týsdagur 6. januar 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 3 - 6. januar 2009
lýsingar
PHD-SKEIÐ
Á FRÓÐSKAPARSETRI FØROYA
- várið 2009
HEITI: HAV OG VEÐURLAG
Lestrarstig
7,5 ECTS
Upptøkukrav
Bachelor heiti í náttúruvísind (ella samsvarandi)
Endamál
At geva eina breiða lýsing av tí leikluti, sum havið
hevur í veðurlagsskipanini; hvussu havið verður
ávirkað av náttúrligum og mannaelvdum veður-
lagsbroytingum, og hvussu tað er við til at gera og
ávirka hesar broytingar.
Ábyrgd av phd-skeiðnum
Bogi Hansen, professari við Fróðskaparsetur
Føroya
Skeiðsstað
Fróðskaparsetur Føroya, Náttúruvísindadeildin,
Nóatún 3, 100 Tórshavn
Skeiðsbyrjan
Vika 5/2009
Evni
Skeiðið verður skipað eftir bókini “The oceans and
climate” hjá Grant Bigg, men verður útbygt við
brotum úr IPCC frágreiðingini frá 2007 og
vísindaligum ritgerðum. Viðgerðin er heims-
umfatandi, men við serligum denti á havleiðirnar
kring Føroyar.
Innihald: Veðurlagsskipanin, sambandið millum
hav og luft, havsúrgan, ENSO, NAO, AMO, AO,
havið og náttúrligar veðurlagsbroytingar, hav-
leiðirnar kring Føroyar í veðurlagshøpi, termohalint
rák og veðurlag, rákini tvørtur um Grønland-
Skotlands ryggin, Arktis, náttúrlig og mannaelvd
ávirkan á veðurlagið, komandi veðurlag.
Undirvísing
60 fyrilestrar + umrøða av frágreiðingum og fram-
løgum.
Døming
Skeiðið verður mett sum Staðið ella Ikki staðið.
Tvær ferðir undir skeiðnum og eina ferð aftaná lata
tey lesandi inn frágreiðingar og hava eina framløgu
um uppgivin evni. Verða hesi øll góðkend, er
skeiðið staðið.
Arbeiði
Tey lesandi mugu rokna við at brúka 200 tímar
(íroknað fyrilestrar, frágreiðingar, framløgur og
fyrireiking).
Tilmelding
Tilmelding á setur@setur.fo áðrenn 20. januar 2009
(Tikin útbúgving skal upplýsast).
Nágreiniligari upplýsingar um skeiðið eru at fáa á
Setursskrivstovuni. Fyrivarni verður tikið fyri
møguligum broytingum.
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14
Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo
Lærarastarv í
Leirvíkar skúla
Ein av lærarum okkara fer í farloyvi hálvan
februar. Vit søkja tí:
1 lærara í tíðaravmarkað starv í tíðarskeiðnum
hálvan februar til 30. juni 2009.
Starvið er 20 t/v
Søkt verður eftir lærara, sum:
• Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við
lærarar skúlans skal undirvísa og taka lut í
dagliga arbeiði skúlans.
• Dugir at samstarva og er fyrikomandi.
• Er fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í
skúlanum.
• Er stundisligur og nærlagdur
Starvið inniber hesi øki:
• Føroyskt í 3. flokki
• Føroyskt í 1. flokki
• Heimstaðarlæru í 3. flokki
• Ítrótt og svimjing í 3. og 1. flokki
• Flokslærari í 3. flokki
Møguliga verður onkur av lærugreinunum broytt
í sambandi við setanina.
Førleikakrøv:
Tey, ið verða sett í lærarastarvið, skulu hava
læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi
førleika í nevndu lærugreinum. Onnur eru eisini
vælkomin at søkja.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokk-
unum 18.1-29.2
Umsóknir:
Umsóknir við c.v. og ljósriti av prógvum og
møguligum viðmælum skulu vera 1. læraranum í
hendi í seinasta lagi fríggjadagin 16. januar
kl. 18.00
Samognarbøur 4
520 Leirvík
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til
Fríðfinn Johnsson, 1. lærara, á tlf. 743234 ella
443234 . Eisini ber til at senda teldupost til 1.
læraran: fridfinnur.johnsson@skulin.fo
Leirvíkar skúli hevur 87 næmingar í 7 flokkum.
Við skúlan starvast 10 lærarar, 2 stuðlar, og rein-
gerðingarfólk.
Vit arbeiða alsamt við menning skúlans.
Áhugaði kunnu lesa meira um skúlan á heima-
síðuni: www.skulin.fo/lei
Leirvíkar skúli
Samognarbøur 4
520 Leirvík
Tlf. 443234
Eystur Kommuna
ZARTEC.NET
T i m b u r a r b e i ð i