Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. januar 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 4 - 7. januar 2009 rðast munandi Í einum uppskoti til kunngerð, ið er tengt at nýggja lógaruppskotinum, er eitt serliga áhugavert. Í uppskotinum til kunngerð stendur at »Motoramboð, ið er gjørt og verður nýtt til flutning av farmi, ið ikki er neyðugur til tess, at motoramboðið skal virka, skal skrásetast og hava nummarspjaldur, áðrenn tað verður tikið í nýtslu á øki, sum ferðslulógin fevnir um. Slíkt mororamboð kann tó uttan skráseting verða nýtt á privatum øki, heruppií privatum veg, ið ikki er at meta sum privatur felagsvegur, og kann eisini í lítlan mun verða nýtt á privatum felagsvegi og almennum vegi, t.d. fara tvørtur um veg« Her er talan um eitt nú tær fýrhjólaðu motor­ súkklurnar, All­Terrain­ Vehicles, ið nógv hava fingið sær hendur á í seinastuni. Nú skulu øll hesi, ið ikki verða nýtt á støðum, ið ferðslulógin ikki umfatar, burturav, skrásetast og hava numm­ arspjaldur. Sláa hart niður á lógbrót­ arar Ein broyting er, at revs­ ingin fyri millum annað brot á reglurnar um koyr­ ing ávirkaður av rús­ drekka ella rúsevnum verða herdar, og skal revsiramman viðvíkjandi broti á reglurnar sam­ svara revsirammuni fyri rúsdrekkakoyring. Undir herðandi umstøðum kann revsingin hækka upp til fongsul í 1 ár og 6 mánaðir, móti higartil 1 ár. Herðandi umstøður eru millum annað um alkoholstyrkin í blóðinum fer upp um 2,0 promillu ella samsvarandi 1,0 mg pr.litur luft í útandingarluft. Frádømingartíðin verð­ ur eisini longd. Áðrenn var minsta tíðarskeið 2 ár og 6 mánaðir, um pro­ millan var omanfyri 2,0. Nú er minsta tíðarskeið 3 ár, um promillan er omanfyri 1,20 promillu. Frádømingin kann verða gjørd fyri alla tíð, um førarin undir koyring­ ini hevur framt groft koyrimistak, elvt til álvar­ saman persónsskaða og um upplýsingar eru um brot, sum førarin áður hevur framt á ferðslulóg­ ina, at ein frádøming av førararættinum fyri alla tíð verður mett neyðug við fyriliti fyri ferðslu­ trygdini og rættarverj­ uni. Ein onnur broyting er eisini, at sektirnar á ferðslulógarøkinum verða hækkaðar og gjørd­ ar einfaldari soleiðis, at tær skulu kunna býtast við 500 kr. Sostatt verður talið á gjøldum, sum tal­ an kann verða um, mink­ að munandi. Í nýggja uppskotinum verð­ ur eisini sett í lógina, at framyvir skulu øll ferðandi í bili sita í trygdarbelti. Soleiðs sum lógin var áðr­ enn, segði hon at øll tey, ið høvdu møguleika fyri at sita í trygdarbelti, skuldi sita íbundin. Men nú verð­ ur hetta eisini hert. Framyvir verður ikki loyvi at hava fleiri ferðafólk í bilinum, enn tað eru trygdarbelti. Somuleiðis verður held­ ur ikki longur loyvt at hava ferðafólk í last­ ella við­ førisrúmi í akfari. Um aðrar broytingar kann nevnast, at børn kun­ nu ikki verða flutt í bili í barnastóli, ið vendur aftur­ eftir, á einum sæti, sum hevur stoytkodda framman­ fyri, um ikki stoytkoddin er gjørdur óvirkin. Harafturat verða onnur herd krøv eisini sett til trygdarútgerð til børn. Motoram­ boð skulu skrásetast Øll skulu sita í trygdarbelti Nógvar av hesum slagnum eru í Føroyum. Frá 1. juli skulu allar slíkar, sum verða nýttar á støðum umfatað av ferðslulógin skrásetast Frá 1. juli skulu øll ferðandi í bili verða spent í trygdarbelti Minni til góða enn mett Trotabúgvið eftir Vinnuvitan og Vikublaðnum verður gjørt upp í hesum døgum. Krøvini higartil frá kreditorum eru 9,5 til Vinnuvitan og 4,1 millión krónur til Vikublaðið. Tá eru lønarkrøvini til Vinnuvitan enn ikki komin. Størsti einstaki kravánarin er Eik Banki, sum hevur kravt Vinnuvitan eftir átta milliónum krónum. Eik hevur partvíst veð í bygninginum hjá Dimmalætting fyri hesi skuldini. Tað visti Kringvarpið at siga í gjár. Men nú vísir tað seg, at skuldin er størri enn so. Útvarpið hjá Kringvarpinum visti í morgun at siga, at hvørki Vinnuvitan ella Vikublaðið eiga so nógv til góða hjá sínum viðskiftafólkum, sum bókhaldini vilja verða við. Tað pástanda viðskiftafólkini í hvussu er. Hetta hevur ført til, at stjórin í trotabúðnum hevur sett ágóðan hjá bløðunum úr tilsamans 3,8 milliónum niður í 1,5 milliónir krónur.