mikudagur 7. januar 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 7. januar 2009
23
tíðindi
Í teimum báðum
sera áhugaverdu
sendingunum um
Klaksvíksstríðið, sum
Kringvarpið vísti
jóladagarnar, hevði
danski Citroën politi
bilurin, ella salatfatið
sum summi siga,
við nummarplátuni
K8902, ein stóran
leiklut saman við
politistum og hund
um
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Politibilar, sum eru upp
bygdir sum vørubilar ella
minibussar,
verða
ofta
nevnd salatføt. Í sjónvarps
sendingunum um Klaks
víksstríðið
í
50unum,
hevði ein Citroën politibilur,
ella salatfat, ein stóran leik
lut. Tað eru helst eisini
mong í Klaksvík, sum minn
ast hendan bilin.
Vit hava hugt nærri at,
hvat hetta var fyri ein bilur,
sum var at síggja við jøvn
um millumbili í sending
unum. Bilurin er ein Citroën
H Van, ella HY Van. Talan
er um ein vørubil, sum varð
gjørdur frá 1947 til 1981.
Ein framhólsdrivin vøru
bilur sum varð framleiddur
í umleið 500.000 eindum
hesi 34 árini á verksmiðjum
í Fraklandi og Belgia.
Bilurin var ein tann fyrsti
vørubilur við regulerum og
heilt sløttum dúrki í vøru
rúminum. Hjólkassarnir til
bakhjólini vóru innbygdir í
síðupanelini.
Hann
var
gjørdur úr bylgjujarni, sum
minti um takplátur. Hetta
var við til at gera pláturnar
sterkar og meira mótstøðu
førar, tá bilurin varð brúktur
til mong ymisk endamál.
Bilurin var sum ein fransk
ur bilur at koyra var
behagiligur og hevði kom
fortablar
koyrieginleikar.
Her í Føroyum vóru onkrir
slíkir bilar, heilsølan Marr
& Co. sum umboðaði
Citroën eitt tíðarskeið frá
síðst í 60unum og nakað
inn í 70ini, hevði ein vøru
bil, og Bileftirlitið hevði
ein Citroën H Van til sítt
arbeiði.
Eftir at donsku politistar
nir vóru farnir úr Klaksvík,
varð Citroën salatfatið selt á
uppboðssølu á Politistøðini í
Klaksvík. Tað vóru brøður
nir Páll og Sjúrður Josephsen
í Klaksvík sum keyptu bilin.
Seinni varð hann seldur til
William Nielsen í Vatns
oyrum. Bilurin varð ongantíð
skrásettur við føroyskum
nummarplátum.
Í Vatns
oyrum var vørukassin skorin
av, so kann kundi nýtast at til
ymiskt arbeiði sum t.d. til at
koyra hoyggj við. Bilurin
endaði sínar dagar á einum
tyrvingarplássi í Vágum.
Danska salatfatið í
Klaksvíksstríðnum
Bileftirlitið í Føroyum hevði ein Citroën H Van. Her er bilurin spildurnýggjur
Í sendingini Bilradio á Rás2
hósdagin kl. 16.05 sigur
Eyðun Joensen, sum var
smádrongur undir Klaksvíks
stríðnum, frá, hvussu hann
minnist danska Citroën
salatfatið. Sendingin verður
endursend fríggjamorgunin
kl. 8.00 og leygardagin kl
13.00
Bilurin hevði vørurúm við heilt sløttum dúrki. Hjólkassarnir til
bakhjólini vóru innbygdir í síðupanelini
William Nielsen í Vatnsoyrum. Aftan fyri hestin sæst Citroën salatfatið, sum er gjørt um til
lastbil. Hin bilurin er ein Morris Oxford
Mynd: Martin Nielsen
Danska salatfatið hevði
ein stóran leiklut í
Klaksvíksstríðnum