Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. januar 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 18 nr. 04 • 07. jan. 2009 helsingagæs. Vit fóru so at royna, um vit kundu skjóta onkra. Byrsu hevði man sum oftast í bátinum. Og væl bar til. Vit fingu fimm. Men hetta tók langa tíð, so tað varð farið at skíma, tá ið vit góvust. Ókunnigur, sum mann var, sá allur skergarðurin út til at vera heilur uttan fyri okkum í skýmingini, meðan tað suður eftir sá út til at vera siglandi. So varð farið tann vegin. Tá komu vit til eitt sund millum tvær oyggjar. Har gekk ein øgiligur streymur, og tað vallaði á í streyminum. Har bleiv so lagt stilt eina løtu fyri at hugsa um støðuna. Men so avráddi gamli at leggja á, og so bleiv gjørt. Men vit vóru ikki meira enn byrjaðir at sigla, tá komu sum sendar av Gudi tvær grønlandskar jollur, sum vit ikki høvdu ansað eftir. Tær komu út úr myrkrinum undan einari oyggj. Vit steðgaðu so á aftur fyri at vita, hvat teir vildu. Helst hava vit haft eina hóm­ ing av, at tað ikki var rætt, sum vit vóru í gongd við at gera. Teir komu so á borðið. Hetta vóru menn úr Fiskanesi. Teir greiddu okkum so frá, at tað lógu steinar í sundinum, og at tað var á hesum steinum, at tað vallaði á. Teir sigldu so undan okkum beint í móti einari oyggj, haðani teir komu frá, og so eitt sindur suður á, og so vóru vit uttanfyri. Eitt er heilt vist, at vóru teir ikki komnir har, so høvdu vit gingið burtur. Hevði báturin borið við ein av hesum steinum høvdu vit farið runt, og tað kundi lættliga blivið ein galin endi. Ónosslig heimferð Hetta heystið kom ein danskur fraktbátur, Marie Boye, eftir okkum. Hann hevði heldur ikki millumdekk. So tað bleiv sama skilið hjá fólkinum sum á ferðini yvir, um møguligt verri. Hetta var um 10. oktober, at vit fóru heim. Kalt var í veðrinum og hartil ónossligt. Fiskurin var vigaður úr skúrinum og so skipaður umborð í bátarnar. So varð hann førdur umborð í skipið. Síðani bleiv hann stakkaður í passiligar stakkar fram eftir, til tað at enda var eitt tómt pláss fremst í lastini, upp á eina fimm ­ seks metur. Niður á hesar stakkar og hetta tómrúm á banjaranum blivu presendingar lagdar. Har oman á mátti man so leggja madrassurnar. Vit fóru fyrst norður í Føroyingahavnina at taka olju og vatn og aðra útgerð. Eg minnist eitt dømi um, hvussu kalt tað var. Vit høvdu ein vatn­ dunk við. Tá ið eg skuldi smakka mær á um morgunin, kom ikki drop­ in úr honum. Tá var hann frystur. Uppi á hesum rókum, sum lækk­ aðu frameftir, hildu so bátaløgini til. Hetta minti ikki sørt um fugl í berginum. Vit vóru seinastir umborð, so vit máttu taka til takkar við hesum plássinum á banjarinum. Sum væntandi var, setti lakin fram undan fiskinum. Hartil var tað eisini nógv kaldari har niðri. Var nakar lunki av fólki og primusum, so setti hann upp eftir og kom teimum til góðar, sum vóru á teimum ovaru rókunum. Hvørt bátalag hevði sín primus at matgera sær við. Tó var eitt bátalag so framkomið, at tað hevði eitt gassapparat. Hetta var ein bátur frá Ljósá. Tá nú øll hesi bátaløg hvør í sínum lag kókaðu í hesu køldu lastini, kan mann hugsa sær, hvussu tað sá út. Alt var tað bera jarn, og kalt var úti. Tað dryppaði niður allastaðni, og tá ið kókað varð, var tað tjúkt í mjørka. Soleiðis var skilið nøkunlunda øll árini, til vit fóru at avreiða til Grønlandsfelagið. Tá blivu meiri skipaði viðurskifti, og man fekk meira mannsømulig kor eftir tátíðarumstøðum. Men í dag hevði tað kortini ikki verið góðtikið. Her kann verða skoytt uppí, at nógv ár seinni var ætlan at fara til Íslands við fiskimonnum á líknandi hátt. Tá noktaði skipasýnið fyri tí. Hetta undraði menn, hvussu tað kundi vera loyvt at fara ta nógv longri og kanska eisini vandafullari leiðina til Grønlands, meðan tað ikki bar til, tá farast skuldi til Íslands. Jú, frágreiðingin var tann, at til Íslands var ferðin uttanríkis, meðan hon var innanríkis til Grønlands! Hetta hevði kortini ikki borið til í dag. Hetta er inni í botninum á somu vík, sum saltingarskúrurin stóð úti í munnanum. Hesin innasti skúrurin her er tann, sum vit búðu í tey bæði árini vit vóru í Ravnsoynni. Skúrurin bleiv kallaður Glyvraskúrurin, glyvramenn høvdu átt hann í 1939 Hetta er í 1952, tá ið tann nógvi ísurin lá. Her hava vit drigið bátarnar upp fyri ikki at missa teir. Fremst stendur Bogi. Síðan Nýpan, og ein bátur úr Kvívík. Í munnanum á havnini sær man ísbrúnna koma inn í Havnina Her liggja Bogi og Nýpan við Brúnna sum vit gjørdu meðan ísurin lág. Á endanum á brúnni stendur Vermund. Umborð á Nípuni eru Olul Niclasen, við hondini niður á brúnna. Í stýriborð stendur Magnus Petersen, farbróðir Komandi partur Í komandi parti heldur Anton fram við síni frásøgn. Her er bæði dramatikkur og um tá ið teir fingu sápu fyri smelt afturvið døgurðanum