týsdagur 6. januar 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
vinnan
Nr. 3 - 6. januar 2009
»Eg vil so fegin hava, at børnini læra føroyskt«
Hósdagin kl. 8:30 fer Suni Poulsen, organisatiónspsykologur, at leggja fram triðja og seinasta part av kanningini, sum er gjørd
millum føroyskar útisetar í Danmark. Tórshavnar kommuna hevur verið við til at skipað fyri kanningunum, ið varpa ljós á
føroyskar útisetar í Danmark og útlitini fyri at teir koma heim aftur. Triðji og seinasti partur av kanningin er givin út í riti, ið
hevur fingið heitið ”Eg vil so fegin hava, at børnini læra føroyskt”. Við hesum riti er stóra kanningin, sum Norðuratlants-
bólkurin fór undir fyri fýra árum síðani, komin at enda. Fyrsti partur, ið bygdi á tøl frá Danmarks Statistik, var eitt fullfíggjað
yvirlit yvir, hvussu nógvir føroyingar búgva í Danmark, hvussu gamlir teir eru og hvat teir gera. Annar partur, sum bygdi á
spurnarbløð og varð lagdur fram í september 2008, lýsti orsøkirnar til, at føroyingar fara til Danmarkar, hví so nógvir verða
verandi, og hvat tað er, sum tey sakna í Føroyum. Í triðja og seinasta parti eru fólk í seks fokusbólkum biðin um at siga sína
hugsan og seta orð á sínar kenslur um hesi somu viðurskifti. Á henda hátt gerast tølini í hinum pørtunum viðkomandi og livandi.
Suni Poulsen, sum hevur staðið fyri hesum arbeiðinum, er organisatiónspsykologur og medeigari í donsku fyritøkuni
MarketMinds. Framløgan verður í Ráðhúsinum hjá Tórshavnar kommunu á Vaglinum í Havn.
longur. Fyrr aktaði borgarin
til dømis politiið. Í dag
verða politistar í heilum
drignir í rættin ella útsettir
fyri harðskap, tá teir koma í
samband við borgaran. Og
tað er ikki av ongum, at
sosialrágevin
situr
næst
hurðini, so til ber at leypa
út, um brúkarin skuldi gjørt
seg inn á hann ella hana.
Eisini mugu starvsfólk hjá
kommununum liva í ótta
fyri harðskapi og hóttanum,
greiðir Henrik Holt Larsen
frá.
- Innan tað almenna eru
nógv fleiri kropsligar hótt-
anir enn hjá tí privata. Hetta
ávirkar sjálvandi sjúkrafrá-
veruna. Ein sjúkramelding
er ofta eitt tekin um eina
ógvusliga støðu á arbeiðs-
plássinum. Tá er umráðandi,
at fólk ikki ganga einsamøll
við trupulleikanum, tí tað
kann gera støðuna uppaftur
verri, sigur Henrik Holt Lar-
sen. Hann leggur afturat, at
tað veldst altíð um einstaka
málið, hvussu arbeiðsgevar-
in skal reagera í sambandi
við eina sjúkramelding.
- Til dømis skal banka-
fólkið, sum hevur verið fyri
einum ráni, ikki sendast
heim við einari sjúkrameld-
ing.
Harafturímóti
skal
leiðslan viðgera ítøkiligu
støðuna og finna uppgávur
til starvsfólkið, til tað er
kemur upp undan aftur,
sigur Henrik Holt Larsen.
Hann heldur ikki, at
leiðslurnar skulu spara upp
á heilsufremjandi tiltøk á
arbeiðsplássinum.
- Serliga nú kreppa er í
luftini, hava vit tørv á at
kanna og røkja framleiðslu-
tólini, eisini tey menniskja-
ligu. Tað vil siga kropsligu
og sálarligu støðuna hjá
fólki, so vit klára okkum
sum best undir kreppuni,
sigur hann.
- Ein sjúkramelding er ofta
eitt tekin um eina ógvusliga
støðu á arbeiðsplássinum,
sigur Henrik Holt Larsen,
professari við Institut for
Organisation, Copenhagen
Business School, CBS.