Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 vinnan Nr. 3 - 6. januar 2009 - Nú veit eg ikki, hvussu leingi okkum unnist at liva, tí eg vænti, at fleiri av okk- um hava bóltað rút nógvar ferðir, áðrenn vit eru 85. Men takksemi til Aksel og hansara fara vit altíð at føla. Tí, uttan mun til, hvat vit annars fáast við í lívinum, so tørvar okkum nakað at liva av, og okkum tørvar eisini ein hellubotn at stan- da á, sum gevur okkum ein búskap, ið hvílir á tryggari grund. Hann segði, at tað, sum hevur eyðkent hetta fólka- slagið, sum hann tók til, er, at teir lótu seg ikki velta av einum broti ella báðum tveimum. - Teir mannaðu seg upp- aftur hvørja ferð, og enn sit- ur Aksel Hansen so trúliga í sessinum, segði hann. Veldugt lívsverk Í endanum av røðu síni bað Óli Breckmann fólk um at reisa seg og rópa eitt trífalt hurrá fyri tí manni og famil- ju hansara, sum hevur verið við til at økt fólkatalið í høvuðsstaðarkommununi úr umleið 3.000 upp í eini 20.000. - Aksel hevur verið við til at økt og føtt nógvar føroy- ingar – ja, úr 25.000 fólkum upp í næstan 50.000. Vit skulu bara vóna, at tað vera nógv fólk, sum kunnu fylg- ja í Akselsa fótasporum og kunnu gera honum velduga lívsverkið eftir, segði Óli Breckmann. Vit elska góð tíðindi Intra er leiðandi innan Microsoft SharePoint við kundum á privata og almenna økinum, bæði í Føroyum og í Danmark. Vit hava hollar royndir innan Microsoft, .NET, SharePoint og Office 2007. Okkara kundar hava valt SharePoint framum aðrar skipanir innan: Uppgávustýring Skjalasavn Skjalahandfaring Dátu innsavning Workflow Intranet Extranet Internet/heimasíðu Hevur tú fingið røttu ráðgevingina? Stutt sagt so elska vit at loysa uppgávur í SharePoint! Borðhaldið við 85 ára føðingardagin hjá Akseli Hansen var í felagshølunum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali Mynd: Jan Müller Aksel Hansen er serliga kendur sum stjóri á Bacalao í Havn, og hann hevur eisini í fleiri ár verið reiðari. Gamla felagið Kimbil er soleiðis til enn tann dag í dag Navigatørar ógvuliga mobilir Fíggjar- og búskaparkreppa merkja orðskiftið nógv um dagarnar. Fiski-og sjóvinna hava ígjøgnum allar tíðir verið noyddar at tillaga seg til skiftandi umstøður. Á aðalfundi í Føroya Skipara-og Navigatørfelag segði formaðurin, at limir felagsins hava ein stóran fyrimun fram um mong onnur. – Okkara limir eru nevniliga rættiliga mobilir og kunnu lættliga søkja sær hýru í øðrum londum og soleiðis forsyrgja sær og sínum, hóast vinnumøguleikarnir eru skerdir her heima. Hann segði, at hesir limir felagsins soleiðis føra stórar peningaupphæddir til okkara samfelag. - FSN sær tað eisini sum sína uppgávu at virka fyri áhugamálunum hjá teimum, sum sigla í øðrum londum. Hann vísti á, at føroysk fiskivinna hevur stórar avbjóðingar fyri framman. - Vit kunnu óiva øll læra av teimum mistøkum, sum gjørd eru. Heldur enn at geva nøkrum skuldina, vil FSN heldur líta frameftir og viðvirka til loysnir og frambrot, sum gagna okkum øllum, segði Eyðstein Djurhuus.