Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. januar 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 4 - 7. januar 2009 - Tað, sum verður mest spennandi til várs, er, hvussu verður við gýtingini hjá toski til várs, og í øðrum lagi er spenningur um, hvussu verður við gróðrinum á land- grunninum, sigur Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirann- sóknarstovuni Útlit Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Millum positivu útlitini í føroyskari fiskiveiði tey næstu árini er góða gýtingin hjá toski í fjør vár og gróð­ urkanningarnar í farna ári, sum vístu, at gróðurin á landgrunninum var heldur betri enn eitt miðal ár. Tað er gróðurin (plantu­ og djóraplankton), sum er grundarlagið undir lívinum í havinum. At Fiskirannsóknarstovan í farna ári eisini staðfesti, at nógv nebbasild er í okkara sjógvi – meira enn fleiri undanfarin ár ­ gevur vónir um, at náttúruviðurskiftini eru við okkum í løtuni. Nú bæði fiskiskipavinna og fiskaframleiðsla á landi eru í tungum sjógvi, ger tað kanska mun fyri framhaldi, at onkur útlit kortini hómast í havsbrúnni. Enn torir eingin tó at meta um, hvat hesir glottar, sum staðfestir eru í 2008, koma at merkja fyri fiski­ skapin undir Føroyum í ár og komandi árini. Ov tíðliga Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, sigur, at eitt ár er ov lítið til at gera sær neyvar metingar um, hvør gongdin verður. ­ Vit fegnast sjálvsagt um góða gýting av toski, hampiliga góðan gróður á landgrunninum og positiv útlit við nebbasildini, men eitt ár er alt ov lítið til tess at gera sær eina fullgóða mynd av støðuni. Hjalti vísir á, at samstundis, sum náttúru­ viðurskiftini eftir øllum at døma hátta sær rímiliga væl í løtuni, er gýtingarstovnurin av toski søguliga lítil, sam­ stundis sum samlaða veiði­ trýstið eftir botnfiski undir Føroyum framvegis er alt ov stórt. ­ Eg tori ikki at meta um gongdina við toskinum í løtuni, tí eitt ár við góðari gýting sigur alt ov lítið. Haraftrat hava vit ongar ábendingar um, at nakað serligt er til av smáfiski fram við landi. Hjalti sigur, at góð gýting plagar at síggjast aftur í fiskiskapi hjá smáu útróðr­ arbátunum eftir hálvum øðrum ári, og tí er kanska heldur ikki væntandi, at smá­ fiskur frá várgýtingini í fjør sæst í veiðini longu nú. ­ Vit eru sjálvsagt sera spent eftir at síggja, hvat yvirlitstrolingarnar fara at vísa til várs, og vit eru ikki minni spent eftir at vita, hvussu gróðurkanningarnar verða, leggur hann aftrat. Søguliga lítil Eitt miðal ár er toskaveiðan undir Føroyum 20.000­ 25.000 tons, men toskaveið­ an í farna ári var bert eini 12.000­13.000 tons, sam­ stundis sum gýtingarstovn­ urin er sera – og søguliga ­ illa fyri. ­ Eg haldi ikki, at vit kunnu vænta okkum nakra serliga broyting í toska­ veiðini í ár í mun til undan­ farna ár, sigur stjórin á Fiskirannsóknarstovuni. Tað tekur tíð hjá toska­ stovninum at koma fyri seg aftur, og helst skal góð tilgongd til í eini 2­3 ár, áðrenn hetta veruliga munar í veiðini, nú gýtingarstovn­ urin á toski er so illa fyri. ­ Ein helvt av toskinum gerst gýtingarførur um trý ára aldur – og restin um 4­5 ára aldur, sigur Hjalti í Jákupsstovu. Upsi og hýsa Upsaveiðan undir Føroyum hevur verið góð og rímiliga góð seinnu árini, men tað, sum órógvar fiskifrøðina, er, at partrolarar eru vorðnir effektivari, samstundis sum lemmatrolarar í størri mun enn áður hava fiskað upsa, tí minni hevur verið at fingið av djúpvatnsfiski. Stjórin á Fiskirannsókn­ arstovuni vísir á, at upsa­ veiðan minkaði nakað í fjør, men er framvegis góð. ­ Tað er ógvuliga torført at meta um gongdina við upsanum, tí hesin fiskur kemur ikki veruliga við í yvirlitstrolingarnar, men økta royndin órógvar framtíðarútlitini, leggur hann aftrat. Um hýsuna sigur stjórin á Fiskirannsóknarstovuni, at hon er illa fyri, og orsøkin er, at gýtingin hevur verið sera vánalig í fleiri ár. Undanfarin ár er hav­ taskuveiðan nógv vaksin, men henda veiða er nú í stórari minking, og tað kemur tvørt fyri hjá eitt nú garnaskipunum, ið hava havtaskuloyvi. Svartkalvin hevur heldur ikki verið væl fyri seinnu árini, men í fjør vaks veiðan nakað. Ov hørð veiða Hjalti í Jákupsstovu sigur seg onga løtu vera í iva um, at okkara fiskifloti er ov stórur til tað tilfeingi, sum okkara grunnar kunnu bera. ­ Royndin er ov stór, og ov lítið kemur burtur úr hjá teimum nógvu. Skipini eru dýr, og tað er raksturin eis­ ini; tí er trupult hjá mongum at fáa lønandi vinnu við verandi fiskiskipaflota. Ein av royndastu vinnu­ lívsmonnum okkara innan føroyska fiskiveiði, Olaf Olsen, segði í eini grein Stórur spenningur um gýting Føroyingar í Danmark Hósdagin 8. januar 2009 kl. 8:30 fer Suni Poulsen, organisatiónspsykologur, at leggja fram triðja og seinasta part av kanningini, sum er gjørd millum føroyskar útisetar í Danmark. Framløgan verður í Ráðhúsinum hjá Tórshavnar kommunu á Vaglinum í Havn. Tórshavnar kommuna hevur verið við til at skipa fyri kanningunum, ið varpa ljós á føroyskar útisetar í Danmark og ikki minst útlitini fyri at teir koma heim aftur. Triði og seinasti partur av kanningin er givin út í riti, ið hevur fingið heitið ”Eg vil so fegin hava, at børnini læra føroyskt”. Ritið fæst undir framløguni. Við hesum riti er stóra kanningin, sum Norðuratlants­bólkurin fór undir fyri fýra árum síðani, komin at enda. ” Eg haldi ikki, at vit kunnu vænta okkum nakra serliga broyting í toskaveiðini í ár í mun til undanfarna ár… Hjalti í Jákupsstovu