Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. januar 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 4 - 7. januar 2009 Seinastu tíðina hava sandingar fingið eitt heilt listasavn og eitt heilt bókasavn í gávu frá gávumildum bygdarfólki, men tað hevur verið so dýrt at taka ímóti gávum, at tað hevur givið kommununi ein alvorligan fíggjarligan trupulleika Gávur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað er ógvuliga sjáldsamt, at vit hava so stórfingnar gevarar, sum Sofus og Dani- ella Olsen. Men eg eri ikki hugtikin av tí stuðuli vit, hava fingið frá tí almenna. Páll á Reynatúgvu, borgar- stjóri á Sandi er alt annað enn fegin um tann áhuga, sum Løgting og Landsstýrið hava víst fyri teimum stór- fingnu gávum, sum Sands Kommuna hesa seinastu hevur fingið. Herfyri læt Sofus Olsen alt sítt umfatandi listasavn til Sands Kommunu og fyri stuttum læt Daniella Olsen somuleiðis alt sítt umfatandi bókasavn til kommununa. Men so løgið tað ljóðar, er kommunan við at koma í rasshaft av hesum báðum stórfingnu mentanargávun- um. Páll á Reynatúgvu leggur dent á, at hetta má als ikki skiljast sum um at hann heldur vildi verið gávurnar fyri uttan, tí hann staðfestir, at hetta eru mentanarligir dýrgripir, sum hann er ovfar- in av, at sandingar hava fing- ið og sum eru eitt satt prýði fyri alt sandoyarfólk. Komin í rasshaft Hinvegin er tað greitt, at tað hevur kostað so nógv at skapt nøktandi karmar um hesar báðar gávurnar, at tað hevur givið kommununi ein álvarsligan, fíggjarligan trupulleika. Tað kostaði tríggjar milli- ónir at gera eitt virðiligt listasavn til tað stórfingnu gávunum av málningum, sum Sofus Olsen gav komm- ununi. Og nú hevur tað harafturat kostað fimm milliónir at byggja eitt bókasavn, sum gevur bókagávuni frá Dani- ellu Olsen sømiligar karm- ar. Men borgarstjórin á Sandi er ómetaliga vónsvik- in av, at Løgtingið og lands- stýrið ikki vilja lata størri stuðul til at geva slíkum stórfingnum gávum sømi- ligar karmar. - Í sambandi við listasavn- ið kundi landskassin strekkja seg at lata 200.000 krónur í stuðuli. - Samstundis hevur kommunan sjálv goldið tað, sum listasavnið kostar at reka við olju, streymi, trygg- ingum og øðrum, samstund- is sum at landið rindar tað, sum listasavnið í Havn kost- ar at reka. Ongir pengar Men í sambandi við bóka- savnið til bøkurnar frá Dani- ellu Olsen, varð støðan upp aftur verri. - Tað er í veruleikakanum ein ógvuliga harmilig støða, sum er við til at máa álitið undan politisku skipanini, staðfestir borgarstjórin á Sandi. - Eftir lógini um bóka- savn, skal landið betala sín part av bæði bygging og rakstri. Í sambandi við bókagáv- una frá Daniellu Olsen, læt hon eisini kommununi góð- ar tvær milliónir krónur í gávu til at byggja eitt bóka- savn fyri. - Kommunan spjaddi so Sandingar komnir í neyð Seinastu tíðina hevur Sands Kommunu fingið tvær stórfingnar mentanargávur frá uttanbíggja sandingum. Men tað hevur verið so dýrt at geva hesum gávum virðiligar karmar, at tað er blivin ein so alvorlig fíggjarlig byrða hjá teirri hart fyrispentu kommununi at vandi er fyri, at hon kemur í gjaldføristrot. Her er tað bókasavnið, sum hýsir stófingnu bókagávuni frá Danielllu Olsen Kommunur brúka triðing meir Síðani 2005 hava kommunurnar økt útreiðslurnar við einum triðingi. Í 2005 brúktu kommunurnar 1,7 milliardir krónur til rakstur og íløgur. Tvey ár seinni, í 2007, var nýtslan vaksin til 1,42 milliardir, ið er ein vøkstur á 352 milliónur krónur. Skattainntøkurnar eru í sama tíðarskeiði vaksnar við 228 milliónum krónum. Í 2007 var skattainntøkan 1,39 milliardir krónur, sum er nakað minni enn útreiðslurnar vóru hetta árið. Í 2006 var nettoskuldin 131 milliónir, men í 2007 var hon 202 milliónir, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni. GM á veg upp Kapitalinnspræningin til General Motors tykist umsíður at verða nøktandi. Bilrisin hevur boðað frá, at fyritøkan hevur fingið nóg mikið av láni frá amerikansku stjórnini til at standa ímóti tí »worst-case-scenario«, sum var í eygsjón herfyri. Tað skrivar tíðindastøðin Bloomberg. Partabrøvini hjá bilframleiðaranum hækka eftir fráboðanina við 2,4% í týska DAX-inndeksinum, ið annars liggur samlað á minus 1%. Hækkingin fær kortini ikki partabrøvini upp í eitt høgri virði enn 2,95 evrur fyri partabrævið, skrivar Børsen. Tilvildarlig mynd