mikudagur 7. januar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 4 - 7. januar 2009
Tað veit Gud, at er Jóannes
Eidesgaard góður! Eftir at
hava sitið sum løgmaður í
5 ár, og nú sum fíggjar
málaráðharri í 4 mánaðir,
sigur hann, at “nú vit
síggja stíg vera komnan í
búskapin, má sigast, at
løtan aftur nú er lagalig at
taka skilagóðar avgerðir”.
Hvat hevur hann so gjørt
hesi undanfarnu fimm
árini í landsstýrinum?
Bíðað eftir ringum
tíðum?!
“Nýggjársynski”
Í grein undir yvirskriftini
“Nýggjársynski” kemur JE
til ta niðurstøðu, at nú
mugu tvey greið mál set
ast. “annað er, at vit nú
taka okkum saman og gera
nakrar bygnaðarligar broyt
ingar í samfelagnum, sum
fáa okkara strukturella hall
á fíggjarlógini burtur. ...
hitt er at ein fíggjarlóg má
haldast, og at afturvend
andi yvritrekk hoyra for
tíðini til...” greið tala má
sigast, og skal JE fáa undir
tøku frá okkum í Tjóðveldi
til hetta beinanvegin.
Vit hava eisini í fleiri
umførum roynt at víst á,
hvussu vit kunnu fáa tað
strukturella hallið á fíggjar
lógini burtur. Bæði undir
fíggjarlógarviðgerðini og í
fíggjarnevndararbeiðnum
til fíggjarlógina fyri 2009.
Men tá var JE ikki har. Jú,
hann var onkuntíð í salin
um og inni í fíggjarnevnd
ini. Men hann var ikki har
við hvørki mótspæli ella
viðspæli til okkara upp
skot. Tíansheldur, at hann
kom við nøkrum alterna
tivi. Vit saknaðu og eftir
lýstu ferð eftir ferð einum
útspæli frá JE til bygnaðar
ligar broytingar og til tað
strukturella halli á fíggjar
lógini. Men har kom onki
íkast. Hvørki frá JE ella
øðrum í samgonguni. Jú,
onkur einstakur royndi,
men teir sterku, sum ráða í
ABC fingu bast øllum,
sum minti um eina
strategiska ætlan.
Er ryggurin sterkari enn
tollurin á sigarettum?
Men tað skal JE eiga, at
hann var rættiliga atfinn
ingarsamur móti yvirtrekk
um hjá sínum samstarvs
feløgum í landsstýrinum.
Og verður hann eins strang
ur alt 2009 viðvíkjandi
yvirtrekki, sum hann var
undan jólum, og sum hann
er í greinini í Sosialinum
30. desember, má kanska
serliga hansara egni parta
maður í landsstýrinum
veruliga taka sær um
reiggj. Og nú verður spenn
andi at síggja, um ryggurin
á JE mótvegis Hans Paula
er sterkari, enn hann var
mótvegis Jørgen og Jóhan,
tá ið talan var um at leggja
toll á sigarettirnar.
Vit hava greið boð
Men um vit halda okkum
til tær bygnaðarligu broyt
ingarnar og strukturella
hallið á fíggjarlógini, so er
boðið hjá okkum rímiliga
greitt.
Boðið hjá Tjóðveldinum
hevði kravt nakrar bygnað
arligar broytingar og hevði
minkað um strukturella
hallið munandi. (uppskot
okkara sæst á síðunum 46
til 54 í álitinum frá fíggjar
nevndini og er hetta at
finna á www.logting.fo.
Á inntøkusíðuni vildi
tilfeingisgjald, sum lagt
verður á ogn Føroya fólks,
givið landskassanum uml
40 mió kr.
Grønur skattur ella
CO2gjald vildi givið 25
mió kr. Svarar til, at hálv
króna verður løgd á hvønn
litur sum seldur verður á
bensinstøðunum. Sam
stundis, sum hetta verður
gjørt, eigur landsstýrið at
skipa fyri tiltøkum sum
minka um útlátið av
vakstrarhúsgassum, og
harvið gera okkum minni
heft at oljuni. Hetta eigur
at gerast við tiltøkum, sum
hava til endamáls at finna
fram til og menna varandi
orkukeldur.
Við at hækkað ALSút
gjaldið úr 70% til 80%
vildi landskassin fingið
5,00 mió. kr.
Vit mæla eisini til at
rentustuðulsskipanin verð
ur broytt soleiðis at hon í
fyrsta lagi verður fasthildin
fyri gjørdar handlar, tó við
einum innsettum avdráttar
profili á 15 ár. Øll nýggj
húsalán koma undir eina
niðurlaðing á 4% p.a., so
leiðis, at skipanin er burtur
um 1015 ár. Skipanin
hevur verið atvoldin til ein
avlagaðan húsaprís og í
størstan mun er hetta
vorðið ein spurningur um
at flyta landskassagjaldføri
beinleiðis yvir í gjaldføri
hjá fíggjarstovnunum, sum
fíggja sethúsamarknaðin.
hetta vildi minkað um
útreiðslurnar hjá lands
kassanum við 11 mió kr.
5,00 mió. kr. Arvaav
gjaldið er væl lægri í Før
oyum enn í londunum
kring okkum, tí kann ein
regulering í takstinum geva
landskassanum hesa
inntøkuna.
40,00 mió. kr. Hækking
í inntøkuskattinum hjá
hægru inntøkunum. Skatta
politikkurin hesi seinastu
árini hevur bara verið til
fyrimunar fyri tey vælbjarg
aðu við høga lønarlagnum.
Inntøkur landskassans eru
tódnaðar við áleið 400
mió. kr. um árið av hesi
orsøk. Nú tað hakar í bú
skaparliga, eiga hesar
somu breiðu herðar at taka
á seg sín part av byrðuni.
Fíggjarmálaráðið eigur at
broyta skattalógini sam
svarandi hesi áseting.
60,00 mió. kr. Sjómans
frátturin verður tikin av í
skattaskipanini. Ein skatta
skipan eigur at vera gene
rel fyri allar borgarar í
einum landi.
28,00 mió. kr. Inntøku
trygdin hjá fiskimonnum
verður flutt arbeiðsmarkn
aðinum, har hon heilt
natúrliga hoyrir heima.
Arbeiðsmarknaðurin eigur
stóra trygdargrunnin ALS,
sum sjálvsagt eigur at
broyta sínar viðtøkur, so
leiðis, at inntøkutrygdin
fær innivist í heusm geiran
um. Sjó og fiskimenn eru
tvingsilsinnlagdir at gjalda
í grunnin, men trupult er
hjá hesum fakbólkum at
fáa nakað úr grunninum
aftur. Tískil verður hetta
uppskotið sett fram.
0,50 mió. kr. Filmseftir
litið verður tikið av.
2,50 mió. kr. Brúkara
gjøldini á Trygdarmiðstøð
ini verða ásett soleiðis, at
støðin gerst útreiðslu
neutral á fíggjarlógini.
0,00 mió kr. Sitandi sam
gonga tykist onga ætlan
hava um, at fara undir
Sandoyartunnilin yvirhøv
ur. At seta 2 mió. kr. á
fíggjarlógina hevur eittans
sum endamál at kyrra ein
samgongutinglim. Úr
oynni. Hesar 2 mió. kr.
høvdu verið betri farnar í
verkætlanina, at gera eina
ítróttarhøll í Sandoy.
Kommunurnar í oynni seta
seg neyvan førar fyri at
fara undir hesa ætlan í
bræði, tí eigur landsstýrið
at gera eina serliga lóg fyri
hesa bygging. Komast
kann aftur til tunnilin, táið
tað veruliga er ætlanin at
fara undir at gera hann.
15,00 mió. kr. Tøka av
yvirskotsfæið í Búnaðar
grunninum, sum er lands
ins ogn og sum er yvirkapi
taliseraður í óneyðuga
stóran mun.
0,10 mió. kr. Pro Vita
verður strikað av útreiðslu
síðu fíggjarlógarinnar.
1,50 mió. kr. Minking av
rakstrinum hjá løgmans
fyrisitingini.
1,40 mió. kr. Minking av
rakstrinum hjá úttanríkis
ráðnum, har m.a. ein
óneyðug kanning av ES
eigur at vera tikin burtur.
7,00 mió. kr. Endur
gjaldsgrunnur alivinnunar
verður inntøkuførdur og
nýttur sum stovnsfæ í ein
um nýggjum granskingar
grunni, sum bert hevur til
endamáls at granska í fiska
aling, eitt nú í toskaaling.
Hallið hjá okkum hevði
verið einar 200 mió kr
lægri
Umframt hesar meirinn
tøkur hevur Tjóðveldi eis
ini uppskot um meirút
reiðslur. Hóast meirútreiðsl
ur er tann populerari part
urin, so verður hann ikki
endurtikin her. Tí tað er
serliga meirinntøkur, og
minni útreiðslur, sum JE
eftirlýsir. Men taka vit
meirútreiðslurnar frá meir
inntøkunum er hallið á
okkara uppskotið knappar
200 mió kr lægri enn á
henni, sum samgongan
telvaði seg fram til undan
jólum.
Og tað, sum eyðkennir
okkara meirinntøkur og
meirútreiðslur er, at broyt
ingarnar leggja seg eftir:
• at javna byrðarnar í
samfelagnum
• at styrkja tey lágløntu
og meðalløntu
• at tryggja íløguvirk
semi í øllum økjunum í
landinum
• at útbúgving, gransking
og mentan verður ment.
• at menna vinnulívið.
Basa kreppuni í góðari tíð
Hetta gera vit fyrst og
fremst fyri at forða krepp
uni at fáa fastatøkur. Forða
fyri fólkafráflyting. Og
forða fyri, at hallið á fíggj
arlógini verður so stórt, at
landskassin ikki heldur til
tað, meira enn eini tvey, trý
ár. og jú meira vit leggja
trýst á landskassan, verri
verður at koma uppaftur.
Og hesuferð mugu vit
kanska enntá lána okkum
til hallið. (hvør so vil geva
lán í hesum døgum), og
um vit so valdu at taka av
innistandandi í staðin, so
eru vit longu farin niður
um tað lógarásetta markið
fyri minsta innistandandi,
sum er 10% av BTÚ.
Hugleiðingar komu eina
viku ov seint
Hesa ferð valdi samgong
an, at samtykja eina fíggjar
lóg við einum hallið á 500
mió kr.
Eftir uppskotinum frá JE
vildi hallið verið 570 mió
kr, einamest tí, at har var
onki (null) uppskot um
bygnaðarbroytingar, onki
uppskot um at lækka
strukturella hallið. At hann
so hugleiðir um bygnaðar
broytingar eina viku eftir, at
hansara egna uppskot er
samtykt við ávísum barber
ingum, er so bara tann tragi
komiska síðan av hesi søgu.
Vit vilja samstarv
Nú veit eg ikki, hvat JE
heldur um okkara uppskot.
Men hann eftirlýsir einum
kjakið. Og okkara uppskot
er annað enn hugleiðingar
og atfinningar. Talan er um
ítøkiliga uppskrift og bein
rakna strategi. Her skal
greinin síggjast sum ein
roynd at taka JE uppá orð
ið, og vóna vit sjálvandi at
fáa mótspæl við alterna
tivum loysnum!
Hetta gera vit, hóast vit
sita í andstøðu, og hóast
alternativið hjá okkum
kundi verið at sápla tað
niður, sum samgongan
kemur við. Men tað gera
vit ikki! Ikki bara tí at hon
ikki kemur við nøkrum,
men eisini tí, at vit vilja í
eitt konstruktivt samskifti
við samgonguna. Tí fara
vit aftur og aftur at vísa á
gongdar leiðir. Men undir
tøka fyri okkara uppskot
um má koma frá samgong
uni. Hon hevur jú meiri
lutan. Ein byrjan kundi
verið frá fíggjarmálaráð
harranum sjálvum.
Tí spyrji eg JE: hvat held
ur hann um boðini, sum
verða endurtikin her í
greinini.
Hann sigur seg eftirlýsa
einum kjakið. Tað hevur
hann gott nokk fingið, og
fær tað aftur her. Nú mangl
ar bara, at vit fáa eitt út
spæl frá høvuðspersóni
num sjálvum.
Ópopuler átøk, sum
gagna!
Nógv av hesum eru ópopu
ler átøk, gamaní! Men hesi
eru við til at lækka um
strukturella hallið. Og tað
er tað, sum JE vil hava
burtur, sigur hann í
greinini.
Nú veit eg ikki, um
kreppan er nóg ógvuslig
til, at JE kann taka av
hesum skilagóðu loysnun
um. Eg ivist ikki í, at hann
er samdur í meginpartinum
av okkara uppskotum.
Tíðin er við at ganga
undan
Nú er ein fjórðingur av tíð
ini farin av hesum valskeið
num. Tá fíggjarárið 2009
er runnið er helvtin av
skeiðnum farið. Tí má JE
veruliga skunda sær, um
hann skal náa at gera
nakað sum helst við
bygnaðarbroytingar og við
strukturella hallið. Nærri
vit nærkast komandi vali,
verri verður at finna
meiriluta fyri ópopulerum
broytingum. Og hugsið
tykkum, um nú tíðirnar
batna, so verður ikki
tespiligt hjá JE at taka
skilagóðar avgerðir!
Men góða eydnu við
nýggjársynskinum! Mót
spæl fært tú frá Tjóðveldi
num, og viðmerkingar
somuleiðis. Og vit himpr
ast ikki við at taka undir
við skilagóðum avgerðum.
Um nú tíðirnar batna verður ikki stuttligt hjá Jóannes Eidesgaard
AnnitA á
Fríðriksmørk
Tíðindaskriv
Tað er ikki ein felags
fatan í Javnaðarflokki
num, at almenn starvsfólk
ikki røkja sínar skyldur til
fulnar. Javnaðarflokkurin
hevur tvørturímóti fult álit
á alment løntum starvs
fólkum eins væl og bæði
tímaløntum og fastløntum
á privata arbeiðs
marknaðinum.
Tí má Gerhard Logn
berg, løgtingsmaður, sjálv
ur standa við tær viðmerk
ingarnar, ið hann hevur
havt ímóti almennum
starsvsfólki seinastu
dagarnar. Tær skulu á
ongan hátt fatast sum eitt
flokssjónarmið hjá Javn
aðarflokkinum. Tvørtur
ímóti heldur Javnaðar
flokkurin, at rættindini í
fleiri førum áttu at verið
styrkt, bæði hjá starvs
fólkum í almenna og á tí
privata arbeiðs
marknaðinum.
At leggjast eftir starvs
fólkum fyri at vera heima
hjá sjúkum barni ella tí, at
tey eru á skeið, fyri at
menna sínar førleikar, er
ikki í samsvari við
almennu fatan floksins av
hesum viðurskiftum.
Heldur áttu vit at gjørt
umstøðurnar betri fyri tey,
sum hava trupult við at
fáa arbeiðs og familju
lívið at samvirka.
Vegna Javnaðarflokkin
John Johannessen,
Form. á tingi
Javnaðarflokkurin hevur fult álit á almennum starvsfólkum
viðmerkingar