Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. september 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 18. september 2001 19 Eitt satt undur skal til, um GÍ onkurs- vegna skal bjarga sær lívið í næstbestu deildini 2. DEILD Jákup Mørk Aloftast er tað so, at tey lið, sum standa seg væl í fremstu deildini, eisini hava eitt aðru deildarlið, sum stendur seg hampuliga væl í kappingini hjá teimum næstbestu. Hjá GÍ hevur hetta tó ikki verið støðan, og orsøkin til hetta er eisini sera einføld. Nevnliga at felagið - hóast góðu úrslitini hjá bestu manningini – hevur ein sera smalan hóp, og at tað tískil ofta hevur knípt við at seta eitt sterkt aðru deildar lið saman. Lagnudystur Undan heimadystinum móti NSÍ leygardagin vistu gøtumenn, at teir satt at siga vóru noyddir at fáa stig, um vónin fyri fram- haldi í deildini skuldi varð- veitast. Trý stig vóru upp til KÍ á níggjunda plássinum, men tá liðini hava vunnið hvør sín innanhýsis dyst, og GÍ hevði ein væl verri málmun, skuldu stig fáast til vega, fyri at hava møgu- leikan at fara framvið klaksvíkingunum. Kanska var kalda lotið eftir vøllinum eisini ein ímynd av óhugaligu støð- uni, sum GÍ var í, tá farið varð á vøllin. Vindurin darvaði eisini spælinum nakað, og í øllum førum høvdu partarnir báðir ilt við at fáa nakað veruligt sam- anspæl í gongd. Onkrir hissini málmøguleikar vóru tó, men alofast vóru enda- ligu skotini alt ov óneyv, soleiðis at málverjarnir ongar trupulleikar høvdu av hesum. Tað bragdaði tó hjá runavíkginunum, tá fyrri hálvleikur var um at verða hálvliðin. Ein bóltur varð sendir innfyri, og staddur miðskeiðis í brotsteiginum kundi Sverri Justinussen stýra í málið við høvdinum. Hetta líktist leingi hálv- leiksstøðuni, men stutt fyri steðgin var Mortan Hansen rætti maðurin á rætta staðnum, og so vóru tvey á muni. Hóast ringu støðuna, so fullu gøtumenn ikki í fátt. Liðið telur fleiri av teimum leikarum, sum hava verið við til at mynda eyðkenda stríðsviljan hjá GÍ, og ein av hesum leikarum var eisini maðurin, sum blásti lív í vónina. Bert fáir minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá Anton Skoradal minkaði um munin, og lív kom av álvara í, tá Omar Pálsson stutt eftir javnaði fyri GÍ. Niðurflytingin tóktist soleiðis í øllum førum at vera útsett eina viku, men brádliga snaraðu runavík- ingar øllum á høvdið. Við stuttum millumbili skutu teir báðir, Sverri og Mort- an, hvør sítt mál afturat, og so var alt í grundini liðugt. Gaman í minkaði Símun Petur Justinussen aftur fyri GÍ, men sjálvt ikki tað kundi bjarga gøtumonnun- um. Enn er niðurflytingin ikki endaliga staðfest, men nærri eini staðfesting slepst neyvan. Umframt at GÍ skal vinna og KÍ tapa, so skulu gøtumenn vinna 13 mál inn á kappingarneytarnar í botninum, og hóast møgu- leikin á pappírinum sjálv- sagt skal roynast, so munnu sjálvt teir mest bjartskygdu gøtumenninir nú hava ásannað, at GÍ hevur takkað fyri seg á hesum sinni. GÍ-NSÍ 3-4 (0-2) 0-1: Sverri Justinussen 0-2: Mortan Hansen 1-2: Anton Skoradal 2-2: Omar Pálsson 2-3: Sverri Justinussen 2-4: Mortan Hansen 3-4: Símun Petur Justinus- sen B36 dróg longra stráið, tá grannaliðini brustu saman í 2. deild. HB hevði eisini gyltar málmøguleik- ar, men B36 var kaldari í avgerandi løtunum. B36 hevur enn møguleika fyri at vinna gullið 2. DEILD Jákup Mørk Tað vóru tvey skerd lið, sum fóru á vøllin sunnu- dagin, tí stórt fráfall hevur verið hjá báðum liðum í seinnu hálvu. HB, sum lá á odda stórar partar av fyrru hálvu, er nú av álvara steðgað upp, meðan B36 enn hevur møguleika at gera seg galdandi í oddin- um. Fyrri hálvleikur var heldur spakur við fáum veruligum málmøguleik- um, og langt var ímillum veruliga ágangandi álop. Tað sá út til, at verjurnar høvdu gott tak á álopsleik- arunum. Bæði liðini høvdu tó møguleikar at skora fyrsta málið fyri steðgin. Ransins N. Djurhuus gjørdist eina- ferð púra leysur eftir útspæl frá Kaj Leo Johannesen í málinum, men áleyparin var ikki nóg neyvur. HB hevði kanska fleiri royndir á málið enn B36 fyri steðg- in, men eingin megnaði at fáa bóltin um strikuna. Øssur Jacobsen hevði eisini ein gyltan málmøguleika, men B36-arin sendi fram- við. B36 avgjørdi Eftir steðgin avgjørdi B36 dystin til egnan fyrimun. Fyrra málið skeyt Brynleif Hansen. Ein langur bóltur varð sendur inn í brotsteig- in, har Brynleif tók hann niður og sendi framvið Kaj Leo. HB hevði eisini sínar møguleikar í seinna hálv- leiki, men René Tórgarð stóð stinnur sum aftast skansi hjá B36. Dysturin varð meira ella minni avgjørdur, tá B36 økti um leiðsluna og ein HB-ari varð sendur av vølli. Øssur Jacobsen brýt- ur ígjøgnum, men aftasti maður hjá HB nýtir neyð- bremsuna og má undir brúsuna áðrenn dystarlok. Ragnar Poulsen sendir frísparkið hegnisliga upp- um múrin og beinleiðis í netið. Við bara tíggju monnum var lítil møguleiki hjá HB at venda dystinum, og B36 vann 2-0. Havnarliðið hevur enn møguleika at vinna deildina, men so skulu hini úrslitini laga seg væl. B36 skal í seinasta umfari til Leirvíkar. HB hevur einki at spæla fyri meira, og teir taka næsta vikuskiftið ímóti GÍ í Havn. B36 – GÍ 2-0 (0-0) 1-0: Brynleif Hansen 2-0: Ragnar Poulsen GÍ-NSÍ 3-4 (0-2): GÍ takkar fyri seg Gøtumenn stríddust, men endin varð tó, at teir eftir øllum at døma hava takkað fyri seg í aðru deild Mynd: Álvur Haraldsen B36 – HB 2-0 (0-0) B36 varðveitir vónina 19 18 Nr. 179 - 18. september 2001 Havnarmenn høvdu tað hepnið, sum eitt meistaralið hevur, og tí vunnu teir tann tætta og spennandi dystin í Klaksvík. KÍ trýsti stórar partar av dyst- inum, og B36 hevði ikki nógvar royndir á málið. Tó vendu havnarmenn dystinum á høvdið móti end- anum og fóru avstað við øllum. Einum meistaraliði líkt FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini B36 stevnir beinleiðis ímóti FM-heitinum. Sigurin á KÍ í Klaksvík og tapið hjá GÍ móti NSÍ merkir, at sjálvt ikki ein ógvuliga bjart- skygdur gøtumaður hevur vónir um at taka heitið frá havnarliðnum. Við at vinna meistaraheitið tryggjar B36 sær samstundis greipuna fyri fyrstu ferð í søgu fe- lagsins. Enn er alt tó ikki avgjørt, tí B36 skal hava ein sigur móti HB næsta vikuskiftið fyri at tryggja sær FM. Um tann dysturin verður vunn- in, so setir B36 nýtt met við at vinna trettan dystir á rað. HB eigur metið við tólv dystum í 1974. KÍ fór eftir sigrinum Frá byrjan av var eingin ivi um, at klaksvíkingar fóru eftir sigrinum. Kurt Mørk- øre og Aleksander Djordje- vic vóru allatíðina vanda- miklir og góvu B36-verjuni mikið høvuðbrýggj. Álops- parið er sterkt í luftspæl- inum og tað var eftir høvd- arar frá teimum báðum, at Kí var nær við at leggja seg framum. B36 hevði tó fyrsta stóra málmøguleikan. Jákup á Borg fór hegnisliga fram- við tveimum verjuleikar- um, men varð órógvaður í skotløtuni, og tí bjargaði Meinhard í málinum. Jákup vildi hava brotsspark, men Niklas á Líðarenda lat ikki við seg koma. Dómarin hevði annars eina ógvuliga torføra upp- gávu, tí nógvir harðir nær- dystir vóru, og leikararnir grenjaðu um nærum hvørja avgerð hjá Niklasi. Eisini var nógv munnhøgg innan- hýsis millum leikararnar, sum var ógvuliga sjónligt. Dómarin var noyddur at bríksla fyri ógvuliga nógv- um fríspørkum gjøgnum dystin, tí leikarar vóru heitir. Restina av hálvleikinum var heimaliðið vandamikl- ari og var ógvuliga nær við at skora fyri steðgin. Nærmast var Kurt Mørk- øre, sum allatíðina var ein hóttan móti málinum hjá Tróndi Vatnhamar. Hjal- grím Eltør fór hegnisliga framvið Jens Kristiani Han- sen og legði innfyri til Kurt Mørkøre, sum høvdaði uppum staddur tætt undir málinum. Pól Thorsteins- son ansaði eftir Kurt henda dagin, og vágbingurin hevði eina torføra uppgávu, tí Kurt spælir harðliga og er allatíðina á markinum til tað ólógliga. Teir báðir høvdu eisini ein persón- ligan dyst sínámillum. Kurt var aftur nær við at skora løtu seinni. Hann var fyrstur á einum bólti inni í málteiginum og lyftir upp- um málverjan, sum kom út ímóti. Pól Thorsteinsson bjargaði tó á strikuni og beinir burtur. Næsta málmøguleikan hevði Aleksander Djord- jevic. Hann setti høvdið á eitt innlegg úr høgru. Tróndur hálvbjargar bóltin á stongina, har B36 verjan er fyrst at beina burtur. Kurt á blettinum KÍ tók við eftir steðgin, har teir sleptu. Heimaliðið spældi uttan at vera bangið fyri tapi og hevði fleiri sera nask álop beint eftir steðgin. Tíðliga í hálvleikinum varð Aleksander Djordjevic spældur leysur av Tomislav Sivic, men skotið fór á stongina aftanfyri Trónd. Kurt Mørkøre, sum hevur skorað í nærum øllum dystunum, hann hevur spælt fyri KÍ í ár, fekk endiliga sett bóltin í málið eftir fleiri royndir. Málið var ógvuliga einfalt. KÍ hevði fríspark á egnari hálvu, sum varð sent inn í brotsteigin, har Pól Thorsteinsson ikki fekk sparka burtur. Bólturin endaði hjá Kurt, sum róliga sendi framvið Tróndi. 1-0 til KÍ, og meistaraheitið hjá B36 var knappliga langt burtur. Tað er ikki at taka munnin ov fullan, at Kurt Mørkøre er vandamiklasti áleyparin í landinum í løtuni. Hann er ein støðug hóttan móti málinum hjá mótstøðuliðnum. Men havnarliðið reistist aftur. Miðvágur umaftur B36 hevur fyrr í ár verið aftanfyri, men hevur síðani vent dystinum. Hetta sóu vit í Miðvági, tá B36 var aftanfyri við einans tíggju monnum, men tá eydnaðist tað B36 at vinna hóast alt. Spælið vendi nakað móti endanum av dystinum. B36 royndi at seta álop í verk, men tað royndist illa, tí KÍ leikararnir høvdu gott tak á dystinum. Piotr Krakowski sendi Áka Mørk heilt fram í álopið í eini roynd at bróta verjuna niður. Innanfyri nakrar heilt fáar minuttir fekk B36 tvey mál, sum bæði komu eftir deyðbóltar. KÍ verjan vísti stórar veikleikar í deyðbólt- um móti endanum av dyst- inum, og tað kostaði sig- urin. Tað var Egil Zacharias- sen, sum javnaði fyri úti- liðið. Jákup á Borg sendi eitt hornaspark hart innfyri, har Meinhard Joensen fær nevan á bóltin, sum fer beint upp í loft. Egil Zachariassen var hægstur, tá bólturin dettur niðuraftur í málteigin. 1-1 og stór frøi á teimum mongu B36- viðhaldsfólkunum, sum vóru komin norð at hyggja. Løtu seinni skeyt John Petersen vinnandi málið. Liðformaðurin hjá B36 hevði annars ikki havt nakran góðan dyst, tí KÍ verjan var røsk at ansa eftir vandamikla áleyparanum. Jákup á Borg sendi eitt fríspark innfyri málið, har KÍ verjan drálar við at skjóta burtur, og bólturin dettur tilvildarliga fyri føturnar á John Petersen, sum avgerð dystin. B36 vann, og fleiri B36- arar munnu tevja gullið longu nú. KÍ – B36 1-2 (0-0) 1-0: Kurt Mørkøre 1-1: Egil Zachariasen 1-2: John Petersen Dómari: Niklas á Líðar- enda (GÍ) KÍ: Meinhard Joensen – Atli Danielsen, Jan Andrea- sen, Ove Nysted – Hjal- grím Eltør, Jan Joensen (liðf.), Allan Joensen, Tomislav Sivic (Símun Waag Høgnesen), Harley Bertholdsen (Rógvi Laksa- foss) – Kurt Mørkøre, Aleksander Djordjevic B36: Tróndur Vatnhamar – Egil Zachariasen, Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen – Jens Kristian Hansen, Jan Guttesen (Áki Mørk), Klæmint Matras, Kenneth Jacobsen (Bjarni Prior) – Jákup á Borg, John Petersen (liðf.), Heðin á Lakjuni KÍ – B36 1-2 (0-0): B36 hevði hepni Meinhard Joensen nevar bóltin uppí loft, og Egil Zachariasen stendur klárur við handaru stong at skalla útjavnandi málið Mynd: SjH C M Y K 18