týsdagur 6. januar 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 3 - 6. januar 2009
11
Viðmerkingar til fótbóltin fyri
børn, nú fundur verður við
feløgini í januar um
ungdómsfótbóltin
Mælt verður til at givin verða
undantaksreglur vegna aldur.
Tey smærru feløgini fáa
lættari við at manna lið, og
sentraliseringin av fótbóltin,
sum ger at alt færri og færri
spæla fótbólt úti á smærru
bygdunum
Aldursmunurin talar fyri
undantaksreglu
Tveir dreingir um sama aldur
hava ikki neyðturvuliga sama
biologiska aldur. Børn mennast
í stórum rykkum, og ein skal
verða dugnaligur til at avlesa
munir og broytingar. Ein kann
tí ógvuliga seint avgera, hvørt
ein er “evnaríkur” ella ei. Ein
skal tí verða varin við “úttøku”,
tá vit arbeiða við ungdóms
fótbólti. Ein kanning í Portugal
vísir, at eingin meining er í at
velja út, heilt upp í 12 árs aldur.
Kropsligu fortreytirnar fyri
fótbólti eru so ymiskar.
Í portugiskari kanning vísir
aldursspreiðingin hjá einum
bólki av spælarum. Út eftir
einum xása verður aldurin
vístur eftir dópsbrævininum, og
eftir y ásini vísur teirra
biologiska aldur.
Her vísir myndin tveir leik
arar um 12 ár. Á myndini sæst
ein leikari, sum er seint mentur,
er biologiskt um 9 ½ ár, meðan
hin drongurin er um 14 ½ ár.
Við øðrum orðum vil tað siga,
at í 1213 árs aldri kann mun
urin verða heilt upp til 5 ár.
Kanningin vísti harumframt,
at teir seint mentu leikararnir
nærum ongantíð vóru á
úrvalsliðum. Sjálvt millum U
15 leikarar kann veruligi aldurs
munurin verða um 4 ár. Tað
sama siga kanningar hjá franska
fótbóltssambandinum eisini.
Á hesum aldri er also eingin
meining í at samanbera leikarar
og teirra avrik. Vit eiga ikki at
velja út í hesum árgangum.
Ístaðin eiga vit at fasthalda ein
stóran bólk og differentieraða
venjing og dystir, soleiðis at
leikararnir eru settir eftir menn
ingarstigi. Málið skal verða at
so nógv børn, sum møguligt
venja og í tí rætta umhvørvin
um og í bygdasamfeløgunum.
Kappingarhátturin leggur ov
stóran dent á avriki
Vit eru noydd at velja út eina
ferð, fyri at “fóðra” teir betru.
Men týdningarmikið er, at vit
velja út í røttu løtu og við grund
arlagi í evnunum og ikki í tí teir
vísa. Núverandi kappingarháttur
leggur ov stóran dent á avriki
hjá spælaranum her og nú.
Vit býta eftir dygd ov tíðliga,
sum nevnt. Tað er ein misskilj
ing, tá vit siga, “at lige børn
leger bedst”. Veruleikin er, at
vit býta lið, sum skjótast fyri at
vinna dystir og kappingar. Tí
velja vit teir leikarar, sum
mennast skjótt. Men hvat við
teimum, sum mennast á annan
hátt og seinni verða vald frá?
Trupuleikin er, at hesi skilja,
at tilboðið er verri, og teir tí
ikki fáa eins góða og hóskandi
venjing sum hini. Tað er hesin
bólkur, sum velur fótbóltin frá
og fara frá sínum vinfólkum.
Samstundis vita vit, at børn
læra best við tað tey eyðgleiða.
Vit beina dugnaligastu fyri
myndirnar burtur á C og D liðn
um, sum leikararnir læra av við
at hyggja at.
Men betru leikararnir hava
eisini ein trupulleika. Um vit
savna teir bestu í ein hóp, skapa
vit eitt umhvørvi, har tað sjálvt
hjá teimum bestu er trupult at
eydnast og ringt at menna tey
torføru tingini, t.d. eina temj
ing. Skal leikari menna eina
seina og ótrygga dribling til
eina skjóta og trygga dribling.
Tað tekur tíð og krevur eitt
umhvørvi, har tann dugnaligi
leikarin hevur tíð, pláss og at
hann eydnast. Hetta gerst best í
einum umhvørvi, har ein kann
royna ymiskt og eisini gera
mistøk, uttan at tað fær
avleiðingar.
Hava vit ráð at minka
leikarahópin?
Vit hava ikki ráð at minka um
okkara evnaríkastu leikarar og
minka um møguleikararnar hjá
leikarunum at mennast. Hetta
gera vit, um vit velja út ov
tíðliga og seta harvið ein bólk
útum alt ov tíðliga.
SBU (Sjælland Bold Union)
hevur havt góðar royndir við
reinum árgangi, og tykist
áhugin verða fyri at seta hetta í
verk um alt landið. Tey, ið siga
at tað ikki ber til, siga at tey
smáu feløgini ikki fáa mannað
lið, um tey bert kunnu nýta ein
árgang. Tann trupulleikin verð
ur loystur við undantaksloyv
um, so tey kunnu brúka tveir
árgangir. Møguliga gevur tað
teimum ein fyrimun, men eru
vit samd um, at menningin er
týdningarmiklari enn úrslitið
fyri hesar árgangir, so er í lagi.
Kanska verða dystirnir javnari,
enn vit geva okkum far um, og
spenningur um úrsliti eisini.
Vit vita eisini frá altjóða
kappingum í Danmark, at tey
loyva upp til 3 leikarar, sum eru
ov gamlir, t.d. føddir eftir 1.
august, ístaðin fyri 1. januar.
Vit síggja eisini, at í størri mun,
verður undantaksloyvið latið
teimum smærru feløgunum,
fyri at tey kunnu mannað síni
ungdómslið.
Kappingar upp til 12 ár í
stevnuformi (ikki FM)
Skotið verður upp at broyta
kappingarnar upp til og við
piltar / gentur 10-12
Fótbólturin er til fyri børnini!!!
Munur er á barna og vaksna
mannafótbólti!!
Fótbólturin er til fyri børnini!!
Nógvastaðni stríðast leiðarar
við ótilætlaðum fortreytum fyri
bólti fyri børn (912 ár). Og
nógvastaðni gera leiðarar nógv
fyri at broyta okkara vanabundna
hátt, úrslitastrongdu venjarar, og
fremst av øllum: Tvørrandi vitan
um barnavenjing.
Tað er alt ov stórur munur frá
“ætlan til veruleika” - frá venj-
ing til dyst.
Hetta eru grundleggjandi
sjónarmið, arbeitt verður við!
Vit eiga ikki at skilja breiddar
ítróttin og elituna! Tað fót-
bóltsliga og sosiala eiga at
ganga hond í hond.
Um vit skulu uppliva fram
gongd í fótbóltinum, ber ikki til
at klúgva træið í helvt og savna
fruktirnar í toppinum av træn
um. Vit skulu heldur geva træn
um gróðrarlíkindi.
Góðskuna kring venjinga og
dystirnar nógv hægri!!
Tí er avgerandi at vit seta góð
skuna og miljøið kring venjinga
og dystirnar nógv hægri.
Um vit lata børnini spæla við
ov stórum krøvum, so uppliva
tey at “fiasko”, “frustatiónir”,
og trýst og í seinna enda fara
tey burtur úr fótbóltsheiminum.
Børn hava brúk fyri trygg
leika. Venjingin skal verða treyt
að av, at tey eydnast – eg verið
ikki koyrdur niður á B liðið, tí
eg eri verri, samstundis sum mín
ir vinmenn eru á hinum liðnum.
Børn hava brúk fyri at spæla.
Venjarin er blíður, róligur, tolin
og dámar væl at spæla.
Tey hava sosialan tørv. Tey
eru saman og vilja verða partur
av bólkinum. Tí skapar venjarin
trivnað og tryggleika.
Børn liva í “nú’inum”. Úrslit
og støður er ikki nakað, sum vit
eiga at leggja dent á.
Eitt úrslit av verandi gongd
verður eitt fráfall í barna og
ungdómsfótbóltinum, og ein
støðgur í framgondini hjá
landsliðunum.
Kappingarskipan broytast
Tí vilja vit meina, at núverandi
kappingarskipan við denti á
úrslitini frá viku til viku verður
skift út við stevnum.
Øll luttakandi feløgini skipa
fyri einari stevnu, t.d. 10 lið,
har tvey skipa fyri einari stevnu
sama vikuskifti við 5 liðum í
hvørjari kapping.
Frá at styrkismeta liðini í
A,B, og C – verða liðið mannað
av tveimum frá A, tveimum frá
B, og einum frá C liðnum. Vit
fara also frá reinum vinnara
liðum og reinum taparaliðum.
Skráin kann gerast soleiðis at
onki lið møtur sama mótstøðulið.
Latum okkum sláa fast: Hetta
broytir ikki tað grundleggjandi
við fótbóltinum! Børnini fara
altíð inn við tí fyri eyga at
vinna! Tað liggur í okkum, og
soleiðis eigur tað at verða.
Men tann dugnaligi venjarin
dugur at skapa tann rætta andan
og menna einstaka liðið og
leikaran. T.d. at lata tann stóra
verjuleikaran fara niðan á
miðjuna at royna seg, kanska
við tí úrslitið at liðið tapur.
Tað sum eg hugsi um her er,
at tá vit siga, at tað er ikki so
týdningarmikið at vinna ein
dyst, men tað týdningarmesta
er at menna leikararnar.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Mælið til broytingar
í kappingunum hjá
teimum yngru
Tíðargreinin
tíðargreinin
Annfinn Danielsen,
Ungdómsvenjari hjá MB