Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. januar 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 4 - 7. januar 2009 tíðindi SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Bilradio á Rás2 Bilradio verður sent hósdagin kl. 16.05, fríggjadagin kl. 8.00 og leygardagin kl. 13.00. Nýggi Honda Accord er vorðin ein størri og flottari bilur við komforti og koyrieginleikum í serklassa. Vit royndarkoyra toppmodellið Accord 2,4 Executive við allari hugsandi útgerð Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Honda Accord eru komnir í eini heilt nýggjari útgávu, sum hóast hann líkist for­ gangaranum er bæði longri og breiðari enn forgangarin. Hesin er áttanda generatión síðan 1976. Honda Accord hevur altíð verið ein bilur, sum kapp­ ingarneytarnir hava havt virðing fyri, bæði tí at at tal­ an er um ein sera væl gjørd­ an og væl útgjørdan bil í allar mátar. Tað fyrsta ein leggur til merkis við nýggja Accord, er at hann er heilar 8 cm breiðari enn forgangarin. Hetta sæst eisini aftur í kabinuni, sum er munandi meira rúmlig enn á forgang­ aranum. Komfortur og kvaliteturin er á sera høgum støði í kabi­ nuni, sum er ergonomiskt og smart designað. Accord fæst við tveimum bensinmotorum: 2,0 litra við 156 hk, 2,4 litra við 201 hk, og einum 2,2 litra diesel­ motori við 150 hk. Bilurin vit roydarkoyrdu var toppmodellið Accord 2,4 Executive, við allari hugsandi útgerð, hann hev­ ur t.d. leðurkabinu, 5­trins automatgir við girskifti í rattinum, navitatiónsanlegg, bakkikamera, parkerings­ sensorar aftan og framman, xenon forlyktir, el­sóltak, forsetur við el­stilling og memoryfunktión. Hesin bil­ urin kostar 475.750 krónur. Honda Accord verður eisini gjørdur sum Tourer, ið er stationcar útgávan. Honda Accord kann síggj­ ast og roynast hjá Norðbil við Oyggjarvegin. Prísirnir byrja við 350.750 krónum. Størri og flottari Honda Accord Motorurin 2,4 litra i-VTEC bensin við 201 hk Snúningsmoment 234 Nm við 4.300 snún/min CO2 útlát 209 g/km 0-100 km/t 8,1 sek Bensinnýtsla 11,4 km/l (blandað koyring) Stødd og vekt: Longd 472,5 cm Breidd 184,0 cm Hædd 144,0 cm Eginvekt 1650 kg Viðførisrúm 464 litrar Prísur kr. 475.750,- (2,4 Executive) Søluumboð Norðbil Oyggjarvegur FO-110 Tórshavn Tel. 313707 www.nordbil.fo Honda Accord 2,4 Executive Honda Accord 2,4 Executive við 2,4 litra i-VTEC bensinmotori við 201 hk og allari hugsandi útgerð Nýggi Honda Accord er bæði longri og breiðari enn forgangarin Kabinan er munandi meira rúmlig enn á forgangaranum Executive útgávan hevur t.d. leðurkabinu, 5-trins automatgir við girskifti í rattinum, navitatiónsanlegg og bakkikamera