Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-06, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 3 - 6. januar 2009 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Fleyr er ikki í steypa- finaluni Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at kvinnurnar hjá Fleyr við sigrinum í Mjølnir-kapp- ingini vunnu sær rættin til at spæla í steypafinaluni um góðan mánað. Hetta var tó ikki rætt. Dráttur, sum Fleyr basti í finaluni sunnu- dagin, vann nevnliga Fleyr- kappingina, og tí stendur nú á jøvnum millum tey bæði liðini í kappingini um at vinna sær pláss í steypafin- aluni. Tí verður neyðugt við einum triðja dysti millum tey bæði liðini, áðrenn mót- støðuliðið hjá SÍ í steypa- finaluni er funnið. -mørk Hendrik Rubeksen til 07 Vestur Hendrik Rubeksen, sum er uppaldur í HB, men sum eisini hevur roynt seg í øðrum feløgum, skal styrkja um álopið hjá felagsliðnum Hettá váttar formaðurin í 07 Vestur, Eivin Jacobsen, fyri Vágaportalinum. Hendrik Rubeksen er uppaldur í HB, har hann eisini spældi í fjør. Hann hevur tó eisini roynt seg hjá B68 og GÍ. -mørk Blackburn í trupulleikum Blackburn hevur vunnið seg víðari til 4. umfar í FA Cup kappingini. Lítið annað kunnu teir gleðast um, tí tað var um reppið, at teir í Blackburn skuldu út í ein umdyst í aðru viku. Ímóti dystarenda sendi Blyth Spartans spælarin, Simon Todd eina frálíka sending inn í brotsteigin hjá Black- burn. Andrew Wright var púra leysur bara 6 metrar frá Blackburn-málinum, og ein minutt seinni stútaði lið- felagin, Alex Gildea bóltin beint upp um málið hjá Blackburn. Tað einasta sum skilti liðið úr Premier League og liðið úr 6. deild var ein frí- sparksperla hjá Carlos Vill- anueva. Fram til málið hevði Blackburn stýrt tí mesta, men seinastu løtuna vóru teir veruliga undir trýsti, men við hepni riðu teir stormin av á hesum sinni. Blackburn spælir úti ímó- ti Sunderland í 4. umfari. -heris Jose Manuel Barro Escandon hevur sett fleirfalt heimsmet við at vísa 19 spælarar út í einum fótbóltsdysti Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Ein spanskur fótbóltsdómari er við at gerast heimskendur. Ikki tí hann dømir í Primera Liga ella Segunda Liga - bestu og næstbestu deildini í Spania - men tí hann megn- aði at vísa 19 spælarar út í einum fótbóltsdysti. Talan var um ein dyst í einari lokalari amatørdeild millum liðini Recreativo Linense og Saladillo de Algeciras. Tá 54 minuttir vóru farnir vísti Escandon einum spæl- ara út, og tá byrjaði alt rok- ið. Spælarar og áskoðarar lupu á dómaran, sum helt áfram við at vísa tað reyða kortið. Tá friður loksins valdaði kundi Jose Manuel Barro Escandon gera status, og hann taldi seg fram til, at hann hevði víst 19 av teimum 22 spælarunum av vøllinum. 9 frá Saladillo, og 10 frá Recreativo. Dómarin skundaði sær at blása dystin av, og rann inn í skiftingarrúmið fyri at goyma seg fyri teimum illu spælarunum. 19 spælarar fingu reyða kortið Sunnudagin skipaði Hvirlan í Havn fyri kastikapping, har kappast varð í teimum fýra olympisku kastigrein- unum. Kappingin var tann fyrsta á árinum, men kappingin var eisini sermerkt á tann hátt, at kappast varð í tveim- um støðum. Frælsur ítróttur í høvuðs- staðnum hevur annars fegn- ast um nýggju Tórsbreyt, men í illveðrinum fyri jól fór kastibreytin her av vindi, og tí varð eisini neyð- ugt at nýta gamla kastivøllin við Eysturskúlan til kapp- ingina. Ein støða, sum ikki er meira enn næstbest. Størsta hálið gjørdi Rógvi Højgaard í spjótkasti, tá hann kastaði longsta kastið, sum er kastað í Føroyum. Og sum samstundis eisini rakk Oyggjaleikakravinum, sum sett er. Hjá kvinnum var tað ikki minst Randi Kúrberg, sum gjørdi um seg. Hjá teimum yngru kastar- unum vísti Helgi Geyti enn einaferð, at hann heilt skjótt veruliga kann bjóða teimum vaksnu. Úrslitini frá kappingini síggjast aðrastaðni á síð- uni. -mørk Kastikapping í tveimum støðum Kastikapping, úrslit Hamarkast Bólkur Reiðskapur Íðkari Felag Úrslit Kvinnur 4,00 Kg Randi Kúrberg Hvirlan 35,21 m Menn 7,26 Kg Uni Højgaard Hvirlan 24,69 m - 7,26 Kg Hjalti Lamhauge Hvirlan 15,49 m Diskuskast Bólkur Reiðskapur Íðkari Felag Úrslit Kvinnur 1,00 Kg Meifríð Hansen Hvirlan 25,80 m Menn 2,00 Kg Hjalti Lamhauge Hvirlan 21,01 m Spjótkast Bólkur Reiðskapur Íðkari Felag Úrslit Kvinnur 600 g Randi Kúrberg Hvirlan 29,00 m - 600 g Meifríð Hansen Hvirlan 24,03 m Menn 800 g Rógvi Højgaard Hvirlan 56,30 m - 800 g Uni Højgaard Hvirlan 31,51 m - 800 g Hjalti Lamhauge Hvirlan 24,96 m D16 700 g Helgi Geyti Hvirlan 32,34 m D15 600 g Steinolvur Geyti Hvirlan 27,60 m Kúlustoyt Bólkur Reiðskapur Íðkari Felag Úrslit Kvinnur 4,00 Kg Randi Kúrberg Hvirlan 7,53 m Menn 7,26 Kg Uni Højgaard Hvirlan 8,44 m - 7,26 Kg Rógvi Højgaard Hvirlan 8,41 m - 7,26 Kg Hjalti Lamhauge Hvirlan 7,24 m D16 5,00 Kg Helgi Geyti Hvirlan 7,81 m Ikki færri enn 19 ferðir hevði Jose Manuel Barro Escandon reyða kortið á loftið, áðrenn hann flýggjaði undan uppøstu spælarunum