mikudagur 7. januar 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 7. januar 2009
19
tíðindi
Framvegis nógvar rækjur
Vit hava fingið fyrstu grønlandstíðindini
frá Kára við Stein. Hann hevur sum vanligt
fingurin á pulsinum og greiðir frá dag fyri dag
29. desember
Í dag er lot av norði og kalt, sum eg veit ikki hvat. Polar
Amaroq er komin inn eftir pakningi. Teir skulla landa í
Manitsoq í morgin. Qaqqatsiaq er farin út aftur úr Nuuk
nýggjan túr, og Polar Natoralik er inni í Nuuk og landar
eisini í dag. Tað er Polar Natarnaq eisini. Teir høvdu um
150 tons av sekkjarækjum.
30. desember
Ocean Tiger kom í morgun inn at landa. Har er alt við at
vera fult hjá teinum. Teir loystu í kvøld og skullu inn
aftur 5. januar. Polar Amaroq, sum fór til Manitsoq at
landa, mátti til Nuuk við 100 tonsum eftir í lastini, tí teir
góvust bara at landa skipið.
31. desember
Akamalik hevur gjørt eitt rimmar ár. Teir hava fiskað fyri
150 mill. Fyri tað skulu teir hava eitt stórt tillukku frá
mær, óført. Steffen C. kom inn í morgun at millumlanda.
Teir hava ligið fullastaðir í eitt gott samdøgur. Meiningin
var, at teir skuldu inn til Aasiat at millumlanda. Men har
var so mikið av ísi, at tað var ikki hugsingur um at koma
inn hagar. Teir skuldu annars inn at landa 5. januar í
Manitsoq. Teir liggja nátt yvir her. Polar Amaroq kom á
fiskifeltið aftur í dag. Tað var so lýtt í dag, at vit
manglaðu bara at fáa regn. Lómur fór nýggjan túr
seinnapartin. Sum eg skilti so ætlaðu teir norður til
Haruoynna at royna. Har eru tó ongar harur sum skilst.
Ísviðurskiftini vóru ikki av teimun bestu, tá ið teir fóru.
1. januar 2009
Steffan C loysti aftur fyrrapartin og Akamalik kom til
Nuuk seinnapartin.
2. januar
Í dag er stilli og -2-3 stig. Markus er komin inn higar at
landa. Teir eru so at siga fullir, men teir ætla at fáa gott
og væl 500 tons upp. Teir skulla ikki sigla fyrrenn í
morgin. Tað eru komnir montørar úr Íslandi at umvæla
teirra turbo. Lítla flogfarið, sum teir komu við, bíðar eftir
montørunum, til teir eru lidnir.
3. januar
Natarnaq kom inn at landa í morgun. Teir máttu fyrst
flyta Markus, sum ikki kundi starta maskinuni, tí turboin
var tikin sundur. Men tað var í eini handavending, at
skiparin Dávur Mohr kláradi hetta. Natarnaq hevur knapt
400 tons inni henda túrin.
Markus loysti um kl 18 í kvøld nýggjan túr. Frætt er frá
Polar Natarnaq. Teir hava roynt í tvey døgn uppi í
Godhavnsrennuni. Teir hava um 60 tons inni. Frætt er í
dag, at Lómur hevur fulla last og vera teir inni í Illulisat í
morgin einaferð. Har mugu teir so bíða til mánadagin 6.
januar, táið virkið opnar aftur.
4. januar
– 5-7 stig stilli. Natarnaq loysti nýggjan túr í morgun kl
0600
Arbeiðsloysisskipanin
Tinghúsvegur 14 t FO-100 Tórshavn
Tel 349550 t Fax 349551
als@als.fo t www.als.fo
jXej`i%]f
Avgreiðslutíðir
Mánadag til hósdag:
Telefon:
09.00 - 16.00
Avgreiðsla: 10.00 - 15.00
Fríggjadag:
Telefon:
09.00 - 13.30
Avgreiðsla: 10.00 - 13.00
Steinatún
Tinghúsvegur
C.Pløyens gøta
Bøkjarab
rekk
Tórsgøta
Avgreiðslan er stongd fríggjadagin 9. januar.
Mánadagin 12. januar lata
vit upp í nýggjum hølum á
Tinghúsvegi 14 í Tórshavn.
Vit flyta
í nýggj høli
Grønlandstíðindi
Kári við Stein