Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 vinnan Nr. 3 - 6. januar 2009 Danskar fyritøkur kunnu spara einar 3 milliardir krónur, ella 16.000 fulltíðarstørv, um miðal sjúkradagatalið minkar við einum degi árliga fyri allan arbeiðsmarknaðin ArbeiðsmArknAður Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Sjúkrafráveran á føroyska arbeiðsmarknaðinum er enn eitt evni, sum vit millum lítið og onki vita um. Hvussu nógvar dagar eru føroyingar burturfrá arbeiði? Hví? Hvussu kunnu vit minka sjúkradagatali? Og hvat kostar tað samfelagnum, tí einstaka og fyritøkum at hava sjúk fólk í starvi? Løgið er tað, at ongin hevur granskað í hesum, tí sjúkrafráveran hevur al­ stóran týdning, bæði fyri trivnaðin hjá tí einstaka og hjá fyritøkuni. Í grannalondum okkara er hetta evni, sum nógv verður gjørt burturúr. Bæði fyri at minka um stuttu sjúkralegurnar, og, ikki minst, fyri at fyribyrgja drúgvu tíðarskeiðini, har starvsfólk eru burturfrá vegna sjúku. Eitt nú hevur danska stjórnin júst kunngjørt eina virkisætlan um sjúkrafrá­ veru, umframt at hon er farin í samstarv við partar­ nar á arbeiðsmarknaðinum, til tess at minka sjúkrafrá­ veruna. 16.000 starvsfólk Í danska blaðnum Børsen var herfyri greitt frá um nýggja kanning um sjúkra­ fráveru. Har verður staðfest, at sjúkrafrávera hevur nógv­ ar útreiðslur við sær. Bæði fyri einstaka starvsfólkið, fyritøkurnar og fyri sam­ felagið sum heild. Minkar sjúkradagatalið, kunnu fyritøkur spara nógv­ an pening, umframt útreiðslur til avloysarar, minkandi góðsku og fram­ leiðslu. Sagt verður millum annað, at danskar fyritøkur kunnu spara einar 3 milli­ ardir krónur árliga, um mið­ al sjúkradagatalið fyri alt landið minkar við einum degi. Sambært tølum frá Danica Pension verður framleiðslan meint rakt av sjúkrafráveru, tí hvør sjúkradagur í samlaða starvsfólkahópinum svarar til 16.000 fulltíðarsett starvs­ fólk í landinum. Hægri innan tað almenna Sjúkrafráveran er hægri millum starvsfólk innan tað almenna. Sambært tølum frá Danmarks Statistik, eru starvsfólk hjá tí almenna í miðal sjúk í 11 dagar árliga, meðan tey á privata arbeiðs­ marknaðinum leggja seg sjúk átta dagar árliga. Ein orsøk til hendan ójavnan er, at talan er um tveir rættiliga ymiskir arbeiðsmarknaðir. ­ Sjúkrasystrar og heima­ hjálpir kunnu ikki fara til arbeiðis, um tey kenna seg ússalig, tí tey kunnu smitta sjúklingarnar, sigur Henrik Holt Larsen, professari við Institut for Organisation, Copenhagen Business School, CBS við Børsen. Men burtursæð frá hes­ um, er fráveran í stóran mun tengd at sálarliga trivn­ aðinum á arbeiðsplássinum, sigur Henrik Holt Larsen. Her hevur ein góð leiðsla størstan týdning, meðan samstarvsandi, umhvørvi, happing og sjikana eisini ávirkar fráveruna. Leiðslan hevur ábyrgd Hann greiðir frá, at ein orsøk til, at starvsfólk brenna út er, at fólk, ella brúkarar, líta ikki blint upp á myndugleikapersónar Milliardir at spara við minni sjúkrafráveru Sjúkrafrávera er í stóran mun tengd at sálarliga trivnaðinum á arbeiðsplássinum. Her hevur ein góð leiðsla størstan týdning, meðan samstarvsandi, umhvørvi, happing og sjikana eisini ávirkar fráveruna. Nýtist kapitalinnspræning Í Fionia Bank bíða tey spent eftir úrslitinum av politisku samráðingunum um ein nýggjan bankapakka. Stjórnin og stuðulsflokkarnir skulu í seinasta lagi hósdagin hava eina semju um, hvørt allir bankar skulu hava pening í teirri kapitalinnspræning, sum staturin ætlar at geva við øðrum bankapakka. Og Fionia Bank, sum er hart raktur av likviditetskreppuni, hevur stórliga hjálp frá statinum, ásannar bankastjórin, Kaj Østergaard Mortensen fyri boersen.dk. – Vit hava havt stórar niðurskrivingar seinasta árið, og við verandi likviditetskreppu, er trupult at fáa hendur á nýggjum kapitali. Tað merkir, at vit hava tært upp á okkara kapitalreservar í staðin, sigur Kaj Østergaard Mortensen við boersen.dk. Og tað kann fáa óhepnar fylgir. – Okkum tørvar at fáa tilført kapital, um vit skulu sleppa undan eini minking av útláns javnvágini í 2009, sigur bankastjórin.