mikudagur 7. januar 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 04 • 07. jan. 2009
Anton Petersen á útróðri í Grønlandi:
Vóru førdir sum kríatúr
Vit fara nú undir eina nýggja røð. Tað er Anton Petersen, ættaður úr Froðba, búsettur á Sandi, sum
greiðir frá. Hetta eru áhugaverdar frásagnir, sum eisini lýsa korini hjá føroyskum fiskimonnum
1. partur
Anton Petersen er ein av okkara
royndastu útróðrarmonnum í Grøn
landi. Hesin útróður er ein týðandi
partur av okkara fiskiveiðusøgu.
Anton, sum tá var 16 ára
gamal, og pápi hansara Jens
Kristian byrjaðu í 1949. Anton var
í hesi veiðu til 1968. Pápi hansara
helt á til 1972.
Tað er so heppið, at Anton
hevur skrivað nógv niður og veit
eisini okkurt at leggja afturat.
Hann hevur eisini tikið nógvar
myndir frá hesi tíðini, og eru
hesar sera virðismiklar fyri
lýsingini av hesi tíðini.
Niels J. og Jógvan Arge hava
sum kunnugt skrivað eina bókarøð,
Teir tóku land, um hendan útróður,
og er hetta eisini sera virðismikið
sum heildarsøga. Anton eigur
eisini sítt íkast í hesu bókarøð.
Men her fara vit at lýsa søguna úr
enda í annnan hjá einum manni og
teimum, hann var saman við.
Útróður frá landi hjá føroyingum
byrjaði mitt í 30unum. Hetta kundi
endað galið á heimferðini við
Niels Finsen á heysti 1939, sum
vit eisini hava havt frásøgn um í
Miðvikuni. Tá kundu 250 útróðr
armenn eins væl gingið burtur.
Hesin útróður steðgaði upp
undir krígnum. Aftaná kríggið
fór hesin fiskiskapur at taka seg
upp aftur, og í 1949 fóru Anton
og pápi hansara at royna hesa
veiðu. Hetta er ein áhugaverd
og eisini spennandi frásøgn.
Hon hevur fleiri dømi um, at
vandastøður hjá teimum eins og
hjá nógvum øðrum fiskimonnum í
Grønlandi. Men so heppið er tað,
at hóast tað ofta hevur staðið
nógv á, so er neyvan dømi um
føroyskt forliss við tapi av fleiri
mannalívum undir Grønlandi,
meðan tað eru nógv dømi um tað
undir Íslandi.
Anton greiðir frá:
Í 1949 vóru eg og pápi mín
til bátafiskiskap í Grønlandi við
Mogens S, sum var eitt stálskip
uppá 500 tons. Reiðaríið A. E.
Sørensen úr Svendborg átti
skipið. Hetta var eitt av fleiri
donskum reiðaríum, sum skipaðu
fyri slíkum útróðri í Grønlandi, har
meginparturin av manningini vóru
føroyingar. Skipið hevði danskar
yvirmenn, maskinfólk, kokk,
kokkadrong og tveir dekkarar.
Vit vóru út í móti 40 monnum
umborð. Palli Nielsen hjá Mikkjal
í Geil var fiskiskipari. Poul Viberg
úr Vági, Pyllurin nevndur, slektað
ur av Tvøroyri, var bestimaður.
Fimm bátar vóru við úr Føroyum.
Teir vóru Nýpan hjá pápa mínum,
hann var eitt stórt seksmannafar,
ein bátur hjá hjá Axel Thorstein
son úr Vági, tveir aðrir bátar úr
Vági, eitt fýramannafar og eitt
áttamannafar. Eisini var eitt lítið
áttamannafar úr Fámjin.
Síðani hevði skipið tvær jollur
við frá Danmark, men tær vóru
illa egnaðar til fiskiskap.
Mogens S. tók salt á Drelnesi,
har einasta saltsøla í landinum var
tá. Bæði bátar og og meinparturin
av fólkinum var úr Suðuroynni. Tá
ið so alt var komið umborð, var
farið avstað til Grønland.
Í vanda av ísi
Ferðin gekk væl, til vit komu yvir
í Julianehåbsbuktina. Tá komu vit
í ís. Tað var nakað av mjørka og
smáísi. Heldur enn at fara út um
ísin valdi skiparin at troðka seg
gjøgnum hann. Men ísurin bleiv
tættari og tættari, til tað at enda
ikki bar til at sigla. So bleiv vent
við aftur, men tá bar ikki til. Tá
var tættur og størri ísur til allar
síður. Til alla lukku var veðrið av
tí besta.
So varð roynt at sigla norður
eftir, men lítið bar til, tí ísurin var
nú so tættur. Hvørja ferð innrákið
kom, stúvaði ísurin seg saman,
so tað bleiv ikki siglandi. Tá ið
útrákið kom, opnaði ísurin seg
eitt sindur, so tað komu rennur í
ísin. Tá var so roynt at sigla, men
hesar rennur gingu so nógv inn
norður eftir, at tað førdi so lítið út
úr ísinum.
Har bleiv so baksað í trý sam
døgur, til vit at enda komu útaftur.
Skipið hevði ein Buck Disel
motor við umkasti. Tað bleiv siglt
við fullari ferð, tá ið ísurin setti
eitt sindur sundur. Tá ið heilt bleiv
av ísi, varð maskinan steðgað
og kastað um til bakk og so fulla
ferð á. Tað var rættuliga ófriðaligt
umborð, og lítið varð sovið hesi trý
samdøgrini. At enda komu vit so út
í ískantin, men har vóru ísstykk
ini bæði størri og hægri. Her var
eisini alda í sjónum, meðan tað
inni í var púra slætt, so tað sá
hættisligt út.
Vit komu so út í síðstu løtu, tí
undir hesum umstøðum hevði
skipið ikki klárað seg leingi, sum
ísurin arbeiddi.
Tá var farið at sigla norðureftir.
Nú var eingin ísur á leiðini, og
veðrið var gott. Tað var kortini
okkurt hendinga stórt ísfjall.
Rendu á ísfjall
Eina náttina á leiðini norðureftir,
nú er ein brestur. Tá siglir skipið
á eitt stórt ísstykki. Teir flestu
svóvu, so tað var ein ordans
hvøkkur.
Allir føroyingarnir búðu har
frammi, so har kendist stoyturin
øgiligur. Skipið hevði sneitt
stevni, og sverar ketupípur fóru
niður ígjøgnum bakkan. Paten
takker hekk fyri uttan. Beint her
rakti ísstykkið. Hevði tað ikki
verið, hevði skipið sokkið sum
steinurin. Skiparin hevði ætlað at
sigla framvið ísinum, men hetta
miseydnaðist. Tá var ikki nógv um
hann. Men hann var annars ein
óførur maður. Hann var nøkur
Og trýss ár. Hann var á brúnni
tað mesta av teimum trimum
samdøgrunum, sum vit lógu inni
í ísinum. Eisini róði hann út við
aðrari jolluni, tá ið vit vóru komnir
til fiskiskap, og hann fiskaði til
tíðir rættuliga væl.
So til fiskiskap
Vit komu so norður í
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Mogens S. liggur Inni í Ravnstóroy í 1949. Tað var her at hugskotið um at taka útróður í Grønlandi upp aftur kom
Her koma vit inn í ísin við Mogens S. Her byrjaðu trupulleikarnir, sum greitt
frá í greinini
➘