Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. januar 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 - 7. januar 2009 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn Hans Hammer Krossá, ættaður av Eiði, búsit­ andi í Danmark, andað­ ist á Hvidovre Hospitali tann 5. januar, 78 ára gamal. Håkon Joensen, Stokks­ oyri, Klaksvík, andaðist mánadagin, 81 ára gam­ al. Henning Heinesen, ætt­ aður úr Porkeri búsitandi í Helsingør, andaðist á Helsingør Hospital, 76 ára gamal. Jógvan Hendrik Sam­ uelsen, Tvøroyri, andað­ ist 5. januar, 66 ára gam­ al. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at elskaða kona mín, mamma, omma og systir okkara Brigitte Hammer fødd Schrøder andaðist 2. januar 2009 á sjúkrahúsinum í Gehrden í Týsklandi. Jarðarferðin verður úr kirkjugarðskapellinum í Gehrden 9. januar kl. 10.30. Heilsan við Joh. 11,25. Vegna tey avvarðandi Marnar Hammer, Petra Meyer, Christopher, Gerhard Schrøder og Klaus Schrøder Tey, sum ynskja at minnast Brigitte, kunnu lata eina peningagávu til SOS-Børnebyerne, konta í Føroya Banka, mrk. Brigitte. Dagurin 7. januar. Knútur hertogi. Talan er um sonin hjá danska konginum Erik Ejegod. Hann varð myrdur av systkinabarni sínum Magnusi henda dag í 1131. Í danskari søgu verður hann róptur Knútur Lávardur, ið er sama orðið sum tað enska lord, ið merkir harri. Knútur varð skírdur halgimenni í 1169. Navnið Knútur er kanska upprunaliga norrønt og merkir júst knútur, brúktur sum eyknevni. Ella kanska er tað gamalt týskt navn: hin (hug)djarvi. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Ein tann størsti kavin, nakar veit um í nýggjari tí, var fyrstu dagarnar í 1984. Kavaódnin brast á mána­ kvøldið 2. januar, og týs­ dagin 3. januar lá so gott sum alt virksemi í landinum stilt, ferðslan steðgaði heilt upp og einasti mátin at koma nakran veg var at fara til gongu. Fleiri staðir í landinum var streymslit, og t.d. flog­ ferðslan varð tarnað av at fólki, sum ikki kundu koma til flogvøllin. Í Vágum hendu eisini stórir skaðar. Kollfjarðatunnilin var ikki komin tá, og fólk sum ikki komu vegin fram á Oyggjarvegnum máttu gista á støðini í Mjørkadali. Kelda: Sosialurin hósdagin 5. januar 1984 Fyri 25 árum síðan: Kavaódnin í 1984 Mynd frá ”Realskúlaframsýningini 1916-66”, sum Jórunn Dánjalsdóttir skipaði fyri í Kommunuskúlanum í Havn í 2007. Myndin er tikin í Realskúlagarðinum í 1937. F.v.: Astrid Thomsen, Gøtu, Kjartan Hentze, læraraskúlanæmingur, Aslaj Thomsen (Nielsen) og Richard Long, lærari. Um onkur hevur hug at ogna sær myndina, er viðkomandi vælkomin at venda sær til Jórunn Dánjalsdóttir á telefon: 226024. (Mynd nr. 327). Myndaeigari: Hjørdis á Argjaboða SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 20 Realskúlamynd frá 1937 Her ruddar ein JCB-gravimaskina vegin fyri einum sjúkrabili Vørubilurin hjá Jógvani Danielsen ger ein roynd at koyra vøru út til handlar í býnum