Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-07, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. januar 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 4 - 7. januar 2009 Serliga seinastu árini hevur verið frammi, at tað er ov lítið hjá yngra vælútbúna ættarliðinum at venda heimaftur til. Víðari, politikararnir gera einki fyri, at fólkið kemur heimaftur, tí vitan­ arsamfelagið, gransking og vælferðarsamfelagið sum heild er ov lítið virt og ikki livir upp til tey lond, hað­ ani hesi koma við góðum og gevandi førningi. – Og so er lønin ov lítil, verður oftast lagt afturat. Eingin ivi er um, at nakað er rætt í hesum útsagnum, tí avmarkað er, hvussu eksportinntøkurnar og harvið samfelagsinn­ tøkurnar kunnu økjast, og sum onkur nú helst vil siga, nú vit “bara” hava fiskin á at líta, og vitanar­ samfelagið ikki liggur á hægri støði! 22túsund tons óviðgjørd Ísland, okkara næstu grannar, hava havt fiskin, sum størstu útflutningsvøru við meiri enn 60 prosent­ um av heildarútflutningi­ num, og nú eftir kreppuna siga kønir búskapar­ og samfelagsfrøðingar, er fiskurin avgerandi tátturin fyri Ísland. Føroyska heildarútflutn­ ingsvirðið var í 2007 4,022 mia. krónur. Av hesum vóru 136 mió. annað enn fiskur og 93. mió. krónur skip. Hetta sigur okkum, sum ikki er nakað nýtt, at før­ oyski fiskaútflutningurin ríður um 95% av heildar­ útflutninginum, ímóti íslendska heildarútflutn­ inginum uppá stívliga 60 prosent. 22túsund tons av fiski fara óviðgjørd av landi­ num. Hetta kundi givið, um vøran varð víðari við­ gjørd eitt stað millum 50 og 100 mió. krónur í tíma­ lønum umframt drúgvar avleiddar lønir og inntøkur. Umráðandi at selja frameiðsluna So langt, sum fyri meiri enn 100 árum síðani sóu danir, sum tá dyrkaðu og úfluttu korn ­ ofta var lítið korn eftir til kýrnar so nógv av fænum doyði um vetrarnar ­ at tað ráddi um at fáa fatur á bíligum korni úr útheimi, og so “hvølva” korn í kýrnar, so hesar kundu framleiða kjøt, mjólk, smør og ost, sam­ stundis sum flogfeðnaðurin fekst at verpa fleiri egg og at kjøtið her eisini kundi útflytast. – Hetta skapti í sínari tíð succeslandbún­ aðarlandið Danmark. Eitt var at framleiða vørurnar, annað at selja og útflyta tær. Orsøkin til, at danir næstu 20 árini fram til fyrsta veraldarbardaga fingu “vind í seglini” og at hetta gjørdist ein sólskin­ ssøga var, at eitt stórt lið av sølufólki, við bæði mál­ og mentanarførleika, varð sett sett. – Kanska er tað troystasleyst at taka 100 ára gamalt dømi fram. Til at selja okkara fisk við virði av umleið 4 milliardum krónum av fiski hava vit einar 15 til 20 seljarar, hetta talið av seljarum kann næstan sammetast við eina vala kjallaraforrætning í høvuðsstaðnum. Ungar seljarar við mál og mentan Latið okkum tí brúka komandi árini til at senda okkara ungdóm út í onnur lond at útbúgva seg sum seljarar. Vit hava hópin av fólki, sum hava útbúgving í enskum, týskum, fronsk­ um og sponskum, og sum kundu lært mentanarmunir í útheimi og fingið holla útbúgving í søluarbeiði, so sum marknaðarkanning og marknaðarføring. Latið okkum virka fyri, at fleiri ung, entusiastisk fólk koma heimaftur við enn betri málførleika og hollari vitan um mentan­ armunir á altjóða sølu­ marknaðum, sum veruliga kunna tilføra okkara sam­ felag nakað, sum kann geva pening til privatu fyritøkurnar, sum aftur kunnu kasta av sær til gransking og vitanar­ samfelagið. Vit eiga at leggja okkum í geyma, um føroyskar vørur skulu inn í útelnd­ skar handlar, fiskur so væl sum aðrar vørur, skal onk­ ur vøra út av hillini fyri at geva pláss. Tá onkur vøra fer út, standa 30 nýggir seljarar klárir, fyri at fáa sínar vørur inn. Tí skal eitt drúgvt, hart og samanhang­ andi arbeiði útinnast fyri at fáa vørurnar inn og ikki minst fyri at varðveita marknaðin. So Føroyar hava brúk fyri internationalum, væl­ útbúnum, entusiastiskum ungum seljarum við góð­ um mál­ og mentanarfør­ leika, fyri at fáa allar aðrar tættir á hægri støði. Vit fáa ikki meiri úr lands­ og kommunukassum, enn vit gjalda inn! Føroyar brúk fyri fleiri ungum vælútbúnum seljarum Jógvan við Keldu Norðfra er veitarin til Irma. Við sterkum heimamarknaði hevur hetta latið seg gera Fari ikki at leggja meg út í áhugaverda málið millum Gerhard Lognberg, løg­ tingsmann og Selmu Ellingsgaard, forkvinnu í Starvsmannafelagnum. Tó kenni eg meg freist­ aðan at koma við stuttari viðkomandi viðmerking, hvussu máttleyst tað kenn­ ist ikki at fáa fatur á al­ mennum starvsfólki so væl sum fólki í privatari vinnu, nú samskiftismøguleikarnir eru so framúr góðir. So seint sum í desember royndi eg at fáa fatur á almennum starvsfólki. Tað kendist avmaktandi, og endaði við hesum maili: »Tað kann tykjast fan­ tastiskt at royna í tveir heilar dagar at fáa fatur á tær, fleiri ferðir í telefonini og einaferð á mailinum, havi fleiri ferðir biðið teg ringt aftur. Absolut uttan úrslit!! Samstundis, sum eg sendi tær mail, sendi eg mail bæði til Qatar, Berlin og fleiri til Danmarkar. Øll hava svarað, summi bara á mailinum, meðan onnur bæði á maili og í telefon­ ini. – Eg hugsi um “krýn­ ingarátakið” hjá Ejdes­ gaard VISJÓN 2015”!?! Kanst tú ikki ringja til mín !!!!???!!« So ringdi persónurin og vit fingu avgreitt málið! Uttan at ganga nøkrum ov nær, haldi eg ikki, tað er ov nógv sagt, at alt ov fáir føroyingar – í okkara flexibla landi – eru struktureraðir í so máta. Hvørt munur er á almennum og privatum havi eg sjálvsagt mína meining um, men fari í hesum viðfangi at lata hana liggja, men eingin misskilti Gerhard og Slemu í Kringvarpinum. Leggjast kann afturat, at tílík hending ikki er eindømi – langt ífrá! Gerhard Lognberg og Selma Ellingsgaard Jógvan við Keldu OLJULEITING Tíðindaskriv Faroe Petroleum boðar frá trimum boringum, sum felagið luttekur í teir komandi tríggir mánaðarnir. Hesar eru Hyme, South East Tor og Grosso. PL006D – Hyme – Faroe Petroleum 10%: Felagið er nú farið undir at bora Hyme brunnin. Hyme er eitt týðandi oljumið, sum liggur beint vestan fyri South East Tor fundið, ið verður borað og royndar­ framleitt, aftan á Hyme brunnin. Tað fer at taka umleið 50 dagar at bora Hyme brunnin. Lundin Petroleum er fyristøðufelag, og boripallurin Mærsk Gallant borar brunnin. PL006C – South East Tor – Faroe Petroleum 10% Tá liðugt er at bora Hyme brunnin verður farið undir at bora South East Tor, ið er ein metingarbrunnur. Tað er eisini Mærsk Gallant ið skal bora henda brunnin, sum fer at taka umleið 30 dagar at bora. Lundin Petroleum er fyristøðufelag á loyvi PL006C. South East Tor er eitt oljufund, sum liggur á 67 metra dýpi, og liggur nær við framleiðslueindirnar Eko­ fisk, Valhall og Tor. Fyrsti brunnurin varð boraður á loyvinum í 1972, tá hann varð royndarframleiddur frá tveimum oljufláðum, ið góvu ávikavist 4.525 og 4.281 tunnur av olju um dagin. Bæði South East Tor og Hyme liggja nær við fram­ leiðslueindir, og møguleiki er at føra oljuna til verandi framleiðslueindir. PL376 – Grosso – Faroe Petroleum 10% Um stutta tíð verður farið undir at bora Grosso oljuleitimiðið. StatoilHydro er fyristøðufelag, og Ocean Vanguard boripallurin skal bora brunnin. Mett verður at boringin fer at taka 70 dagar. Tað er ikki bora á loyvinum áður, men Gjøa framleiðslupallurin og Agat gassfundið liggja beint norðanfyri. Hesar tríggjar boringarnar eru partar av eina spennandi boriverkætlan hjá felagnum. Herfyri varð boðað frá, at ein lánsavtala áljóðandi 500 mió. norskar krónur var gjørd við Bank of Scotland og Barclays Commercial Bank. Lánið fer at fíggja leitiverkætlanina hjá felagnum í Noregi. Í Noregi fáa oljufeløg, sum ikki hava framleiðslu, 78% av leiti­ kostnaðum afturgoldnar. Sostatt rindar landið 78% av leitikostnaðunum hjá Faroe Petroleum í Noregi. Lánsavtalan ger nýtslu av hesum skattaviðurskiftum, og fíggjar 75% av leiti­ kostnaðunum inntil landið rindar 78% aftur árið eftir. Tríggjar boringar í Noregi komandi ársfjórðing