týsdagur 6. januar 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 3 - 6. januar 2009
lýsingar
Lektari í søgu á
Fróðskaparsetri Føroya
Á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum
er eitt granskingar- og undirvísingarstarv í søgu
leyst at søkja. Starvið verður sett sum lektarastarv,
og tann ið sett/ur verður, skal virka fyri at menna
gransking, útbúgving og undirvísing í søgu á
deildini.
Starvsøki
Granskingarparturin verður tengdur at serøki
umsøkjarans. Samstarv innan- og uttanseturs er
týdningarmikið í starvinum.
Undirvísingarparturin fevnir um at hava ábyrgd av
útbúgvingini í søgu og at undirvísa.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu umframt kandidatútbúgving í
søgu hava granskaraførleika á ph.d. stigi og
undirvísingarroyndir. Fyrimun hava umsøkjarar,
sum hava granskað í føroyskari søgu.
Við umsóknini skulu umframt CV fylgja avrit í fýra
eintøkum av vísindaligum avrikum, eins og
umsøkjarar skulu lýsa undirvísingarroyndir sínar.
Sett verður metingarnevnd at meta um førleikarnar
hjá umsøkjarunum. Gjørt verður vart við, at um-
søkjari fær sendandi metingina um sínar førleikar.
Umsókn
Umsóknarfreist er 16. januar 2009.
Starvið verður sett 1. apríl 2009.
Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum
landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær
til deildarleiðaran Elin Súsonnu Jacobsen, tlf.
352583, elinsj@setur.fo ella til rektaran, Jóan Pauli
Joensen jopajo@setur.fo
Umsóknir við avriti av prógvum, ævisøgu (CV) v.
m. skulu sendast til:
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan, tlf. 35 25 00
J. C. Svabos gøta 14
Postrúm 272
110 Tórshavn
www.setur.fo
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14
Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo
Pedagogur søkist til
Frítíðarskúlan í Gøtu
Frítíðarskúlin søkir eftir 1 pedagogi á 20 t. viku,
at byrja 1. februar. (arbeiðstíðirnar eru seinna-
partin)
Starvið í Frítíðarskúlanum er tíðaravmarkað frá
01. 02. 09 – 30. 06. 09
Frítíðarskúlin liggur í hugnaligum umhvørvi, nær
við spælipláss og sandin, í Syðrugøtu.
Í dagliga arbeiðinum leggja vit m. a. dent á:
• at børn og starvsfólk trívast og fáa avbjóðingar í
gerandisdegnum
• at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk
• at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur
og børn
• at virða tað einstaka barnið í bólkinum
Vit ynskja av tær :
• at tú er álítandi og hevur góð samstarvsevnir
• at tú hevur hug og áræði at skapa ein
følbroyttan og tryggan gerðandisdag
• at tú vilt vera við at mynda og menna tað
pedagogiska umhvørvi
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya og fylgir lønarstigunum frá 11 – 17.
Nærri upplýsing um størvini fáast við at venda
sær til Hannu E. Olsen, leiðara á frítíðarskúlanum,
fartlf. 771009. Skrivlig umsókn, við avritum av
prógvum og ummælum, skal vera okkum í hendi í
seinasta lagi fríggjadagin 23 január kl. 10. 00.
Umsóknir skulu sendast til:
Frítíðarskúlan í Gøtu
Fyri oman Brúgv 3
FO – 513 Sýðrugøta
Bygdaráðið skilir sær rætt til at velja millum inn-
komnu umsóknirnar ella onga at taka.
Eystur Kommuna
Kunningarskriv
Porkeris- og Vágs kommuna hava avgjørt at
seta sína egnu Barnaverndartænastu á stovn,
ið kemur at liggja undir Sosialu deild hjá
Porkeris og Vágs Kommunu, ið húsast á
kommunuskrivstovuni í Porkeri.
Avgreiðslutíðirnar eru hesar:
mánadag- tórsdag: .............9-12 & 13-16
onsdag:.......................................... 13-18
fríggjadag ........................................ 9-13
Aðrar tíðir svarar vakttelefonin hjá barna-
verndartænastuni á tlf. nr. 22 67 15.
Suðuroyar Sunnara
Barnaverndartænasta
Við Á 8 950 Porkeri
Tlf 37 36 04- Tlf. 22 67 15
T-post: sosialadeild@email.fo
Skattalistin fyri 2007
Skattalistin fyri Fuglafjarðar kommunu
liggur frammi til alment eftirlit á
kommunuskrivstovuni hvønn gerandisdag
frá kl. 10.00 – 15.00
frá 07. januar – 21. januar 2009
Fuglafjørður, tann 5. januar 2009
Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar
Kommuna
Endurlýsing
Føroya Landsbókasavn søkir
avloysara fyri bókavørð.
Sí www.flb.fo
Føroya landsbókasavn
J.C. Svabos gøta 16
Box 61 – 110 Tórshavn
www.flb.fo
Lesið
-so eru tit við!