týsdagur 6. januar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
vinnan
Nr. 3 - 6. januar 2009
Árið 2008 hilnaðist
serstakliga illa hjá
íleggjarum, sum settu
pengar í partabrøv.
Stóra C20 vísitalið
á keypsskálanum
í Keypmannahavn
hevði eitt fall upp á
46 prosent, og ávís
føroysk partabrøv
høvdu enn størri
fall enn tað. Bæði
hjá Føroya Banka og
Eik Banka hava tey
bestan hug at gloyma
partabrævaárið 2008
og blaða víðari í
álmanakkanum
kursfall
Leif Láadal
leif.laadal@gmail.com
Føroyskir
íleggjarar
eru
komnir so dyggiliga niður á
jørðina aftur, eftir at hava
sveima rættiliga høgt í 2007
og fyrstu mánaðirnar av
2008. Frá á leið 2000 til í
2007 tyktist tað sum at parta
brævakursirnir bara hækk
aðu og hækkaðu, men so
hvørt sum amerikanska bú
staðarkreppan bleiv til eina
amerikanska fíggjarkreppu,
sum síðani til eina altjóða
fíggjarkreppu,
broyttist
marknaðurin. Partabræva
kursir um allan heim fullu,
og tá serfrøðingar vóru lidn
ir við at tosa um, at nú høvdu
kursirnir rakt botnin, fullu
teir bara enn meira. Árið
2008 var ein marra alt sum
tað var, tá tað snýr seg um
íløgur í partabrøv; tað eru
flest øll samd um. Ein av
teimum er Sverri Justinus
sen, leiðari fyri Eik Makets
hjá Eik Banka.
Summir føroyskir íleggj
arar hava gjørt tann klass
iska feilin, at teir hava gjørt
ov stórar íløgur í partabrøv,
meðan tíðirnar hava verið
góðar, og kursirnir tí hava
verið rættiliga høgir, sigur
Sverri Justinussen.
Hann veit tí væl, at hesar
støður í nógvum førum ikki
kunnu vera nógv øðrvísi, tí
í ringum tíðum – tá kursirnir
eru lágir – hava íleggjarar
ikki so nógvar pengar til
íløgur.
Men tað er synd, at
farna árið hevur kostað
íleggjarum so nógv, tó at
hesar royndir vónandi fara
at læra teir at halda høvdið
kalt eina aðruferð, leggur
hann afturat.
Eisini í Føroya Banka
hava tey bestan hug at
gloyma partabrøvini í 2008.
Partabrævaárið 2008
var beinleiðis til skrelli
spannina, men hinvegin
royndust lánsbrøvini sum
tað tryggara íløguaktivi, og
tí fegnast kundar okkara
við stórari yvirvekt í láns
brøvum fyri, sigur Arnfinn
ur Gudjónsson, íløguráð
gevi í Føroya Banka.”
Eingin løtt loysn
Í nógvum førum líkist hand
il við partabrøvum einum
pyramiduspæli. Tey sum
keypa síðst, betala vinningin
hjá teimum, sum keyptu
fyrst. Tá tíðirnar eru góðar,
og gongd er á partabræva
søluni, hækkar kursurin.
Vit sóu tað serliga við tveim
um føroyskum feløgum,
Atlantic Petroleum og Eik
Banka. Fólk stóðu í røð fyri
at keypa partabrøv, tí tey
hoyrdu søgurnar um onnur,
sum høvdu keypt fyri ein
serliga lágan kurs, og nú
var kursurin tvífaldaður og
gott tað.
Tey, sum vóru somikið
heppin, at tey keyptu tíð
liga, hava ikki mist pengar,
meðan tey sum komu síðst
við, kunnu missa nógvan
Tá partabrævaárið 2008
skal gerast upp, sæst at
ávirkanin frá lækkandi
kursum og húsagangum
í londunum kring
okkum, hevur ávirkað
føroyska útflutningin. -
Tað verður tí í summum
førum neyðugt at finna
aðrar marknaðir, ella
satsa meira upp á teir
marknaðir, har sølan
av fiski er best, sigur
Johnny í Grótinum,
búskaparfrøðingur og
deildarleiðari í Føroya
Banka
nýggjar
avbjóðingar
Leif Láadal
leif.laadal@gmail.com
2009 verður eitt torført ár,
tá vit tosa um vinnulív. Tað
metir Johnny í Grótinum,
búskaparfrøðingur og deild
arleiðari í Føroya Banka.
– Tað fara eisini at verða
skaptir millióningar í 2009,
men tað fer at krevja meira
enn tað hevur gjørt seinnu
árini, sigur hann.
Tá vit tosa um føroyskan
útflutning, ið sum kunnugt
mest er fiskur, eru nakrir av
stóru keyparunum av før
oyskum fiski hart raktir av
fíggjarkreppuni. Serliga illa
stendur til í Bretlandi, og
Johnny í Grótinum metir tí,
at tað vildi verið skilagott
at skeitt aðrar vegir hjá før
oyskum útflutningsfyritøk
um.
Pund kontra evru
Johnny í Grótinum vísir á,
at bretska pundið er viknað
eini 2025% í 2008 grundað
á vánaligu gongdina í
bretska
búskapinum
og
lækkandi
rentuna,
har
fíggjarsektorurin jú fyllir
sera nógv. Evran er stórt
sæð óbroytt í 2008 grundað
á fastkurspolitikkin í Dan
mark, hóast eitt ávíst trýst
var á krónuni út á heysti,
sum tó bleiv niðurbart við
eini
rentuhækking
hjá
danska Tjóðbankanum.
– Sostatt eru evropeisku
útflutningsmarknaðirnir
herundir Týskland í 2008
blivnir eini 25% meiri kapp
ingarførir enn Stórabretland
til at keypa føroyskar út
flutningsvørur. Útlit eru til,
at bretski búskapurin fram
vegis verður í trupulleikum
í 2009, hóast bretska pundið
helst styrkist í mun til evr
una, grundað á útlitini til, at
rentan í evrum lækkar mun
andi. Tað kann tí vera skila
gott hjá føroyskum útflutn
ingsfyritøkum at hyggja til
evropeiska fastlandið eftir
nýggjum avtakarum til før
oysku útflutningsvørurnar,
sigur hann.
Eftirlit
Tað hevur verið tosað um,
Mugu finna aðrar marknaðir til útflutningin
Partabrævaárið 2008: Gloym tað
FAKTA
Kursfall á føroyskum
partabrøvum í 2008:
Eik Banki -80%
Faroe Petroleum -70%
Atlantic Petroleum -69%
Føroya Banki -30%
Atlantic Airways -26%
Tað var ikki nógv annað enn bygningarnir hjá føroysku fyritøkunum á virðisbrævamarknaðinum, sum fingu ein sólargeisla í 2008.
Samanumtikið fullu kursirnir við meira enn 50 prosentum í 2008, men í 2009 fer at ganga rætta vegin aftur, meta serfrøðingar
Mynd: Leif Láadal
Stóri útflutningsmarknaðurin
Bretland er hart raktur av
fíggjarkreppuni. Tí vildi tað
verið bæði gott og natúrligt at
hugt eftir øðrum marknaðum
– eitt nú Týsklandi, sum sær
út til at fara at klára seg væl,
heldur Johnny í Grótinum,
búskaparfrøðingur
Norskir alarar vinna pening
Sambært Lars Liabø nevndarformanni í Kontali Analyse, verður roknað við, at norska alivinnan kemur at
forvinna tvær mia. norskar kr. í 2008. Orsøkin er fyrst og fremst bíligari fóður, viknandi kapping, og at
kursurin á norsku krónuni er fallin munandi. Higartil hevur fíggjarkreppan givið norsku alivinnuni eina jaliga
tilgongd. Bíligari fóður, lægri kr. kursur og minni kapping frá kappingarneytunum, er orsøkin til hetta, skrivar
Vinnuhúsið frá www.kyst.no. Roknað verður við, at norska alivinnan fer at geva tvær mia. kr. í yvirskotið í
2008, sum er eitt gott úrslit. Sølan av alifiski er 16 mia. kr. í 2008 og gevur hetta sostatt eitt avkast á 10%,
sum er yvir miðal. Framleiðslukostnaðurin av einum kilo av alifiski er umleið 20,50 norskar kr. Hetta er lægri
enn fyri fáum mánaðum síðani og er orsøkin tann, at fóðurprísurin er lækkaður, og at sjúkustøðan í norsku
alivinnuni er góð í løtuni. Síðan fíggjarkreppan tók dik á seg, eru rávørurnar til alifóður fiskaolja og
fiskamjøl falnar 40% í prísi og Lars Liabø roknar við, at prísurin fer at fella enn meira í 2009.
Kelda: www.industry.fo