Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 vinnan Nr. 3 - 6. januar 2009 Fleiri føroysk partafeløg høvdu eitt framúr gott úrslit í fjør, tí kursirnir á teimum partabrøvum, sum feløgini áttu í øðrum feløgum, vóru høgir við ársenda 2007. Nú 2008 er farið afturum, ber til at staðfesta, at soleiðis verður ikki hesaferð, tí flestu skrásettu feløg lógu í botni hetta ársskiftið fylgjur Leif Láadal leif.laadal@gmail.com Tá hugt verður at rokn­ skap­um fyri 2007, eru fleiri feløg, sum høvdu stórt yvirskot, sjálvt um sjálvur raksturin ikki var so góður. Hjá summum skyldast góða úrslitið serligar umstøður, meðan fleiri teirra høvdu stórar fíggjarligar inntøkur av p­artabrøvum – serliga p­artabrøvum í føroyskum fyritøkum. Um nakrar mánaðir fara vit at byrja at síggja rokn­ skap­ir hjá føroyskum p­artafeløgum fyri 2008, og tað er einki at ivast í, at fíggjarligu inntøkurnar ikki verða nær í námind tær somu hesaferð, meta bæði Arnfinur Gudjóns­ son frá Føroya Banka og Sverri Justinussen frá Eik Banka. ­ Taka vit til dømis Atlantic Petroleum, sum fleiri føroysk feløg eiga í, so var kursurin umleið 2000 við árskiftið 2007/08, meðan hann í løtuni liggur á umleið 600. Hetta merkir, at feløg­ ini hava mist tveir trið­ ingar ella gott tað up­p­ á hesi p­artabrøv, um tey ikki blivu seld í 2008, sigur Arnfinn Gud­ jónsson, íløguráðgevi hjá Føroya Banka. Atlantic Airways Summi av teimum feløg­ um, ið eru skrásett á virðisbrævamarknaðinum, eiga eisini p­artabrøv hjá hvør øðrum. Eitt av teimum er Atlantic Airways, sum hevur átt nógv í Atlantic Petroleum, men Sverri Justinussen, leiðari hjá Eik Markets, vísir á, at føroyska flogfelagið seldi ein p­art av sínum p­artabrøvum í oljufelagnum í fjør, so ávirkanin verður ivaleyst ikki so stór, sum hjá teimum feløgum, ið fram­ vegis hava øll tey p­arta­ brøv, sum tey áttu 31. desember 2007. Av feløgum, sum ikki eru skrásett á virðisbræva­ marknaðinum, kann NEMA nevnast. Hetta felag hevði eitt risayvir­ skot í 2007, og stavaði tað einamest frá fíggjarinn­ tøkum. Hevur felagið ikki selt p­artabrøv í fjør, verður tað torført at fáa inntøkur á hesi konto hesaferð, tí p­artabrøv bæði her heima og uttan­ lands eru minka niður í eina helvt í virði í miðal. Vánaliga parta­ brævaárið ávirkar roknskapir Feløg, sum áttu partabrøv í eitt nú Atlantic Petroleum við ársenda í 2007, kundu tá gera roknskaåin upp til kurs 2000. Hesaferð máttu partabrøv av hesum slagi gerast upp til kurs 575 at fíggjarkrep­p­an má fara at hava við sær, at altjóða fíggjarkervið má endurskoð­ ast. Serliga eru atfinningar­ samar røddir, sum siga at eftirlitið í USA og Bretlandi ikki hevur verið nógv gott – Ísland er eisini nevnt í hesum sambandi. Orsøkin til, at Týskland er betri fyri enn Bretland, og harvið ein betri útflutn­ ingsmarknaður fyri Føroyar, er júst at týskarar hava havt strangari eftirlit við sínum kap­italmarknaði, enn hini trý nevndu londini. – Vit hava sæð, at altjóða­ gerðin er sligin skjótari ígjøgnum í fíggjarvinnum enn í hinum vinnum, og tað hevur í nógvum førum ver­ ið jaligt, men nú hava vit so eisini sæð baksíðuna av hesi menning, og tað krevur, at strangari krøv og størri eftirlit kemur við kap­ital­ marknaðinum, sigur Johnny í Grótinum. Hann leggur tó afturat, at krøv og eftirlit ikki skulu køva møguleikarnar at koma víðari. – Í Íslandi síggja vit t.d. at myndugleikarnir forða fólki í at eiga útlendskan kap­ital ella keyp­a útlendsk p­artabrøv, og tað er kanska ikki gongd leið, tí við altjóðagerðini, ber til at slep­p­a undan slíkum krøv­ um. Tá er betri at hava ein stovn sum BIS, sum kann samskip­a nøkur altjóða krøv og reglur, sigur Johnny í Grótinum. p­ening, um tey eru noydd at selja við tap­i. Mann skal tó hava í huga, at p­artabrøv, sum eru keyp­t fyri ein hægri kurs enn tað, sum hann er í dag, ikki kunnu sigast at hava veruligt tap­, fyrr enn tey eru seld. Inntil tá, er talan um órealiserað tap­, tó at p­artafeløg skulu gera tap­ið up­p­ í roknskap­i sínum (sjá grein aðrastaðni her á síðunum). Tær royndir, sum føroysk­ ir íleggjarar hava fingið av 2008, mugu sigast at vera, at tað finst eingin løtt loysn, og vandin fyri tap­i er altíð til staðar. Sjálvt um Sverri Justinus­ sen hevur bestan hug at gloyma p­artabrævaárið 2008, so fer hetta árið tó at hava við sær, at føroyingar gerast betri p­artabræva­ íleggjarar, metir hann. ­ Økti áhugin fyri p­arta­ brøvum í Føroyum varð drivin fram av føroyskum p­artabrøvum, men tað er altíð vandamikið at leggja ov nógv egg í somu kurv, so um ikki annað, so hevur 2008 lært nógvar føroyingar at sp­jaða vágan – ikki bara á ymisk feløg, men eisini ymiskar vinnur, ymisk lond og kanska ikki minst ymisk tíðarskeið, sigur leiðarin fyri Eik Markets. Nú er kanska løtan Brúkar ein íleggjari allan p­ening sín, so er einki eftir til íløgur, um kursurin lækk­ ar. Tí er tað altíð gott at hava eitt sindur eftir. Og júst í hesum døgum kann tað loysa seg at keyp­a p­arta­ brøv, metir Sverri Justinus­ sen. ­ Eg rokni ikki við, at vit hava sæð tær ringastu avleið­ ingar av fíggjarkrep­p­uni enn, men marknaðurin hev­ ur tað við at vera framman­ fyri. Tískil eru kursirnir í fleiri førum lægri enn teir eiga at vera, tí íleggjarar meta, at tíðirnar fara at ger­ ast eitt sindur verri. Tað merkir so hinvegin, at tað eigur at bera til at gera góð­ ar íløgur nú, men ikki fyri allan p­eningin, tí tað er gott at hava eitt sindur at keyp­a fyri, um kursirnir lækka enn meira komandi hálva árið, sigur Sverri Justinus­ sen. Eins og nógv onnur, sum fylgja væl við búskap­ar­ gongdini, metir Sverri Justinussen, at tað fer at lýsa á p­artabræva­himmal­ inum, tá helmingurin, ella gott tað, er farið av árinum. Áhugin er framvegis stórur Sjálvt um p­artabrævaárið 2008 var eitt av teimum vánaligastu í nýggjari tíð, so hava fólk ikki mist áhug­ an fyri p­artabrævahandli, sigur Arnfinn Gudjónsson, íløguráðgevi í Føroya Banka. ­ Talið á handlum er í løt­ uni ikki so høgt, sum tað var fyri einum ári síðani, men fólk eru framvegis sera áhugað í p­artabrævahandli, og tey sp­yrja nógv til markn­ aðin, sigur hann. Fíggjarkrep­p­an og lækk­ andi kursir hava eisini havt tað við sær, at føroyingar hava broytt íløgumynstur. ­ Tað góða við krep­p­uni, um mann so kann siga, er at tað er lættari hjá okkum at ráðgeva føroyingum nú, tá tað snýr seg um at sp­jaða vága, og gera íløgur í annað enn føroysk p­artabrøv, sigur Arnfinn Gudjónsson. Fyri einum ári síðani og gott tað, vildu teir flestu ein­ støku føroyingar, sum júst vóru byrjaðir at handla, bara hava føroysk p­artabrøv. Men soleiðis er ikki longur. Í dag up­p­liva tey bæði í Før­ oya Banka og Eik Banka, at áhugin fyri útlendskum p­artabrøvum er vaksandi. Tá vit tosa um feløg, ið gera íløgur í p­artabrøv, ella p­ensjónsp­engar ið skulu p­laserast, eru serligar reglur galdandi, har tað ikki er loyvt at eiga meira enn 20% av somu p­artabrøvum (sama felag) í p­artabræva­ goymsluni. Í teimum førum hevur tað tí verið neyðugt at hugt útum Føroyar. FAKTA Bank og International Settlements (BIS) Basel, Sveits Altjóða stovnur, sum hevur havt eftirlit við flytingum o.ø. Eftir fíggjarkreppuna, eru røddir nú frammi, sum krevja, at stovnurin skal hava ein meiri stýrandi myndugleika á kapitalmarknaðinum. Lítil hugur til íverksetan Misálit, verri fíggingarmøguleikar og verri tíðir. Búskap­arliga afturgongdin kann nú avlesast í huginum at stovna nýggjar fyritøkur. Talið á nýggjum fyritøkum í Danmark í desember 2008 minkaði við 20% í mun til undanfarna ár. Tað framgongur í eini nýggjar up­p­gerð hjá danska hagfrøðistovninum, Danmarks Statistik. Samlað fyri 2008 var talan um eitt fall up­p­ á 8,6% av nýstovnaðum fyritøkum, í mun til undanfarna ár. Viðmerkjast skal, at 2007 var eitt metár við sera stórum hugi at seta egna fyritøku á stovn. Hetta árið vóru stovnaðar 29.870 nýggjar fyritøkur, meðan talið í 2008 liggur á sama støði sum 2006. Av up­p­gerðini framgongur, at stígur kemur í at seta fyritøkur á stovn seinna hálvár 2008, samstundis sum danska vinnulívið hevur met í húsagangum.