týsdagur 18. september 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 179 - 18. september 2001
21
Lagið í meistara-
liðnum er einki
serligt, og tað tykist
sum nýggi venjarin
hevur stóra avbjóðing
at taka sær av
SUPERLIGA
Jóannes Hansen
Tað var góður hýrur í
Brøndby
sunnudagin.
28.116
áskoðarar
vóru
kring vøllin, og karmurin
var, sum hann eigur at vera.
Men spælið var einki at
reypa av, tá Brøndby hevði
vitjan av FCK. Talan var
um nógvar nærdystir og um
nógvar taktiskar bindingar,
og tískil var talan ikki um
serliga nógv av poleraðum
og fínum fótbóltsspæli.
Eingin ivi var um, at tað
var heimaliðið, sum var
betri fyri. Hjá FCK sleit
Todi Jónsson seg nakrar
ferðir til hálvar og fjórðings
møguleikar. Zuma, sum tað
hevur verið sagt og skrivað
so nógv um seinasta hálva
árið, tóktist slitin og erkvis-
in, á miðvøllinum var spæl-
ið ikki so skipað, sum tað
hevur verið, í verjuni vóru
óbøtandi mistøk, og mál-
verjin var óstøðugur.
Eingin sigur tað beinleið-
is, og Todi Jónsson vil yvir-
høvur ikki koma inn á tað,
tá vit fregnast hjá honum.
Men tað tykist sum um, at
fleiri av spælarunum, sum
vóru við til at vinna DM í
summar, nú leingjast eftir
nýggjum
avbjóðingum.
Árið við Roy Hodgson var
framúr, og síðani hevur ver-
ið nógvur turbolensur. Um
FCK skal koma fyri seg nú
beinanvegin, so skal Hans
Backe vísa serlig evni.
Brøndby kom á odda í
25. minutti. Ruben Bagger
skoraði, og fráfarandi FCK
venjarin, Niels Christian
Holmstrøm, kallaði eftir
dystin ein spaka fyri ein
spaka. Hann peikaði á mið-
verjan Kim Madsen, sum
hann helt í sambandi við
málið hava gjørt tvey so
grov mistøk, sum ikki eiga
at koma fyri á hægsta støði,
og liðfelagin hjá stakkals
manninum, Jakob Laursen,
gav venjaranum rætt.
Svenski FCK málverjin,
Magnus Kihlstedt, var ikki
sannførandi í sambandi við
1–0 málið. Í 2. hálvleiki
gjørdi málverjin tað gott
aftur. FCK spenti álopsbog-
an, uttan at tað gjørdist ser-
liga vandamikið. Hetta
hevði við sær, at Brøndby
fekk fleiri góðar møguleik-
ar, men FCK málverjin var
tryggur.
Í
yvirtíðini
skoraði
Brøndby fyri aðru ferð, og
nú eru tíggi stig frá FCK og
fram til Brøndby.
AaB hongur í
Besta boðið upp á DM
uttanfyri Keypmannahavn
er AaB, sum eisini hesa
ferð gjørdi sítt. AaB var í
Silkeborg, har tað stendur
heilt illa til, eftir at teir hava
selt fleiri av stuðulsspælar-
unum. Eydnan er sjáldan
við teimum veiku, plagar at
verða tikið til, og soleiðis
var tað eisini í hesum dyst-
inum. AaB var sera heppið
at fáa sigursmálið í síðstu
løtu.
Í Odense hekk lívið hjá
OB venjaranum í heilt
klønum tráði. Men í síðstu
løtu eydnaðist tað upp á
brotsspark at javna til 2–2
ímóti AB, og harvið eitur
OB venjarin – í hvussu so
er eina viku afturat – Troels
Bech.
Esbjerg tapti fyri stuttum
7–0 á heimavølli ímóti
Brøndby. Síðani tá hevur
gingið sum eftir ánni.
Sunnudagin vann Esbjerg
2–0 í Viborg, og nú er fel-
agið hjá Christian Høgna
Jacobsen uppi undir teim-
um ovastu.
Vejle hevði møguleikan
at fáa øll stigini ímóti
FCM. Men í evstu løtu mis-
nýttu teir eitt brotsspark, og
so var úrslitið 1–1.
Í
gjárkvøldið
skuldu
Lyngby og AGF spæla.
Felags fyri hesi bæði feløg-
ini er, at tey eru í sera stór-
um fíggjarligum trupulleik-
um.
Føroyski álopsmað-
urin sleppur ikki upp
í part, tá FCK í vikuni
skal royna seg í
Europa Cup
SUPERLIGA
Jóannes Hansen
Fyrrapartin í gjár hitti
nýggi FCK venjarin, Hans
Backe, spælararnar hjá sær
fyri fyrstu ferð. Teir hava
ikki nógva tíð at lora av.
Hóskvøldið
skal
FCK
spæla í UEFA Cup á heima-
vøllinum í Parkini.
Eingin ivi er um, at Hans
Backe fegin hevði viljað
havt Toda Jónsson ímillum
teir fyrstu ellivu hóskvøld-
ið. Í hvussu so er hevur
hann leingi havt gott eyga á
føroyska álopsmanninum.
Nýggi svenski FCK venj-
arin kom til Keypmanna-
havnar
leygarkvøldið.
Sunnudagin var hann ímill-
um teir 28.116 áskoðararn-
ar í Brøndby, og har fekk
hann staðfest, at sjálvt um
tað ikki gekk nakað serligt
hjá FCK, so var Todi væl
upplagdur. Í donsku press-
uni verður Todi sagdur at
vera tann einasti FCK mað-
urin, sum rættuliga gjørdi
um seg í 1. hálvleiki.
At vit siga, at Hans
Backe leingi hevur havt
gott eyga á Toda, verður
ikki tikið úr leysum lofti.
Tá nýklæktu DM vinnar-
arnir úr AaB spældu vígslu-
dyst á Tórsvølli i 1999, var
Hans Backe venjari. Hjálp-
arvenjari hjá honum var
Lars Søndergaard. Stutt
frammanundan hevði AaB
keyp Andres Oper úr Est-
landi. Lars Søndergaard
visti tá at siga, at AaB hevði
havt áhuga í at keypa Toda,
men hann var var ov dýrur
at keypa úr FCK, segði
hjálparvenjarin hjá Hans
Backe fyri tveimum árum
síðani.
Aftur á bríkina
Men Hans Backe fær ikki
møguleika at hava Toda
Jónsson í FCK álopinum
hóskvøldið.
Tað tykist eingin endi vera
á, hvussu illa tað roynist
við skaðum hjá Toda Jóns-
son. Sunnudagin noyddist
Todi, sum dygst undan
steðginum hevði fingið
gula kortið, at biðja um at
verða skiftur út, og so fekk
Heine Fernandez møgu-
leikan síðstu minuttirnar.
– Eg skuldi spurta og
kendi, at tað dragnaði í lær-
inum. Tíverri var talan um
ikki ókenda støðu, og tí var
einki annað at gera enn at
biðja um at verða skiftur úr,
greiðir Todi Jónsson frá.
Hvussu leingi roknar tú
við tað verður, inntil tú
verður tøkur aftur?
– Sovorðið tekur sína tíð.
Eg gangi bara út frá, at tað
verða tvær ella tríggjar vik-
ur, men eg veit tað ikki.
Nú kemur tað ofta fyri,
at tú ert vøddaskaddur?
– Hesi bæði seinastu
árini hevur tað verið alt ov
ofta. Tað er ørkymlandi, og
tað tykist ikki, sum at tað er
nøkur fyribyrgjandi við-
gerð fyri hetta. Men soleið-
is er tað, og nú er einki ann-
að at gera, enn aftur eina
ferð at vera tolin og vóna
tað besta, sigur Todi Jóns-
son úr Keypmannahavn.
Hóskvøldið fer hann fyri
aðru ferð í ár í Parkina at
hyggja at, meðan liðfelag-
arnir stríðast í Europa Cup.
Talan er um besta sýnis-
gluggan av øllum hjá teim-
um, sum vilja sleppa aðra
staðni í Europa, har tað eru
nógvir pengar at vinna í
fótbóltinum. At tað ger ilt
hjá øllum fótbóltsáhugað-
um føroyingum, at Todi nú
skal vera so óheppin, er
sjálvsagt.
Brøndby nógv meiri sannførandi enn FCK
Todi er aftur vøddaskaddur
– Eg skuldi spurta og kendi, at tað dragnaði í lærinum. Tíverri
var talan um ikki ókenda støðu, og tí var einki annað at gera
enn at biðja um at verða skiftur úr, greiðir Todi Jónsson frá
10 stig eru nú ímillum
Brøndby og FCK
21
20
Nr. 179 - 18. september 2001
Bæði liðini høvdu
møguleikar at gera
mál, so kom bert eitt
mál í dystinum. Hetta
málið fekk Sumba,
hóast KÍ hevði
yvirvág í spæli í
seinna hálvleiki
2. DEILD
Jákup Mørk
Sumba og KÍ spældu ein
tættan dyst í Klaksvík
leygardagin,
og
hóast
møguleikar vóru til fleiri
mál, so fór bólturin bara
einaferð um málinjuna.
Tað var tá slakir 15
minuttir vóru eftir at spæla.
Jan Poulsen snýtti ein
verjumann í vinstru og
legði ein høgan bólt inn í
brotsteigin.
Við
aftaru
stong trokaði René Thom-
sen seg fram at, og hann
setti fótin undir bóltin
fyrstu ferð. Bólturin endaði
í málinum, og so var stór
frøi á sumbingum.
KÍ noyddist at vinna
dystin, skuldi liðið sleppa
undan at spæla niðurflyt-
ingardyst, og hóast klaks-
víkingar vóru ídnir megin-
partin av tíðini, so var
hepnið ikki við teimum.
Fyrri
hálvleikur
var
javnur. Sumbingar høvdu
yvirvág í løtum, men
heimaliðið var allatíðina
væl við og spældi seg til
kjansir.
Fleiri royndir mans vóru
á KÍ-liðnum, og umframt
John Ryan, Olgar Daniel-
sen, John William Joensen
og Eyðun Klakstein var
veteranurin Beinur Poulsen
eisini á liðnum. Hann
spældi í 70 minuttir á mið-
vøllinum og stóð seg væl.
Hjá Sumba vóru tað
serliga Jan Poulsen og Sasa
Tomajek, sum gjørdu um
seg. Teir spældu á sentrala
miðvøllinum, og alt spælið
hjá
sumbingum
koyrdi
ígjøgnum teir. Evnaríki
Mortan í Hørg hevði ikki
ein av sínum góðum døgum
hesaferð.
KÍ trýsti
Í fyrra hálvleiki høvdu
bæði liðini møguleikar. Hjá
KÍ royndu John Ryan og
Eyðun Klakstein seg úr
góðum støðu, men báðu
ferð bjargaði málverjin.
Sama var skilið í hinum
endanum, har John William
Joensen spældi væl.
Í seinna hálvleiki setti KÍ
seg alt meira á dystin, og í
løtum var talan um gott og
flótandi spæl út í síðirnar
og fram eftir vøllinum. Tað
lá í luftini, at heimaliðið fór
at skora, og royndirnar vóru
naskar.
Sum dysturin leið linkaði
trýstið
á
Sumba-málið
nakað, og mitt í øllum vóru
tað gestirnir, sum fingu mál
burtur úr so at siga ongum.
Eftir málið setti Sumba seg
á dystin, og tað tóktist, sum
heimaliðið fall í fátt. John
William Joensen noyddist
seinastu løtuna at bjarga
royndum frá Mortan í Hørg
og Sasa Tomajek.
Ikki fyrr enn seinastu
minuttirnar kom nakað av
lív aftur í heimaliðið, og
nøkur hornaspørk upp í
slag skaptu trupulleikar í
Sumba-brotsteiginum. KÍ
fekk stóran kjans at javna,
men Poul Juul Wilhelmsen
rakti ikki bóltin, sum helst
skrúvaði og sprakk skeivt,
tá hann kom at standa væl
fyri.
Endin var, at Sumba vann
dystin, og harvið noyðist
KÍ at spæla um plássið í 2.
deild. Og tað skulu teir eftir
øllum at døma gera í tveim-
um dystum ímóti Royn.
KÍ-Sumba 0-1 (0-0)
0-1: Rene Thomsen
Jákpu á Borg ásannar,
at B36 nú er heilt nær
einum gullmerki,
men minnir tó á, at
stig framvegis skulu
til
GULL-ROYKUR
Jákup Mørk
Hóast teir væl vita, at bitan
ikki skal kannast, áðrenn
hann er svølgdur, so skerst
ikki burtur, at teir í B36 nú
halda seg vera heilt nær
gullmerkjunum, sum bæði
leikarar og viðhaldsfólk
hava mest sum snoddað til
alt árið.
Sunnukvøldið fingu vit
orðið á Jákup á Borg, sum
so avgjørt hevur verið ein
av lyklaleikarunum hjá B36
í ár, og hann hevði í øllum
førum trupult við at krógva
optimismuna, sum nú er í
B36-leguni.
- Eg má viðganga, at vit
eftir hetta umfarið eru
komnir øgiliga nær FM-
heitinum, men enn eru ikki
allar súður syftar. Vit hava
framvegis tveir sera truplar
dystir eftir, og vit skulu so
fáa okkurt burtur úr teim-
um, um tað skal eydnast,
sigur hann.
Ikki av sær sjálvum
Tað verður sagt ofta um
oddalið, at tey skulu hava
tað neyðuga hepnið, um
gullið skal gerast veruleiki,
og B36 hevur ikki á nakran
hátt verið undantakið, sum
staðfestir regluna.
Ikki minst hevur tað riðið
um snarið trý tey seinastu
umførini, og umframt at
B36 onkursvegna hevur
koppað øllum til egnan
fyrimun,
hevur
lagnan
eisini vilja tað soleiðis, at
gøtumenn í tveimum førum
eru snávaðir at kalla um
sama mundið.
- Tú kanst væl siga, at vit
hava verið øgiliga hepnir,
men hinvegin fylgir hepnið
aloftast við teimum góðu
liðunum. Tað er jú ikki
soleiðis, at hepnið bara
kemur av sær sjálvum. Tað
skal uppsøkjast, og tað
haldi eg eisini, at vit hava
gjørt. Allir leikararnir hava
alla tíðina trúð upp á
møguleikan, og allir hava
alla tíðina arbeitt fyri
honum, sigur Jákup á Borg
um hendan partin av spæl-
inum.
Missir kanska HB-
dystin
Komandi dysturin hjá B36
verður
grannauppgerðin
móti HB, og óneyðugt er
helst at siga, at tað nærum
er ein ynskisdreymur hjá
leikarunum, um teir megna
at vinna sær FM-heitið í
dysti móti grannunum.
Hinvegin ætla teir í HB sær
uttan iva at hava eitt orð at
siga hesum viðvíkjandi, so
tað er av sonnum lagt upp
til stórdyst í Gundadali,
líka mikið, hvat stigatalvan
sigur um munin millum
liðini.
Tað kann tó vera, at B36
noyðist at vera Jákup fyri
uttan til hendan dystin.
Lærutíðin
krevur
sína
skúlagongd, og tá hendan
fer fram í Danmark, er tað í
løtuni ógreitt, hvørt lands-
liðsmaðurin kann fáa frí frá
skúlagongdini, soleiðis at
hann kann koma heim at
spæla.
- Sum er dugi eg ikki at
siga, um eg verið við til
tann dystin. Eg kann ikki
annað enn vóna, at tað onk-
ursvegna kemur í rættlag,
men sum sagt, so eri eg als
ikki vísur í, at tað fer at
bera til hjá mær at fáa frí,
sigur Jákup á Borg at enda.
Óhappini í HB
tykjast ongan enda
at taka. Nú er tað
Bárður Johanne-
sen, sum hevur
brotið eitt bein
niðri við økla-
knútin
SKAÐAR
Jákup Mørk
Kappingarárið hjá HB
hevur verið ein sonn
marra higartil. Liðið er í
vanda fyri at røkka ein-
um søguliga vánaligum
úrsliti, og fremsta or-
søkin til hetta eru skað-
arnir, sum at kalla hava
regnað oman yvir liðið.
Sostatt eru tað bert
tríggir av teimum leikar-
um, sum vanliga verða
roknaðir sum fastir í
hópinum,
sum
ikki
hevur verið raktir av
drúgvum skaðum hetta
kappingarárið.
Seinasta skotið í so
máta fekk HB, tá teir
mikudagin spældu út-
setta dystin móti GÍ í
Gøtu.
Miðskeiðis
í
seinna hálvleiki mátti
málverjin, Bárður Jo-
hannesen, hjálpast av
vøllinum, eftir at hann
hevði verið í nærdysti
við ein mótleikara.
Fyrst varð hildið, at
talan
helst
var
um
onkran vøddaskaða niðri
móti øklaknútinum, men
røntgen-kanningar hava
síðani staðfest, at talan
er um brot, og er Bárður
sostatt endaliga úti fyri
restina av hesum kapp-
ingarárinum.
Í HB munnu tey valla
vita, hvørt tey skulu
flenna ella gráta um
skaðasóttina, sum hevur
rakt liðið so meint í ár,
men tey kunnu í øllum
førum
staðfesta,
at
gjørdist ikki árið, har
felag teirra var lutur í
oddastríðnum.
Beinbrotin
Skaðarnir hava regnað oman yvir HB í alt ár. Nú er
eisini Bárður Johannesen somikið illa skaddur, at hann
ikki verður á vøllinum aftur hetta kappingarárið
KÍ-Sumba 0-1 (0-0)
Gestirnir fingu einasta málið
Klaksvíkingar høvdu nógv spæl ímóti sumbingum, men gestirnir fingu tó einasta málið, sum
kom í dystinum
Mynd: Aleksandar Djorovic
Heilt nær
Jákup á Borg er enn ikki
vísur í, um hann verður
tøkur til dystin móti HB
komandi vikuskifti
C
M
Y
K
20