Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. januar 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 4 - 7. januar 2009 Promillumarkið verður sett niður, rúsevni verða umfataði av ferðslulógini, øll ferðandi skulu sita í trygdarbelti, og revsingin verður munandi herd fyri brot á ferðslulógina. Hetta eru nakrar av broytingunum, sum nýtt uppskot til ferðslulóg umfatar Ferðsla Lægt til rættis: Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í einum lógaruppskoti, ið er sent til hoyringar hjá teimum, ið kunna hugsast hava áhuga í tí, framgongur at lands­ stýrið, við virkni frá 1. juli í ár, ætlar at seta í verk munandi broytingar í ferðslulógini. Umframt sjálva lógaruppskotið eru eisini fleiri uppskot til kunngerðir, ið landsstýrismaðurin skal seta í verk, tá lógin er komin í gildi. Á hesari síðu prenta vit í stuttum samandráttum, hvørjar høvuðsbroytingarnar eru. Ferðslulógin skal her Kanska mest týðandi broyt­ ingarnar, ið verða skotnar upp, eru at ikki longur verður skilt millum promil­ lu­ og rúsdrekkakoyring, umframt at revsingin fyri rúsdrekkakoyring verður herd. Sum nú er, verður koyr­ ing við eini promillu mill­ um 0,50 og 0,80 skilt sum promillukoyring, ið gevur treytaða frádøming av koyrikortinum. Koyring við eini promillu omanfyri 0,80 verður kallað rús­ drekkakoyring, og gevur tað treytaleysa frádøminga av koyrikortinum. Men soleiðs verður ikki fram­ yvir. Eftir nýggja uppskoti­ num verður markið millum promillu­ og rúsdrekka­ koyring strikað, og verður alt sum nú er omanfyri 0,50 promillu nevnt rús­ drekkakoyring. Í Ferðslu­ trygdarætlanini frá novem­ ber 2007 varð mælt til, at markið fyri rúsdrekka­ koyring varð sett til 0,2 promillu, men hevur tó landsstýrið ikki mett, at tað við verandi kanningum á økinum ber til heilt greitt at staðfesta, at úrslitið av eini lækking av promillu­ markinum hevur við sær, at talið á álvarsomum ferðsluvanlukkum minkar, og verður promillumarkið tí ikki broytt. Hóast alt, sum nú er omanfyri 0,5 promillu, verður nevnt rúsdrekka­ koyring, verður revsingin framhaldandi gjørd í stigum. Ein broyting er, at um persónur hevur mist koyri­ rættindini treytað vegna rúsdrekkakoyring, so verður krav sett um skeið í rúsdrekka og ferðslu, eitt RF­skeið. Soleiðis verður stramm­ að upp á økinum, og er ætlanin at skerpa tilvitanina um, at rúsdrekka og ferðsla als ikki hoyra saman. Ikki longur neyðugt við blóð­ roynd Í nýggja lógaruppskoti­ num verða støddirnar av alkoholstyrkini í út­ andingarluft settar í lógina. Hetta merkir at nú kunnu mátingarnar, sum løgreglan ger á stað­ num, nýtast sum prógv í rúsdrekkamálum. Higar­ til hevur løgreglan havt heimild til at krevja útandingarroynd fyri at meta, um neyðugt er at taka blóðroynd fyri at staðfesta, at brot er framt á ferðslulógina. Men í nýggja upp­ skotinum verður also mælt til at seta í verk somu lógir, ið eru gald­ andi í grannalondum okkara. At neyðuga kann­ ingin nú kann gerast einans við einari útand­ ingarroynd, er eitt nógv minnið inntriv enn ein blóðroynd, eins og tað slepst undan at skula bíða eftir blóðroyndini. Sostatt missur tú koyri­ kortið á staðnum, vísir tólið omanfyri 0,50 promillu av alkoholi í blóðnum. Ein broyting er, at sett verður null­mark fyri tilvitsávirkandi evnum ella rúsevnum. Í sambandi við rúsdrekkakoyring, verður blóðroynd tikin, ið vísir, hvussu stór alkoholstyrkin í blóðinum er, og fer hon upp um ta í lógini ásetta markið, kann persónurin ákærast fyri brot á ferðslulógina. Ein blóðroynd kann eisini vísa, um persónur hevur í sær rúsevni, men sambært galdandi lóg kann hann, hóast hann hevur rúsevni í blóðinum, ikki dømast uttan so, at tað við nærri kanningum verður prógvað, at hann ikki hevur verið førur fyri at koyra akfarið. Tað er ikki á líknandi hátt sum við rúsdrekkapromillu gjørligt at seta eitt mark fyri, nær tey ymisku rúsevnini ávirka førararaevnini, og tí verður skotið upp, at als onki rúsevni verður góðtikið. Samstundis skal revsingin fyri at koyra, tá ein hevur tikið rúsevni, líkjast revsingini fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka, eins og virknaðurin av endurtøku skal verða tann sami, sum tá talan er um rúsdrekka. Koyrikort takast á staðnum Null­mark fyri rúsevni Kemur lógin í gildi kunnu royndir, ið løgreglan tekur á staðnum, nýtast sum prógv móti rúsdrekkakoyring Frá 1. juli verður ikki loyvi at koyra bil, súkkla ella ríða á hesti, um tú er ávirkaður av rúsevnum Ávaringarskipan til súkklistar og lastbilførarar Fleiri danskar kommunur eru í hesum døgum í ferð við at royndarkoyra eina nýggja skipan, sum ávarðar súkklistar og lastbilførarar, tá lastbilførararnir skulu snara til høgru í serliga vandamilkum vegamótum. Talan er um eina skipan, sum er stýrd av laserljósi, og registrerar tá lastbilar og aðrir stórir bilar nærkast einum vegamóti og skulu snara til høgru. Á sama hátt verða súkklistar ávarðaðir við fleiri elektroniskim ávarðingarskeltum á súkklubreytini, so hvørt teir nærkast sjálvum vegamótinum. Tað er at frøðast yvir at tekniskar loysnir nú eru á veg í sambandi við vandamiklu vegamótini har lastbilførarar og súkklistar ikki altíð síggja hvønn annan við sera álvarsligum fylgjum, sigur Søren Troels Berg, projektleiðari hjá Rådet for Større Færdselssikkerhed, við tíðindastovuna Newspaq.