mikudagur 7. januar 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 04 • 07. jan. 2009
MIÐvIkaN
17
Brennivargurin í
Havn
Um náttina, sum vit komu til
Havnar, var tann stóri ásetti
eldibrandurin í Tinganesi.
Johann Hansen, svágur pápa
mín, sum skuldi við okkum, lá
á hospitalinum. Vit vóru har úti
og vitjaðu hann og tosaðu um,
hvussu hann skuldi fáa fart yvir til
Grønland, tá ið hann kom fyri seg.
Á stovuni saman við honum
lá ein dani, sum hevði brent seg
reiðuliga illa. Hetta varð sagt at
vera tí, hann hevði verið við til at
sløkkja eldin í Tinganesi. Tað vísti
seg seinni, at hesin góði maður
hevði sjálvur sett eld á.
Skúrarnir
Hetta summarið vóru vit í Ravns
Stóroy við tveimum bátum, Bogi,
Ein seksæringur, og Nýpan, eitt
stórt seksmannafar.
Vit royndu við línu ta fyrstu
tíðina og fiskaðu hampuligt.
Við vóru hesir menn:
Jens Kristian Petersen, Anton
Petersen, Oliver Petersen, Jens
Jacob Magnusen, Froðba, Oliver
Nielsen, Valdemar Jespersen,
Villy Jespersen, Meinard Eivind
son,Tvøroyri, Oluf Niclasen,
Hvalba, Niels Juel Kjærbo, Famien
Svend V. Hansen úr Danmark,
Argir, Johan Hansen, Argir.
Í víkini vóru fimm skúrar, fýra
á suðursíðuni, og ein á norður
síðuni. Skúrurin, sum pápi mín
keypti, stóð oman og niðan,
meðan hinir stóðu longst fram
við. Okkara stóð uttast í víkini.
Tá ið Eli og hansara menn høvdu
skúrin í 1939, var hann í tveimum,
saltingarúm og manningarúm.
Soleiðis vóru teir flestu skúrar frá
saltfiskatíðini.
Tá ið teir fóru heim um heystið,
tóku teir skilaveggin niður fyri at
fáa bátin at standa inni í skúri
num. Vit brúktu tó allan skúrin
at salta í, og búðu í tí innasta
skúrinum, sum bleiv kallaður
Glyvraskúrurin. Glyvramenn
høvdu búð har í 1939, men har
kom so eingin aftur.
Ein túr vóru vit inni í Bjarna
fjørðinum. Hann liggur nakað
norðan fyri Ravnoynna. Har inni
lá ein lítil bygd. Har mundi vera
tvey ella trý hús. Menn úr hesi
bygd komu av og á í kajakkum
til Ravnoynna. Men tað var vist
ikki leingi eftir tað, at hon bleiv
niðurløgd.
Hentir hegnismenn
Hetta summarið fekk tann minni
báturin, Nýpan, motorskaða. Eitt
tannhjul á svinghjulshálsinum
brotnaði. Í Ravnoynni var eingin
møguleiki at fáa tað gjørt aftur.
So var einki annað at gera enn
at fara í Føroyingahavnina. Tað
var long leið at sigla, tólv tímar
hvønn vegin. Tað varð so farið
norður hagar við Boga.
Tað fóru so tríggir ella fýra
manns norður, pápi mín og
Johan Hansen vóru tveir av
monnunum. Men tað vísti seg,
at tá ið teir komu norður, høvdu
smiðumennirnir so nógv at gera,
at teir ikki høvdu tíð at gera
brekið aftur. Men Johann var
hegnismaður og helt seg til at
gera hetta góða hjul aftur. Hann
fekk loyvi at fara í dreygubeinkin
í smiðjuni við tí, og tað helt so
væl, at tað helt motorin út.
Soleiðis vóru tað nógvir menn
tá, sum kundu gera mangt og
hvat, tá ið á stóð. Ikki bar altíð til
at fara í smiðju.
Bjargaður úr enn
einum vanda
Ein dagin vóru vit til útróðrar
norður í móti Fiskanesi. Veðrið
var av tí besta, men einki var at
fáa. Vit fóru so innum skerini,
tó at eg haldi ikki, at man hevði
loyvi til tað. Tað bleiv næstan
ongantíð gjørt, tí at man fekk
ongantíð nakað burtur úr tí. Men
henda dagin fóru vit so inn um,
og inn í ein fjørð at royna. Men
har var sum væntað einki at fáa.
Eg haldi ikki, at vit
fingu ein einasta fisk.
Men har vóru nógvar
Mogens S. í Føringahavnini í 1949. Aftan fyri Mogens S. til høgru á myndini
liggur báturin hjá kontrolørinum, og fremst á myndini koma tvær grønlendskar
gentur rógvandi
Her hava vit lagt at landi í lítlu bygdini inni í Bjarnafjørðinum. Á landi síggja
vit til vinstru av stavninum á bátinum, Niels Juel Kjærbo, sumbingur, giftur í
Famien. Til høgru, í hvítum keppi, Meinard Eivindson, Meinard uppi á Trøð. Til
høgru við síðuna av honum, í føroyskar húgvu Svend, ein danskari giftur við
Sonju, systir Borghild
Her síggja vit skúrin sum vit í 1949 keypti, og sum vit brúktu sum
saltingaskúr. Brúgvin sum vit gjørdu meðan ísurin lá er nú liðug, Tað er stór
fjøra. Vit hava róð út eina tíð, sum tað sæst á fiskaslógnum. Ein maður
stendur á brúnni, og fortoyningsbáturin liggur fyri endanum
Í davidinum sær man í stýriborð Nýpuna hjá pápa mínum, í bakborð bátin hjá
Aksel Thorsteinson. Frammanfyri tvær danskar jollur, í bakborð tann sum skipar
in brúkti. Framman fyri tær í stýriborð eitt fýramannafar úr Vági. Við síðuna av
honum eitt seksmannafar úr Famien. Tvørtur um eitt áttamannafar úr Vági
Fiskadampari liggur í Føringahavnini og tekur ímótið saltfiski. Skipini i í Grøn
landi landaðu altíð í hvussu er tann fyrsta túrin í Grønlandi. Saksaberg úr Vági
liggur her uppá síðuna á damparanum
Ein sunnudag í 1950, fóru vit inn í Bjarnafjørðin. Har inni lá ein lítil bygd,
hon var tvey ella trý hús har, har fólk búðu. Nøkur fólk eru komin oman at
taka ímóti okkum. Húsið til høgru er skúli og kirkja,sum tað oftast var á
smáplássinum
➘