Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. januar 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 - 7. januar 2009 13 Tað var ótrúligt at hoyra Høgna Mohr útvarpsmann seta Jørgen Niclasen, uttaríkisráðharra, einvegis spurningar í útvarpinum í gjár, sum um Ísrael var hin stóri syndarin í hesum eljustríði, sum fer fram í Gaza í dag. Spurningarnir tóktust vera einvegis og settir eftir Hamas-leisti. Eingin, heldur ikki ísraelsmenn, eru fegnir um krígsstøðuna millum Hamas og Ísrael, ið elvir til mangar sorgarleikir, sum ein krígsstøða altíð ger. 9.400 rakettir úr Gaza inn í Ísrael síðani 2003 Men hvør er sannleikin og veruleikin aftanfyri ísrael- sku álopini og innrásini í Gaza? Síðani 2003 eru 9.400 rakettir og spreingivarparar sendir úr Gaza inn í Ísrael. Í 2005 tók Ísrael seg úr Gaza sum ein part av “land fyri frið” politikkinum hjá Ariel Sharon. Túsundatals jødar vóru noyddir at flyta úr húsum sínum í Gaza tí ísraelska stjórning hevði gjørt eina avtalu við pale- stinsku myndugleikarnar. Heilar ísraelskar bygdir og bygdaløg, á stødd við Klaksvík, vóru javnaðar við jørðina – av jødiskum myndugleikum, tí økið skuldi verða givið pale- stinsku myndugleikunum í Gaza. Vit sóu grátandi jødiskar kvinnur og børn, sum vóru rikin úr heimum sínum, sum ein partur av eini friðaravtalu. Nú skuldi alt verið gott. Palestinar høvdu fingið síni krøv uppfylt. Ísrael var far- ið úr Gaza. Á, nei, víðgong- du rørslurnar við Hamas á odda, vóru ikki nøgdar. Síðani Hamas tók valdið í Gaza hevur verið púra galið. Teir hava sent rakettir í hópatali inn yvir ísraelskar bygdir og sært og dripið nógvar ísraelar hesi seinastu árini. Mest- sum hvønn tann einasta dag hava rakettir verið sendar úr Gaza inn í Ísrael, uttan at heimsins tíðinda- stovur hava latið við seg koma. Tá mótmæltu grann- ar okkara Noreg, Ísland og onnur lond ikki. Og tá vóru heldur ongar krav- gongur í hesum londum. Í 2008 vóru 3.200 rakettir og spreingivarparar send úr Gaza inn í Ísrael Serstakliga býurin Sderot hevur verið dýktur undir í rakettum frá Hamas. Mestr- sum hvønn dag í ár so mong hava íbúgvararnir í Sdereot og aðrastaðni verið noyddir at fara í bumbu- skýli. Men hetta hevur ongan umrøðuáhuga havt hjá heimsins tíðinda- stovnum. Í vápnahvíldartíðarskeið- inum millum Hamas og Ísrael 19. juni til 19. des- ember í fjør sendi Hamas 543 rakettir og spreingi- varparar inn í Ísrael. Hams hevur skotið rakettir av handahógvi Øll hesi raktett- og spreingi- varparaálopini úr Gaza hava verið gjørd við tí endamáli at oyðileggja og drepa so nógvar jødar sum gjørligt, børn, kvinnu og menn. Ongi hernaðarmál hava verið nær í námind av har sum rakettirnar hava rakt. Nú ein dagin varð ein barnagarður í Ísrael raktur. Síðani álopini úr Gaza byrjaðu í 2001 hava 28 fólk í Ísrael latið lív, summi av hesum hava verið palestinar og arbeið- arar úr øðrum londum, sum hava arbeitt í Ísrael. Í hesum sama tíðar- skeiðinum, 2001-2008 eru 1000 fólk í suður-Ísrael særd av somu rakettálop- um. Í heili 8 ár hava ísraels- menn verið dýktir undir í rakettum og spreingivarp- arum úr Gaza. Rakettirnar hjá Hamas í Gaza kunnu í dag náa 750.000 av ísraelsku íbúgvunum. Eitt verjustríð Hetta eru nakrir av veru- leikunum aftan fyri ísrael- ska álopið á Hamas, sum er longdi armurin hjá iran- sku stjórnini í Teran, ið fóðrar Hamas við vápnum. Hesi bæði ynskja at Ísrael verður strikað av landa- kortinum og at allir jødar verða dripnir. Tí skal stríð Ísraels við Hamas skiljast sum eitt verjustríð fyri borgarar landsins – sum at sleppa at liva í friði í egnum landi. Ísrael, útvarpið og Hamas Svenning av Lofti Nýggja árið: Jólini eru farin aftur um bak, og vit eru eisini farin um gáttina inn í nýggja árið. Gávurnar eru pakkaðar út, fýrverkið er farið í luftina, og sjáld- sama nógvar neyðrakettir vóru at síggja á himmalin- um í góðveðrinum, tá ið vit lupu úr gamla árinum inn í tað nýggja – kanska lýsa tær veruleikan so rámandi. Viðvíkjandi gávunum man vera ymiskt, hvussu skurð- urin hevur verið, men óivað skarst betur næst- seinastu jól enn hesa ferð – hjá teimum flestu. Løgmaður rópti varskó viðvíkjandi framtíðarván- unum. Daprasta myndin er kanska, at “ okkum tørvar, sum altíð, vit og skil” - hvussu tað so skal skiljast? Jólagávan frá okkara kosnu kvinnum og monn- um var sær sjálvari lík: Onnur hondin letur, og hin dregur dupult inn. Tey, ið hava størstu hjálp fyri neyðini, og tey, ið formáa sær minst, verða - á fólka- ræðisligan hátt - dømd at lata mest. Eins og við bleytu jóla- gávunum verða tey bleytu politisku evnini skjótt gloymd, men spennandi var at bíða - so leingi tað vardi. Sparingar Spart verður í ólukku máta: Dagtilhaldini fyri eldri verða spard burtur, javningarprosentið verður lækkað, útbúgving og ann- að í tí sambandi verður skert, viðurskiftini hjá eldri og yngri versna yvirhøvur, men hørð virði verða upp- raðfest - so at fremmanda- fólk kunnu lættliga vitja oyggjarnar. Forvitnisligasta upplivilsið hjá hesum gest- um verður óivað at síggja, hvussu okkara gomlu liggja órøkt og ungdómin- um tørvar sømilig kor. Fíggjarlógin komandi hevur 506 milliónir í halli. Hallið hevði verið størri, um yngri og eldri endin av okkara borgarum varð ikki noyddur at hjálpa til at avmarka tað. Blokkurin Nú komi eg til tað, sum er kjarnin í hesum skrivi: Hvussu ber tað til, at vit lata hundratals milliónir, sum vit eiga av røttum, liggja niðurfrystar í danska statskassanum, samstundis sum vit tyngja okið á okk- ara veikastu samfelags- borgarum - bara fyri at pynta komandi fíggjarlóg? Olmussa Havi roynt at spyrja meg fyri hjá fólki, ið eg haldi hava skil fyri tílíkum: polit- ikarum, fólki við hægri útbúgving, grannskoðarum og øðrum skilafólki, og altíð er svarið tað sama: Hetta er ein prinsippspurn- ingur. Spyrji eg síðan, hvat prinsippið er, fái eg at vita, at tað er skomm at taka ímóti hesum peningi. Spurningurin um, hví tað er skomm, verður vendur í luftini, og áðrenn eg eri liðugur at spyrja, fái eg svarið: tí tað er olmussa! Eg vendi mær hámur burtur og kenni meg næst- an sum Ketil, at eg havi dittað mær at spyrja so býtt og uppaftur verri: at eg skilji tað ikki. Eg man vera nakað tornæmur, tá ið eg skilji ikki tílíkan barnalær- dóm. Ája, býttur kann man vera. Mín barnalærdómur var, at skeivt var ikki at skoyta um nakað, ið mær var boðið. Ája, mangt er broytt. Síðan verður ikki spurt meiri um hatta. Óivað skal eg hava álit á tílíkum fólki, tí tey hava verið í lótum fyrr. Hugsa bara um krepp- una í -92 og um, hvussu skjótt tey hjálptu okkum burtur úr henni. Tey høvdu tíbetur onga ábyrgd av teirri kreppuni, sambært Hvítu Bók – og tað hava tey forrestin heldur ikki hesa ferð eftir tí, ið eg skilji, tí nú er kreppan heimsum- fatandi. Vit eru heldur ikki so illa fyri – enn. Prinsippið Havi ikki skilt prinsippið um niðurfrysta blokkin reiðiliga, so eg leitaði eftir einum hvørjum øðrum, ið kundi opinbera fyri mær, hvat tað er, sum eg skilji ikki. Jú, mín sann, á Heimasíðu Tjóðveldis stóð soleiðis (havi loyvt mær at strika undir tað, sum eg haldi hava týðning): ”Blokkstuðul átti at itið árligt leigugjald fyri vald og vantandi politiska ábyrgd. Fólkatingið hevði í dag (04.12.2008,hjh) aðru viðgerð av uppskotinum til ríkisveiting til Føroya fyri 2009, har blokkstuðulin verður óbroyttur. Einasti, ið tók orðið, var Høgni Hoydal, fólkatings- maður, sum eisini einsa- mallur hevur skrivað minnilutaálit í málinum. Fólkatingsumboðið hjá Tjóðveldi boðaði frá, at hann fór at atkvøða ímóti málinum, tí Tjóðveldi ístað- in mælir til samráðingar millum donsku stjórnina og landsstýrið um eina skipaða niðurlaðing av blokkstuðlinum yvir eitt hóskandi áramál. Høgni Hoydal vísti á, at talan er um eitt "mikro- skopiskt" mál fyri Fólka- tingið, tí føroyski blokk- stuðulin er bert 0,1% - ein promilla - av donsku fíggjarlógini. Men í Føroy- um er framvegis talan um eitt stórt mál, sum stýrir øllum politiskum avgerð- um og fastheldur Føroyum í eini støðu, har onki broyt- ist, og har vit ikki hava atgongd til altjóða sam- felagið, sum kann skapa inntøkur og menning. Hann helt, at skulu vit rópa viðurskiftini við røtt- um navni, so átti blokk- stuðulin í Danmark at havt heitið "årligt leigugjald fyri territorium og stór- politiskar fyrimunir í Norðuratlantshavi". Og í Føroyum átti blokkstuðulin at havt heitið "gjald fyri at sleppa undan politiskari og búskaparligari ábyrgd". Høgni Hoydal vísti á, hvussu stórt stig tað var, tá fullveldislandsstýrið valdi at minka blokkstuðulin í 2001 og fastlæsa hann á somu krónuupphædd. Hetta hevði eftir donskum viðurskiftum svarað til, at Danmark segði nei takk til millum 100 og 120 milli- ardir krónur árliga á síni fíggjarlóg. Varð hetta stigið ikki framt í 2001, so hevði blokkstuðulin í dag verið komin upp á 1,4 milliardir um árið - og føroyski bú- skapurin hevði uttan iva langt síðani verið farin á heysin aftur, segði Høgni Hoydal. Somuleiðis segði tjóð- veldisumboðið á Fólkatingi, at nýggjasta prógvið um, at blokkstuðulin er eitt amboð til politisk vald, ið stýrir føroyskum politikki var, at CHE-samgongan slitnaði júst orsakað av avtaluni um at minka blokkstuðulin við 117 mió. afturat. Tí mælti hann til, at før- oyska landsstýrið og dan- ska stjórnin taka upp samráðingar um at niður- laða blokkin og at Føroyar ístaðin taka fulla ábyrgd av uttanríkispolitikki og altjóða samstarvi, sum er lykilin til at menna Føroyar sum eitt nútímans sam- felag.” (endurgeving liðug). Havi tað framvegis sum Ketil. Visti ikki, at blokk- stuðulin var lyklaspurning- urin í samgongu-slitinum, men so er tað komið upp á pláss – tó eg skilji fram- vegis líka lítið, ja, nú standa bara fleiri ósvaraðir spurn- ingar. Eina løtu kenni eg meg sum eina samanbræð- ing av Sokrates og Ketli. Fari at enda at biðja onkran, ið hevur skil fyri tí, t. d. Høgna Hoydal, um at gera so væl alment at greiða mær – og kanska øðrum eisini – frá spurningunum: 1. Hvussu nevnist blokkurin í veruleikanum? 2. Hví verður blokk- stuðul veittur Føroyum? 3. Verður hann roknaður út eftir ávísum leisti? 4. Um ja, hvussu sær tann leisturin út? 5. Verður blokkstuðul veittur Grønlandi eftir sama leisti, sum hann verður veittur Føroyum? 6. Ætlar Grønland at niðurfrysta ella niðurlaða blokkin? 7. Er á nakran hátt gjør- ligt at fáa hendur á niður- frysta partinum, um tað kundi hjálpt? 8. Hevði ikki verið rætt- ast at havt fólkaatkvøðu um so álvarsligt mál sum at niðurfrysta blokkin? 9. Er framferðin røtt og lóglig í sambandi við niður- frystingina av blokkinum? Á sama báti? Nú, ið ísurin bráðnar frá Arktis til Antarktis, mátti niðurfrysti blokkurin eisini tiðnað eitt sindur. Um onkur er, ið hevur tað á sama hátt sum eg, hevði eg fegin at frætt. Tað er so einsligt at kenna seg uttanfyri, tá ið øll hini vita, hvat tosað verður um. Tú torir illa at rætta fingurin upp og siga, at tú hevur einki skilt. Nei, so situr tú heldur stillur og letst at skilja alt, júst sum í søguni hjá H. C. Andersen: ”Nýggju klæði keisarans”. Tó, uggi hevði verið at frætt frá onkrum á sama báti sum eg, tí spurning- urin er, um vilji løgtingsins og landsstýrisins er tann sami, sum meirilutin av fjøldini vil. Gjógvin millum veljara og vald tykist bara gerast breiðari, sum tíðin líður. Sum sagt hevði verið áhugavert at frætt frá øðrum, ið hava ilt við at skilja grudgevingina fyri, hví vit klára okkum betur við minni. Við ynskinum um eitt gott nýggjár. E. S.: Havi frætt, at partur av fólkatingssam- sýningini hjá øðrum fólka- tingsumboði føroyinga fer til politiskt virksemi hjá Tjóðveldi. Í tí sambandi er áhugavert at frætta, um so er, og um samráðingar eru um at niðurlaða tann blokkin. E.E.S.: Havi somuleiðis frætt, at allir føroysku politisku flokkarnir - uttan ein - fáa fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi úr Danmørk. Er hetta so? Prinsippspurningur hajah@olivant.fo HanS J. HermanSen viðmerkingar