týsdagur 6. januar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
vinnan
Nr. 3 - 6. januar 2009
- Høvdu vit ikki havt
fólk sum Aksel, hevði
føroyska samfelagið
ikki verið so ríkt, og
tað hevði ikki verið so
fjølbroytt og fjølment,
sum tað er í dag, segði
Óli Breckmann við
móttøku, tá vinnulívs-
maðurin, Aksel Han-
sen, fylti 85 ár beint
fyri jól
VinnulíV
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Leygardagin 20. desember
fylti vinnulívsmaðurin, Aks
el Hansen í Havn, 85 ár. Tó
at flestu úti um landið best
kenna navnið í sambandi
við vinnu, hevur Aksel at
kalla alt sítt lív eisini havt
stóran áhuga fyri rossum og
hevur verið sera virkin inn
an Ríðingarfelagið, sum
hann saman við øðrum var
við til at stovna hin 25.
februar í 1943. Aksel eigur
eisini sín stóra lut í, at reið
fólk í síni tíð fingu síni høli
til rossini.
Føðingardagurin hjá Aks
eli byrjaði við, at fleiri enn
fimmti reiðfólk í skrúgongu
á rossabaki komu oman til
stallin hjá Akseli undir
Norðrasta Horni, har tey
fingu gløgg og okkurt ann
að leskandi.
Úr stallinum hjá Akseli
bar leiðin í felagshúsið hjá
Føroya Ríðingarfelag á øki
num hjá felagnum í Havnar
dali, har skipað varð fyri
borðhaldi, og røður vórðu
hildnar.
Móttøkan í sambandi við
dagin hjá vinnulívsog reið
manninum var tí rættiliga
serstøk.
Fleiri røður
Í felagshølunum í Havnar
dali bóru fólk, sum komin
vóru saman at heiðra Aksel,
fram røður og heilsanir.
Eitt nú bóru formaðurin í
Føroya Ríðingarfelag, Hans
Vilhelm Lützen og Svenn
ing Reinert, sum eisini er
gamal í garði, fram røður.
Óli Breckmann helt eisini
eina røðu, har hann serliga
legði dent á Aksel, sum hin
ótroyttiliga og framúrskar
andi vinnulívsmannin.
Hans Vilhelm vísti á, at
hetta er ein stórur dagur,
har høvi er at heiðra sjálvum
stovnaranum av felagnum
ein slíkan dag.
Aksel hevur gjørt nógv
fyri felagið og ungdómin
hjá felagnum. Hann tók
okkum við á túrar og lærdi
okkum gøtur og staðarnøvn.
Hann hevur verið fantastisk
ur fyri felagið, segði for
maðurin í Føroya Ríðingar
felag.
Svenning
Reinert,
ið
hevur havt áhuga fyri ross
um, síðan hann var smá
drongur, segði, at Aksel
Hansen í sínum starvi sum
virkisstjóri og reiðari hevur
dugað væl at kopla frá, sum
hann tók til, og hann legði
aftrat, at Aksel hevur verið
ein framúrskarandi maður.
Gingu undan
Óli Breckmann segði, at
tað fyrsta, hann minnist til
navnið Aksel Hansen, var,
tá tey heima við hús hjá
teimum tosaðu um hesar
Hansenbrøðurnar.
Vit sótu kanska og fingu
okkum ein drekkamunn –
og so nevndi pápi hetta
dynastiið, sum var so serligt
og merkisvert. Haraftrat
hevði tað so stóran týdning
fyri okkara samfelag. Hesir
fimm brøðurnir, sum fylgdu
pápanum eftir, høvdu verið
við til at gjørt Havnina og
Føroyar til eitt nógv betri
og ríkari pláss.
Óli
segði
seg
eisini
minnast, tá teir sum 1213
ára gamlir dreingir fyrstu
ferð skuldu til arbeiðis.
Tað var altíð eitt ivamál,
um vit sluppu uppí. Eg veit
ikki, hvør gav boðini, men
altíð var pláss fyri nøkrum
av okkum, legði hann aftr
at.
Hann segði, at ofta vóru
teir fleiri hundrað, sum
soleiðis fingu lummapeng
arnar um summarið, og
sum lærdu at arbeiða fyri
fyrstu ferð.
Vit lærdu eisini at virða
týdningin av tí handliga
arbeiðnum – og týdningin
av okkara høvuðsvinnu,
segði hann.
Stórt treysti
Óli Breckmann segði, at
Aksel Hansen hevur verið
ómetaliga
treystur
sum
vinnulívsmaður.
Summi fólk skína eitt
stutt tíðarskeið, kanska eini
tvey ella trý skeið í lívinum
– alt eftir, hvat tey fáast
við.
Hann vísti á, at Aksel
hevur fingist við fiskiog
sjóvinnu til hendan dag.
Eg vænti, at hann hevur
verið líka so treystur sum
vinnulívsmaður sum rossa
maður í okkara býi og
okkara samfelag.
Óli legði dent á, at høvdu
vit ikki havt fólk sum Aksel
og hansara, hevði føroyska
samfelagið ikki verið so
ríkt, og tað hevði heldur
ikki verið so fjølbroytt, sum
tað er í dag.
Føroyar høvdu heldur
ikki verið so fjølmentar,
sum tær eru í dag. Tí standa
vit sum borgarar í ómetaliga
stórari skuld til júst sum
menn sum Aksel Hansen,
segði hann.
Trygg grund
Óli Breckmann, sum dugir
at taka til, legði aftrat:
Aksel Hansen
hevur ríkað før-
oyskt vinnulív
Óli Breckmann sigur, at høvdu vit ikki havt fólk sum Aksel Hansen, hevði føroyska samfelagið
ikki verið so ríkt, og tað hevði heldur ikki verið so fjølbroytt og fjølment, sum tað er í dag
Mynd: Jan Müller
Samstarvsavtala við Søfartens Ledere
Stórt tal av føroyskum navigatørum sigla í danska handilsflotanum. Nógvir av hesum eru fyrrverandi
limir hjá Føroya Skiparaog Navigatørfelag. Á aðalfundi felagsins millum jóla og nýggjárs segði
formaðurin, Eyðstein Djurhuus, at FSN javnan fær fyrispurningar frá fyrrverandi limum, sum nú eru í
Søfartens Ledere, um ymisk viðurskifti. – Hetta eru eitt nú spurningar um skatta og almannamál og
spurningar um útbúgving og vinnubrøv. FSN vil sjálvsagt hjálpa eftir førimuni. Eyðstein segði, at
danska Navigatørfelagið, sum nú eitur Søfartens Ledere, hevur 203 virknar limir, sum búgva í
Føroyum. Tað kann verða torført at meta um, hvussu nógvir føroyskir navigatørar sigla undir DIS,
men eitt tal uppá 500 er helst ikki av leið. Hetta sigur okkum, at nógvir ikki eru limir í fakfelag og
soleiðis spæla fríspæl, men fáa fyrimunirnar av, at onnur gjalda fyri at hava ein skipaðan sáttmála,
segði Eyðstein Djurhuus, sum legði aftrat, at FSN og Søfartens Ledere seinastu tíðina hava arbeitt við
at gera eina samstarvsavtalu, sum skal gagna limunum í báðum feløgunum.