Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. januar 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 4 - 7. januar 2009 Vit hava rætt og slætt ikki pengar til at stuðla sandingum í ár, men sandingar vóru fullgreiðir yvir, at vissa kundi ikki veitast fyri stuðlinum, sigur Helena Dam á Neystabø, sum kortini leggur dent á, at enn er ikki øll vón úti Almennur stuðul Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Sandingar kendu treytirnar og teir vistu, treytin fyri at fáa stuðul, var, at Løgtingið vildi játta peningin. - Og tað vildi Løgtingið ikki. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í menta- málum, vísur avgjørt aftur, at tey hava lumpað sanding- ar. Sum tað sæst í greinini á hinari síðuni, føla sandingar seg sviknar av Løgtinginum og Landsstýrinum tí lands- stýrið gav teimum tilsøgn um at fáa 1,2 millión í stuð- uli til nýggja bókasavnið á Sandi í ár. Men tá ið avtornaði, varð onki sett av á fíggjarlógini, so sandingar verða við sviðusoð í ár. Í ár ella næsta ár - Tað, sum sandingar hava fingið tilsøgn er at fáa 1,2 millión í stuðuli antin í ár, ella næsta ár, um so er, at játtam er tøk, sigur Helena Dam á Neystabø. - Tað er eitt fyrivarni, sum stóð púra greitt í til- søgnini til sandingar. Men hon staðfestir, at Løgtingið vildi ikki játta peningin í ár, men so er at vóna, at tað ber til at fáa játtanina á fíggjarlógina fyri næsta ár. Hon nevnir eisini, at hóast møguleikarnir eru smáir, fer hon at kanna eftir um tað ber til at útvega peningin av onkrari aðrari játtan, skuldi tað hent, at okkurt leypir av onkustaðni seinni í ár. Hon ásannar, at kanska er eitt slíkt fyrivarni av form- ligum slagi. - Men sjálvandi hevur eitt slíkt fyrivarni stóran týdn- ing, tí ongin kann lova at stuðla fíggjarliga við peng- um, sum ikki eru játtaðir og tí ber heldur ikki til í einum ári frammanundan at lova stuðul í næsta fíggjarárið. - Trupulleikin er, at vit fáa als ikki húsast við játt- anini í einum komandi fíggj- arári, uttan so, at talan er um eina ítøkiliga verklags- lóg, sum beinleiðis bindur Løgtingið eitt ella fleiri ár fram í tíðina, men tað er tað ikki talan um í hesum føri. Misskiljing Sostatt átti sandingar ikki at hava roknað við hesum pengunum. Í øllum førum átti tað ikki at komið óvart á teir, at teir kundu koma í tað støðu, at teir vórðu noyddir til at fíggja tað sjálvir, í hvussu so er í fyrstu syftu. Men Helena Dam á Neystabø staðfestir, at tað er ein misskilijing, tá ið summi halda, at stuðul skal verða goldin frammanund- an. Í veruleikanum eru flestu stuðulsskipanir soleiðis hátt- aðar, at stuðulin fellur ikki til gjaldingar, fyrrenn ein verkætlan er liðug, so at stuðulsveitarin veit heilt ítøkiliga, hvat hann letur stuðul til. - Tað merkir, at tað grund- arlagið er, at byggiharrin fíggjar verkætlanina í byggi- tíðini og so fellur møguligur stuðul aftaná. Annars fegnast hon um, at sandingar hava fingið nýtt bókasavn, tí tað kann ikki annað enn hækka ment- anarliga støðið. - So fáa vit møguleika at stuðla, gera vit tað. leggur hon afturat. Men at lova nakað, kann hon ikki. Meiri á síðu 6. - Sands Kommuna er við at koma í fíggjarligar trupulleikar. Tað staðfestir Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri. Men hann leggur afturat, at fær kommunan so held- ur ikki tann stuðulin, sum landsstýrið gav tilsøgn um til tað nýggja bókasavnið í bygdini, verður tað ein stórur og tungur steinur afturat oman á fíggjarligu byrðuna, sum kommunan knógvar undir framman- undan. Sum tað sæst í aðrari grein her á síðuni, fekk kommunan tilsøgn frá landsstýrinum um 1,2 millión í stuðuli til eitt nýtt bókasavn til stórfingu bókagávuna frá Daniellu Olsen. Men nú avtornar, varð onki sett av á fíggjarlógini, so kommunan hevur ikki fingið stuðulin. Alt hetta merkir, at Sands Kommuna má be- tala hesa 1,2 millión krón- urnar sjálv og tað kann í ringasta føri merkja, at kommunan beinleiðis kem- ur í gjaldføristrupulleikar. - Seinastu árini hava vit spent okkum hart fyri við at byggja ein harðliga til- trongdan barnaskúla, sum er fyrsti nýggi skúlin í kommununi í 124 ár. Samstundis hava vit brúkt 2,6 milliónir til bókasavn- ið, umframt listasavnið. Vit áttu 13 milliónir á bók, men nú hava vit brúkt at kalla alt gjaldførið, vit høvdu. - Men kann kommunan koma í ta støðu, at hon ikki fær goldið løn og rokn- ingar til tíðina? - Tað vita vit ikki, fyrr- enn tað er ligið longur út á árið og alt er gjørt upp. Tað stóð nógv á framman- undan og fáa vit ikki hend- an væntaða stuðulin til bókasavnið upp á 2,1 millión, fer bara at standa enn meiri á. Og at læna pening er ikki hugsingur um, tí Sands Kommuna skyldar rættiliga nógv framman- undan - Tey bæði undanfarnu kommunustýrini hava ikki tikið eitt oyra í lánið, so tað er alt gomul skuld, vit hava at dragast við. Kommunur hava loyvi at hava eina álíkning í skuld, men Sands Komm- ununa skyldar mangt slíkt. - Hjá Sands Kommunu er ein álíkning einar 13 milliónir, men skuldin er 21-22 milliónir. Fyri átta árum síðani var skuldin 40 milliónir, so hesi sein- astu árini er nógv gjørt fyri at betala skuld. - Síðani 2000 hava vit goldið 30 milliónir í rent- um og avdráttum. So at missa 1,2 millión afturat í stuðuli til bókasavnið, er avgjørt ikki tað, vit hava brúk fyri, leggur borgar- stjórin afturat. Meiri á síðu 6. Pengarnir uppi á Sandi av gávum nakað til, so at upphæddin kom upp á 2,6 milliónir krónur. Páll á Reynatúgvu sigur, at við hesum grundarlagnum søkti kommunan landsstýrið um stuðul til tann ætlaða bygningurin til bókasavnið, sum varð mettur at kosta fimm milliónir krónur. - Landsstýrið játtaði okk- um 2,4 milliónir í stuðuli. Helvtin av upphæddini, ella 1,2 millión, skuldi latast okkum í fjør og tær komu eisini. Men tann seinna helvtin upp á 1,2 millión, skuldi latast okkum í ár. - Men tann peningin fáa vit ikki, tí ongin peningur er settur av á fíggjarlógini til at byggja bókasavn fyri. Hetta undrast Páll á Reynatúgvu stórliga á, tí øll hesi seinastu árini er ein góð millión sett av til stuðul at byggja bókasavn fyri, men brádliga í ár er játtanin skorin burtur. - Kanska er grundgeving- in, at játtanin hevur ikki ver- ið brúkt. Tað er ikki so und- arligt, tí tað er ógvuliga langt ímillum, at bókasavn verður bygt. Men nú tað er brúk fyri pengunum, eru teir tiknir burtur og tað er ótrúliga hugstoytt. Páll á Reynatúgvu sigur, at hetta máar støðið undan politisku skipanini, tí skulu vit ikki kunna hava álit á eini tilsøgn frá landsstýrin- um er ilt at síggja, hvat vit skulu hava álit á og hann heldur, at hetta kann fara at bremsa útbygging á ment- anarliga økinum enn meiri. Hann váttar, at tað stóð viðmerkt í tilsøgnini frá landsstýrinum, at stuðulin verður latin í 2009 tann mun, peningur verður settur av á fíggjarlógini. Men kortini heldur hann ikki, at kommunan hevur verið ov kvik á avtrekkjar- anum og hevur forroknað við tað, at hon hevur brúkt pengar, áðrenn teir vóru játtaðir. Hann heldur, at orðingin um, at stuðulin verður latin í tann mun, peningur verður settur av, bara er ein formlig orðing. - Ein tilsøgn er ein tilsøgn og skulu vit ikki taka eina tilsøgn fyri fult, veit eg ikki, hvat vit skulu taka fyri fult, sigur hann. - Tað kann ikki vera ætl- anin, at landið skal hoppa frá eini tilsøgn mitt í einum projekti, tí so verður vón- leyst at gera nakað sum helst, sigur Páll á Reyna- túgvu. Meiri á síðu 7. Helena ikki snýtt sandingar Helena Dam á Neystabø sigur, at hon kann ikki lova sandingum stuðul við pengum, sum hon ikki hevur og tað fingu sandingar greitt at vita. Men stuðul kann koma upp á tal næsta ár, vissi Løgtingið vil játta peningin Bruce Lee fær sítt »Graceland« Eitt longri stríð um rættindini til húsini hjá »actionlegenduni«, Bruce Lee, í Hong Kong, er nú endaliga avgjørt. Eitt »kærleikamotell« má nú flyta út og geva pláss fyri einum museum um ungu árini hjá Bruce Lee í Hong Kong. Ein lokalur milliarderur og matadorur, Yu Pang-lin, hevur eftir mong árs trýst frá Bruce Leefjepparum gjørt av ikki at selja heimið hjá Bruce Lee og hevur enntá sagt ja til at geva býin ognina og eina nýggja ferðamanna atraktión. Milliarderurin ætlaði annars at selja ognina, har tað fram til nú hevur ligið eitt motel, sum leigar rúm út fyri tímaprís. Peningurin fyri søluna skuldi verið latin ofrunum fyri jarðskjálvtanum í Kina í 2008. Men nú verða húsini altso museum, skrivar Børsen.