu vallyftum. 5,4 mió. kr. í vaskið hjá Tórshavnar kommunu býráðslimur Sjúrður oLSen 49. partur Vit skulu nú hyggja eftir seks teimum seinastu versunum í bíbliuni: Eg, Jesus, havi sent eingil Mín at vitna hetta fyri tykkum um samkomurnar. Eg eri rótskot og ætt Dávids, hin bjarta morgunstjørna. Vers 16. Jesus talar her sjálvur til okkara, og tað er sera hóskiligt, at hetta stendur her við endan av bókini. Tí hann stendur aftan fyri ikki bert hetta, men eisini stendur hann aftanfyri alla bíbliuna, hon er innblást av Gudi, sum eg eisini havi roynt at peika á aftur og aftur í hesum stubbum, sum eg havi skrivað. Eg havi tikið nakað fram av teimum ræðuligu dóm­ um, sum koma yvir tey, sum ikki vilja venda við. Men her kemur so aftur ein innbjóðing til frelsu: Andin og brúðurin siga: "Kom!" Tann, ið hoyrir, sigi: "Kom!" Tann, ið tystir, komi! Og tann, ið vil, taki vatn lívsins fyri einki!" Vers 17. Síðani kemur ein sera álvarsom ávarðing: Eg vitni fyri einum og hvørj­ um, sum hoyrir profetorð­ ini í hesi bók: Leggur nakar nakað aftrat hesum, skal Gud leggja á hann plágurnar, sum skrivað er um í hesi bók. Og tekur nakar nakað burtur av orðunum í hesi profetabók, skal Gud taka lut hansara burtur frá træi lívsins og úr hinum heilaga staði, sum skrivað er um í hesi bók. Vers 18­19. Harrans afturkoma stendur fyri durunum. Bíblian sigur,at hann kemur niður við veldis­ rópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds og rykkir samkomu sína upp í luftina at møta sær. 1. Tess. 4,16­ 17. Hann kemur eisini at frelsa Ísrael, føtur hansara skulu standa á Oljufjalli­ num. Zak. 14,4. Bíblian endar við hesum orðum: Hann, sum vitnar hetta, sigur: "Ja, Eg komi skjótt!" Amen! Kom, Harri Jesus! Náði Harrans Jesusar veri við øllum! Vers 20­21. Framhald Bíblian innblást av Gudi - ikki mannaorð um Gud richard danieLSen viðmerkingar