Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. januar 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 4 - 7. januar 2009 og gróður tíðliga í fjør summar, at við einum minni fiskiflota fáa vit kanska eina stabilari veiði. - Men vit fáa helst eina stabilari minni veiði, sum hann málbar seg. Hjalti í Jákupsstovu er ikki samdur við Olafi um, at veiðan neyðturviliga verður minni við einum minni fiskiflota. - Eg vænti, at veiðan í minsta lagi verður hin sama - men støðugari - við einum minni og meira hóskandi fiskiflota. Kanska verður veiðan minni tey fyrstu tvey árini, men síðan vænti eg, at vit høvdu heystað frukt- irnar av, at royndin í størri mun enn í dag samsvarar við tilfeingið, sigur hann. Sama veiðitrýst Vit spurdu eisini stjóran á Fiskirannsóknarstovuni, hvat hann heldur um hugskotið hjá Føroya Banka at selja fýra skip av seks útaftur, nú bankin í fjør heyst keypti ísfiskatrolar- arnar hjá Maru Seafood í Klaksvík á tvingsilssølu. - Eg dugi ikki at síggja, at hetta á nakran hátt minkar um veiðitrýstið, tí við sølu av fýra skipum, men við fiskidøgum hjá seks skip- um, verður fiskidagatalið í skipanini og harvið veiði- trýstið júst tað sama. Tað einasta, sum hetta í so máta merkir, er, at hvørjir tveir og tveir trolarar hava eitt frægari grundarlag at fáa raksturin at hanga saman, sigur Hjalti í Jákupsstovu, sum annars væntar, at saml- aða veiðan undir Føroyum í 2009 verður á leið hin sama sum í farna ári. Milliarderur tók egið lív Tað vóru tveir risafeilir, sum herfyri fingu týska milliarderin, Adolf Merckle, at gera sjálvmorð. Tað gjørdi hann við at tveita seg út fyri eitt tok við Ulm í Baden-Wüttemberg. Annar feilurin snúði seg um spekulatiónir í VW partabrøvum og hin um ein kapitalhækkanb av kredittfíggjaði fyritøku hansara, Heidelberg Cement. Undan sjálvmorðinum vóru gingnar vikur við samráðingum við bankarnar fyri at rætta upp tær óhepnu spekulatiónirnar. 74 ára gamli Merckle, ið liggur nummar 94 á listanum hjá Forbes yvir heimsins størstu ognir, stýrdi einum heimsumfatandi ídnaðarvirki, sum umfataði cementvirkir, maskinfyritøkur, heilivágsfyritøkum, byggifyritøkum, vindmyllufyritøkum og mongum øðrum. Persónliga átti hann 52 milliardir krónur. Upsaveiðan hevur verið góð og rímiliga góð seinnu árini, men tað, sum órógvar fiskifrøðina, er, at partrolarar eru vorðnir effektivari, samstundis sum lemmatrolarar í størri mun enn áður hava fiskað upsa Mynd: Karstin Vang Á Fiskirannsóknarstovuni vænta tey ikki, at samlaða botnfiskaveiðan undir Føroyum fer at broytast stórvegis í ár Mynd: Vilmund Jacobsen - Vit fegnast sjálvsagt um góða gýting av toski, hampiliga góðan gróður á landgrunninum og positiv útlit við nebbasildini, men eitt ár er alt ov lítið til tess at gera sær eina fullgóða mynd av støðuni, sigur Hjalti í Jákupsstovu Mynd: Jens Kr. Vang