týsdagur 6. januar 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
vinnan
Nr. 3 - 6. januar 2009
– Døpru útlitini
ávirka sjálvandi okk
ara metingar, tá vit
skulu lata lán. Men vit
hava ikki steðgað fyri
útlánum, sigur Janus
Petersen, forstjóri í
Føroya Banka
Fíggjarmál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Sum vit skriva aðrastaðni
her á síðunum, so hava
fleiri fólk kent á sær, at pen
ingastovnarnir hava táttað í
seinastu tíðina. Sigast skal,
at dømini er ikki úr einum
ávísum peningastovni, men
fleiri.
Vit hava spurt forstjóran í
Føroya Banka, Janus Peter
sen, um hetta: hvussu nógv
tey hava táttað í, og hvønn
tað serliga gongur út yvir.
Í Føroya Banka, sum er
millum størstu peninga
stovnarnar í landinum, eru
boðini greið. Krøvini eru
ikki herd sum so. Men
døpru útlitini hava við sær,
at færri lánarar megna at
lúka krøvini. Hetta kemst
einamest av, eins og áður, at
ein meting fer fram í hvørj
um einstøkum føri, um verk
ætlanin tykist skilagóð og
yvirbevísandi, út frá verandi
støðu. Er hon tað, so fæst
fígging eisini.
Men í metingini verður
sjálvandi eisini hugt eftir,
hvussu útlitini eru fyri, at
íløgan fer at loysa seg –
eisini yvir tíð.
Og her kunnu vit siga, at
peningastovnarnir
hava
fingið ein nýggjan leikara
inn á vøllin í mun til fyri
fáum árum síðani: Tí útlitini
eru alt annað enn bjørt.
Minni eftirgevandi
Hetta ávirkar sjálvandi eis
ini hugin at læna og viljan
at læna út. Sambært Janus
Petersen, forstjóra í Føroya
Banka, hava tey ikki steðg
að fyri útlánum. Men ein
stór minking er farin fram.
– Óivað er tað soleiðis, at
færri verkætlanir uppfylla
okkara krøv í dag, tí útlitini
gera, at færri verkætlanir
lúka treytirnar. Her hava
vánirnar alt at siga, sigur
Janus Petersen, sum tó legg
ur dent á, fólk fáa lán, um
verkætlanin er skilagóð og
útlitini fyri at tað hongur
saman, eru bjørt.
Hóast krøvini er tey somu
sum altíð, heldur hann tó,
at tey kanska eru minni
eftirgevandi í dag enn fyri
fáum árum síðani. Sum
hann tekur til: Kriteriini eru
tey somu, men tey vera
kanska hildin meira í dag.
– Hetta kemst av, at tað
eru ikki útlit fyri uppgangs
tíðum í løtuni. So fortreyt
irnar fyri útlánum eru verri
og tað ávirkar sjálvandi kre
ditmetingina, sigur Janus
Petersen.
Spurdur, um ongin munur
er á krøvunum annars, stað
festir bankastjórin, at um
bankin metir, at fólk hava
tryggar og góðar inntøkur
og eginpening, so skuldu
tey fingið lán.
– Her er sum so ongin
broyting. Heldur ikki í mun
til kravið um eginpening.
Men tað kann vera, at vit
hava verið nakað eftirgev
andi, og at vit halda fastari
upp á krøvini í dag, sigur
hann.
Ringja fólk niður
Nakrir av bankakundunum,
sum vit hava havt samband
við, eru uppringdir av pen
ingastovni sínum um jólini.
Til dømis familjan, har mað
urin er sjómaður og kontoin
er á troti, til hann fær løn
sum so ofta fyrr. Tey vórðu
rættiliga illa við, tá ið bank
in ringdi, tí vanliga fer sam
skiftið fram skrivliga ella á
fundi við peningastovnin.
Janus Petersen, forstjóri,
heldur ikki, at fólk eiga at
upplivað eina uppringing
sum nakað negativt, men
sum eitt tekin um tætt sam
starv. Hann vísir í hesum
sambandi á, at tey eru ser
frøðingar í at handfara
óstøðugar inntøkur, eitt nú
hjá sjómonnum. Men hetta
krevur eina neyva stýring
frá øllum pørtum, tí við
hvørt er undirskot, og tá er
neyðugt við jøvnum og
tøttum samskifti.
– Tað kann kanska virka
ógvusligt at tosa saman í
heilum. Men tað er til frama
fyri allar partar, at bankin
er varugir við viðurskiftini,
sigur hann.
Trot er brot
Fólk hava eisini upplivað,
at bankin er vorðin strangari
viðvíkjandi troti. Onkur er
uppringdur og onnur hava
fingið sperrað Visakortið.
Til hetta sigur Janus Peter
sen, at bæði bankin og kund
in hava skyldu til at hava
skipað viðurskifti.
– Tí er umráðandi, at vit
gera greiðar avtalur og at
tær verða hildnar. Ein eftir
støða er altíð ein brotin av
tala ella sløsarí. Avtala held
ur eitt trot, so báðir partar
eru samdir um lániveiting
ina, sigur Janus Petersen,
sum staðfestir, at partur av
teirra dagliga bankavirksemi
er at hava skil á.
– Tað er góður banka
skikkur, sum hann sigur, og
leggur dent á, at trotið eigur
at vera so lítið, sum til ber.
– Í løtuni er tað ikki ein
trupulleiki, tí fólk hava sum
heild lítlar eftirstøður. Og
tað vænta og vóna vit fer at
halda fram, tí vit meta, at
okkara kundar hava góðar
lánsavtalur, sum tey hava
ráð at gjalda, sigur Janus
Petersen, sum heldur ikki
hevur upplivað, at eftirstøð
urnar eru øktar.
Tos millum fólk
Vit hoyra ofta, at vit kunnu
tosa eina kreppu í gongd.
Men er tað ikki júst tað,
sum er við at henda, tá tað
frættist millum fólk, at pen
ingastovnarnir ringja eftir
smápengum og nokta fólki,
sum bæði eiga hús og hava
uppsparing, lán?
Janus Petersen skilur væl,
at fólk tosa um slíkt í hesum
døgum. Eisini fegnast hann
um, at vit taka málið upp.
Tí, sum hann sigur:
– Tað hevur stóran týdn
ing fyri okkum, at hoyra
dømi sum hesi. Samskifti
og atburður mótvegis kund
unum er umráðandi og kann
hava stóra ávirkan á støð
una. So kanska er okkurt,
sum vit skulu hyggja eftir
hjá okkum sjálvum.
Boomið er av
Sum áður nevnt er viljin og
hugurin at læna minkaður
nógv, men ikki steðgaður
heilt. Í Føroya Banka var
miðal
útlánsvøksturin
í
2008 fimm prosent netto,
og brutto eini 10 prosent.
Hetta er væl minni enn tey
tvey undanfarnu árini, men
sæð yvir eitt longri tíðar
skeið, er tað ikki óvanligt.
Vøksturin í landinum hevur
verið øgiligur í 2006, 2007
og 2008, við stórum íløgum
í hús, skip og bygningar, og
kommunur, sum hava gjørt
stórar íløgur.
– Hetta er avgjørt við at
minka, og tølini líkjast nú
meira teimum normalu,
sum vóru undan boominum.
Nú eru vit niðri við normal
in aftur. Ein árligur vøkstur
upp á 10 prosent kann ikki
halda fram, sigur Janus
Petersen, sum kortini vísir
á, at hóast vøksturin er lítil,
so læna tey framvegis til
viðlíkahald og smærri íløg
ur.
Øll bíða
Hann hugleiðir soleiðis um
alheims fíggjarkreppuna, at
í broytingartíðum eru øll
meira varin. So hóast hann
finnur ugga í, at danski
staturin í løtuni arbeiðir við
enn einum tiltaki, sum skal
seta gongd á aftur, so er
veruleikin hann, at í kjalar
vørrinum á kreppuni kemur
ótryggleikin.
– Í løtuni er bankarnir
varnir, og tá er fyrsta reak
tiónin, at man onki ger.
Men, tá ið ótryggleikin er
av, fer støðan eisini at laga
seg, sigur Janus Petersen.
– Óivað er tað soleiðis, at
færri verkætlanir uppfylla
okkara krøv í dag, tí útlitini
gera, at færri verkætlanir lúka
treytirnar. Her hava vánirnar
alt at siga, sigur Janus
Petersen, forstjóri í Føroya
Banka, sum tó leggur dent á,
fólk fáa lán, um verkætlanin
er skilagóð og útlitini fyri at
tað hongur saman, eru bjørt
Boomið er av!
Góðar royndir av gjaldskortum uttan yvirtrekk
Gjaldskort við saldueftirliti eru eitt gott amboð til at varðveita stýringina av privata húsarhaldinum, heldur ein
serfrøðingur, sigur Eik Banki. Gjaldskort sum t.d. Visa Electron og Maestro kunnu ikki yvirtrekkjast, tí saldueftirlit er
á teimum. Júst hetta er gott, tí tað gevur brúkarum eitt amboð til at varðveita stýringina á sínum privata húsarhaldi.
Tað heldur MetteMarie Davidsen. Hon er journalistur og rithøvundur og hevur skrivað fleiri bøkur um privatøkonomi
Hon sigur við DR Nyheder, at tað er ein skilagóð avgerð at brúka gjaldskort við saldueftirliti, tí at brúkarin sjálvboðin
sleppur sær undan yvirtrekkum. Eik bjóðar kundum sínum Visa Electron.