Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 6. januar 2009 23 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Kistan við Elisu Bendtsen fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum týsdagin 6. jan kl. 16. Jarðarferðin verður úr Gøtu kirkju mikudagin kl. 13. Tey í vilja minnast Lisu kunnu lata Heilafelag­ num eina peningagávu konta i Eik Andlát og jarðarferðir Takk Takk øll tit, sum komu at heiðra okkum henda stóra dag. Takk fyri gávur, blómur, heilsanir og fjarrit. Eina hjartans tøkk veita vit okkara børnum við familju, sum gjørdu gullbrúdleypsdagin so góðan fyri okkum. Øllum verður ynskt eitt Harrans signað nýggjár. Hjalma og Andrias Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi Vagnur Hákunsson Dam andaðist og varð jarðaður. Eina serliga tøkk vilja vit veita tykkum á Lágargarði, ið vóru um hann við hjálpsemi og umsorgan tey seinastu árini. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Lágargarð. Ein hjartans tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Sigga Marjun, Sólrun, Hákun og Martin v/ familjum Mynd frá ”Realskúlafram­ sýningini 1916­66”, sum Jórunn Dánjalsdóttir skip­ aði fyri í Kommunuskúlan­ um í Havn í 2007. Her er eitt fimleikalið í Realskúl­ anum í 1928. Aftara rað (dreingir) f. v.: ókendur, ókendur, Sam­ son Højgaard, ókendur, Hendrik Jacobsen (hjá Mikk), ókendur, Børge Poulsen og Svend ella Erling Skarðhamar. Miðraðið (dreingir) f.v.: ókendur, Hans Leon Christi­ ansen, ókendur, Eivind Rub­ ek Nielsen, Jens í Dali, Theodor við Keldu, Sig­ mund Hoydal og ókendur. Fremra rað (genturnar) f.v.: Ingebeth Højgaard (Rasmussen), Ebba Simon­ sen (Vang), Jóna Jacobsen (Hansen) (dóttir Jørgin á Áarvegnum), Gunhild Even­ sen, Karin Maria Vang (Aabak), Esta í Funnings­ stovu (fyrr Hansen), Olivia Rubeksen (Johansen), Nanna Skála og Tina Jacob­ sen (Mikk). Um onkur kennir onkran av teimum ókendu, ella hev­ ur okkurt at viðmerkja til myndina, er viðkomandi væl­ komin at venda sær til Jór­ unn Dánjalsdóttir á telefon: 226024. Eisini um viðkom­ andi hevur hug at ogna sær myndina (Mynd nr. 255). Myndaeigari: Fornminnissavnið Fimleikalið í 1928 Dagurin 6. januar. Trettandi dagur jóla. Trettandi verður hildin til minnis um vísmenninar úr Eysturlondum, sum komu at tilbiðja nýfødda jødakongin. 6. januar var í fornkirkjuni hildin sum føðingardagur Krists og var róptur Epifania Domino (opinbering Harrans). Tá teir í 4. øld semjast um 25. desember sum føðingardagin, verður 6. januar trettandi dagur jóla. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Elisa Bendtsen Norðragøta andaðist í heiminum leygardagin 3. januar. Jarðarferðin verður úr Gøtu kirkju mikudagin 7. januar kl. 13.00. Tey, ið vilja minnast Lisu, kunnu lata eina peningagávu til Heilafelagið, konta í peningastovnunum -har tað hendir