Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 vinnan Nr. 3 - 6. januar 2009 Steve Jobs: Ja, eg eri sjúkur Kendi stovnarin og eigarin av Apple, Steve Jobs, viðgongur nú, at hann er sjúkur og at hetta er orsøkin til, at hann ikki kemur at halda sína árligu talu á vælumtókta Macworld 2009. Talan er tó ikki um krabbamein, sum tey flestu hava hildið, at Steve Jobs stríðist móti, men harafurímóti eitt ólag í horminunum, ið hevur tikið vekt og megi av kenda toppleiðaranum. Tað skrivar Steve Jobs í einum almennum brævi til tey mongu Apple viðhaldsfólkini og íleggjarar, ið ávirka Apple partabrævið hvørja ferð, søgurnar um Apple-stjóran fara í umferð. Kelda: www.bl.fo Seinastu tíðina hava fólk upplivað, at peningastovnarnir eru vorðnir nógv varnari at lata lán og at loyva troti. Vit vita um fleiri dømi, har kundarnar hava upplivað, at nú er nýggir bollar í bankasuppuni Fíggjarmál Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Sosialurin hevur fingið fleiri fráboðanir frá fólki, sum hava upplivað, at pen- ingastovnarnir nú tátta í við- víkjandi lánum og troti. Hetta, aftan á eitt áramál við uppgangstíðum og bjart- skygni. Men nú jólini eru farin framvið, og slúknu januar- kontoirnar skulu fyllast aft- ur, kunnu vit bert staðfesta, at vánaligu búskaparútlitini eisini eru farin at merkjast hjá meiniga føroyska banka- brúkaranum. Hesin er í besta føri púra óheftur av øllum peningastovnum, og í ringasta føri læntur upp um bæði oyru, við troti á kontoini og stakkum av ógoldnum rokningum. Óan- sæð, so hava vit øll brúk fyri einum peningastovni, so ella so. Tænastan broytt Um halguna hava vit á Sosialinum fingið fleiri fráboðanir frá fólki, sum siga seg hava fingið eina øðrvísi viðferð frá bankun- um, enn tey eru von við. Vit fara ikki í smálutir við mál- unum, bæði tí fólk aftra seg við at standa fram við navni, umframt at okkara uppgáva er ikki at meta um gjaldsføri hjá føroyskum bankakundum. Heldur ikki kunnu peningastovnarnir úttala seg um ítøkiligu mál- ini. Men samanumtikið vísa áheitanirnar eitt mynstur, sum bendir á eitt rák, sum vit helst skulu venja okkum við: At peningastovnarnir eru vorðnir meira eldhug- aðir at krevja inn og varnari at læna út. Ongin hús á grundstykkið Vit kenna til dømi um væl- útbúgvin hjún, sum eiga grundstykki í Suðurstreymi og væl løntum, føstum størvum hjá tí almenna. Tað kom óvart á hjá teimum, at fáa avslag upp á 1.2 mió. kr. í láni, sum tey ætlaðu at byggja fyri. Hetta hevði valla komið fyri, fyri einum ári síðani ella tveimum. Óhøviskur ráðgevi Kvinna, sum hevði flutt peningaviðurskifti síni í annan peningastovn, varð uppringd av bankanum und- an jólum. Ein gomul konto var av óvart komin á minus 1700 kr. Tónin hjá banka- ráðgevanum var bæði av- gjørdur og óhøviskur: Nú tú hevur flutt tíni viðurskifti í annan stovn, skalt tú ikki lata kontoir standa her og koma í trot. Fá hetta frá hondini beinanvegin! Kund- in var ovfarin, tí hon hevur altíð svara hvørjum sínum í bankanum. Sjómaður fyri skotum Eitt annað dømi eru hjúnini, har maðurin siglir úti og lønin kemur síðst í januar. Lønarkontoin er, sum ofta fyrr, farin á trot. Hóast tey eiga hús og uppsparing, verða tey uppringd av bankanum, við boðum um, at trotið skal burtur innan tvær vikur. Noyðast at selja Eisini hoyra vit um hjún í størri bygd, sum í sambandi við lestrarørindi uttanlands, spyrja bankan, um húsaleig- an kann dekka avdrøgini til húsalánið, meðan tey eru burtur. Hetta verður noktað teimum og tey noyðast at selja húsini. Nei til at umvæla summarhús Maður í Havn, við góðari inntøku og nógvum frívirði, biður um hækkan av láni til ábøtur á summarhúsið. Tal- an er um eina hækking úr 150 tús. upp í 180 tús. Mað- urin fær avslag. Visa-kortið sperrað Ung kvinna, sum verður lønt við provisión, fær løn fyrst í januar. Í samráð við bankaráðgevan verða rokn- ingar kortini goldnar síðst í desember, so kontoin kemur á trot. Men Visa-kortið var sperrað, nú hon fór til hand- ils aftan á nýggjár. Um halguna hava vit á Sosialinum fingið fleiri fráboðanir frá fólki, sum siga seg hava fingið eina øðrvísi viðferð frá bankunum, enn tey eru von við. Bankakundar kenna sviðan