Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. september 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 18. september 2001 17 Fyri fyrstu ferð hálvan triðja mánað fekk HB øll trý stigini, og ikki heilt óvæntað gjørdist afturvendi Gunnar Mohr hetjan hjá havnarliðinum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Kravið hjá HB var einfalt undan dystinum móti EB/Streymi sunnudagin. Tað er kanska at taka munnin ov fullan, at ein sigur vildi taka liðið úr sváru kreppuni, sum hevur herjað í ár, men undir øllum umstøðum vildi eitt tap verið verið ein viðgonga av, at kappingarárið 2001 var hitt daprasta í 97 ára longu søgu felagsins. Hjá samansettu upp- flytarunum var støðan nak- að øðrvísi. Fáur hevði und- an kappingarbyrjan roknað við, at teir fóru at gera stórt annað at stríðast undan niðurflytingini, og tí kundu teir fara frígjørdir á vøllin til trið seinastu uppgávuna á árinum. Spæla sítt spæl, og so vóna at hetta var nóg mikið til at skapa enn eina sensatión, um mann á- haldandi kann kalla góðu úrslitini soleiðis. Gestirnir skelkaðu HB Kanska trýst av neyðini, so var tað HB, sum legði meira bragdliga fyri. Tað sá nærum út til, at teir royndu at sjokkbyrja, men eftir at Sorin Anghel hevði givið onkrar royndir um framúr- skarandi bóltførleika sín, gjørdust vertirnir alt meira varnir við at tveita fólkið langt niðan á vøllin. Tískil gjørdist størsti parturin av dystinum ein av tí heldur tama slagnum, har langt var ímillum møgu- leikarnar, tí liðini bæði aloftast vóru væl mannað í verjupartinum, og tískil ikki høvdu so stórar trupulleikar av at temja álopsroyndirnar. Nakrir møguleikar vóru tó at síggja, og her vóru tað gestirnir, sum vóru teir vandamimestu. Fyrstu veruligu royndina skapti Sorin Anghel, tá hann dróg seg leysan í høgru, áðrenn hann við einum sera neyv- um innleggi fann kok- rakaða kollin á Andrzej Pacek, men Pól Næs Joen- sen var sum ein køttur uppi í horninum, tá pólverjin stútaði. Nakað seinni átti Pætur Dahl at givið HB leiðsluna, men einsamallur við málverjanum misnýtti hann tilboðið, og í framhalandi álopinum skeyt Allan Mørkøre millimetrar út um handara stólpan. Teir á heimaliðnum vóru tó ikki teir einastu at misnýta, og eftir at Pól fyrst hevði spælt eyka sweepari, tá Sorin var um at koma leysur, hótti Ronnie Sam- uelsen við at bróta tvær- træið, men alt til onga nyttu. Gunnar kom á vøllin Málleyst var, tá liðini fóru til hálvleiks, og leingi var eisini líkt til, at hetta skuldi gerast endaliga støðan. Hvørgin parturin skapti tað heilt stóra, og tað hvørgin parturin tóktist hava leik- arin, sum kundi umseta støku málmøguleikarnar til mál. Seinastu dystirnar hevur HB tó gjørt nýtslu av einum trumfi. Hóast HB hevur tapt teir báðar seinastu dystirnar, so hevur veteran- urin, Gunnar Mohr, skorað í teimum báðum, og tá hálvur tími var eftir, varð hann sendir inn á vøllin. Hóast orkan at renna ikki er hin sama, sum hon onk- un tíð hevur verið, so tita beinini títt, meðan orkan er til staðar, og máltevinum bilar so als einki. Besta prógvið um hetta fekst, tá Gunnar hevði verið á vøllinum í eitt korter. HB var í álopi í vinstru síðu. Í fyrstu atløgu kom bólturin ikki inn, men í næstu atløgu smekkaði Allan Mørkøre aftur um seg. Bólturin kom siglandi niður við nærmaru stong, og sum mest náttúr- liga tingið í allari verðini var Gunnar á staðnum og stýrdi bóltinum inn. Hetta gjørdist einasta málið í dystinum, og tað var sum so ógvuliga hósk- andi. Gunnar átti kanska at skora eina ferð afturat, men ta ferðina fór skotið upp- um, og burtur sæð frá hes- um, so vóru eingir veruligir málmøguleikar afturat í dystinum. Ikki lidnir enn Hóast sigurin á ein hátt lyfti HB burtur úr svárastu kreppuni, so sýndi dysturin eisini, at enn er langt á mál, áðrenn kreppan er loyst. Skaðar og leikbann hava meira ella minni oyðilagt seinastu tríggjar til fýra mánaðirnar hjá liðnum, og ivaleyst gleða leikarar og venjari seg til at byrja av nýggjum komandi ár. Áðrenn komið er so- mikið langt, at farast kann í vetrarfrí, hevur liðið tó tvær uppgávur eftir. B36 og FS Vágar standa á skránni tey bæði seinastu umførini, og einki er at ivast í, at tað serliga er dysturin móti grannunum, sum tekur nógv pláss í reyð/svarta hugaheiminum. Tað var nevnliga júst í hesari upp- gerðini, at HB í fjør misti takið á vágbingunum í oddinum, og hóast B36 nú hevur tveir match-bóltar, er einki at fara skeivur av, at í HB vilja tey so ikki, at tað skal vera ímóti teimum, at grannarnir verða skýrdir meistarar. Dysturin í tølum: HB-EB/Streymur 1-0 (0-0) 1-0: Gunnar Mohr 75 Dómari: Dagfinn Olsen (NSÍ) HB: Pól Næs Joensen - Ingi Rasmussen, Jón Rói Jacobsen, Rógvi Jacobsen, Janus M. Joensen - Allan Mørkøre, Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting - Bárður Mortansson, Pætur M. Dahl EB/Streymur: Gunnar á Steig - Alfred Jacobsen, Ólavur Poulsen, Christian Carlsson - Eyðfinnur Joen- sen, Ronnie Samuelsen, Jákup Martin Joensen, Andrzej Pacek, Knút Vesturtún - Jón Sigurð Gleðisheygg, Sorin Anghel HB-EB/Streymur 1-0 (0-0) Gunnar skeyt HB úr kreppuni Gunnar Mohr var alla tíðina vandamikil, tann hálva tíman hann var á vøllinum, og tað hevði ikki verið óheppið, um hann gjørdist tvífaldur málskjútti Mynd: Álvur Haraldsen 17 16 Nr. 179 - 18. september 2001 Fuglfirðingar máttu á heimavølli lúta fyri einum betri skipað- um og betri stríðandi Skála-liði, og nú kámst vónin um upp- flytanin í Fuglafirði 2. DEILD Jákup Mørk Toppdystur var í Fuglafirði leygardagin, tá tveir av fremstu biðlunum til eitt pláss í fyrstu deild hittust í tí, sum fyri báðar partar var at sammeta við ein lagnu- dyst. ÍF var undan dystinum á fremsta sessinum, og kundu teir við einum sigri tí halda allar trumfirnar í hondini, áðrenn teir í sein- asta umfarinum skulu til Runavíkar at spæla móti teimum næstbestu hjá NSÍ. Skála lá undan dystinum á triðja plássinum – tvey stig aftan fyri ÍF – og høvdu teir tí eins stóran tørv á stig- unum. Javnleik kundi hvørgin parturin nýta til so øgiliga nógv. Hetta tí at fremsti sessurin so allar helst fór at ferðast til Tvøroyrar, har TB átti ein á pappírinum yvirkomiligan dyst móti LÍF. Nýggjur málverji Hetta merkti tó ikki, at lið- ini bæði fyrilitarleyst fóru í álop, tá dysturin varð blást- ur ígongd. Heldur varð denturin lagdur á ein væl skipaðan verjupart, fyri síð- ani at gera eina roynd at skapa ein kontrolleraðan offensiv. Teir á heimaliðnum vóru kanska heldur minni varnir enn gestirnir fyrstu løtuna, men eftir at Skála tíðliga í dystinum hevði givið eina kraftiga ávaring, tá Ingi Hansen var um at gerast leysur, men hann heilkiks- aði hálvfluktara úr góðari skotstøðu. Aðrar ferðir var um reppið, at skálamenn gjørdust heilt vandamiklir í kontrastøðum, men so við og við fekk ÍF betri tak á dystinum. Teir fingu lagt eitt meira støðugt trýst oman móti skála málinum, og onkuntíð varð talan eisini um heilt stórar mál- møguleikar, uttan at úrslit tó spurdist burturúr. Merkisvert var annars, at tað var Leivur Justinussen, sum hesa ferð vardi málið hjá Skálamonnum. Sum nevnt í týsdagsútgávu okk- ara, so var málverjin og venjarin higartil, rumenski Eugen Voda, sagdur úr starvinum eftir tapið fyri Sumba, og tí var neyðugt við nýggjum kreftum á hesum plássi. Tað skal eisini vera sagt beinan vegin, at Leivur sýndi frálík evni á plássinum. Hann stóð vanliga har, sum hann skuldi standa, og í fyrra hálvleiki hevði eina fram- úrskarandi bjarging, um- framt at hann eisini í seinna hálvleiki hevði sítt at síggja til. Skúladømi um kontrabólt Yvirtakið, sum ÍF hevði miðskeiðis í fyrra hálvleiki, sá tó út til at minka nakað, sum hálvleikurin leið. Al- oftast hevur tað verið so- leiðis, at venjingarstøðan hjá fuglfirðingunum hevur verið betri enn hjá mót- støðumonnunumm men hesa ferð tóktist tað heldur at vera øvugt. Skálamenn fingu flutt spælið nakrar metrar niðan frá egnum brotsteigi. Teir hildu áhaldandi fast um góðu stýringina í verjuni, sannleikin er eisini hann, at gestirnir skaptu fleiri mál- møguleikar enn veritirnir seinasta korterið undan steðginum. Heimaliðið hevði framvegis spælið, men Skála royndi hinvegin at spæla sítt kontraspæl, og leiðslumálið var eisini eitt skúladømi um, hvussu hetta skal gerast. Eftir at bólturin varð vunnin í verjustøðu, varð bert ein millumstøð nýtt, áðrenn bólturin varð sendir diagonalt inn um ÍF-verj- una. Pauli Hansen var skjótari enn nakar av ÍF verjuleikarunum, og tá Rúni Joensen kom úr ÍF- málinum, megnaði Pauli akkurát at prika bóltin fram við málverjanum og inn í tóma málið. Brendu alt Soleiðis vóru skálamenn á odda, tá farið varð út til seinna hálvleik, og serstak- liga fyrstu løtuna av hesum tóktist hetta eisini at ør- kymla fuglfirðingar. Skála hevði hesa løtuna einar tveir heilt góðar møguleik- ar at avgera dystin, men teir vóru ikki nóg neyvir í avgerandi løtunum. Ístaðin komu fuglfirð- ingar alsamt meira inn aftur í dystin, royndirnar gjørd- ust alsamt naskari. At teir so kortini ikki megnaðu at skora, kann bara metast sum ein blandingur av svartasta óhepni, góðum málverja- og verjuspæla frá Skála og óneyvum avslutn- ingum, men í øllum førum man tað vera soleiðis, at fuglfirðingarnir í dag iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at skora. Tapið merkti í øllum førum, at ÍF datt aftur á triðja plássið í kappingini, og nú skulu teir hava hjálp aðra staðni frá, um teir bara skulu fáa loyvi at spæla um uppflyting, og tað er so neyvan tað, sum teir høvdu vónir um undan dystinum. Søguligur møguleiki Skála liggur nú soleiðis fyri, at teir sjálvir skulu gera av, hvørt teir skulu vera við í telvingini um pláss í fremstu deildini komandi kappingarár. Har hevur liðið ikki verið áður, og er talan soleiðis um ein søguligan møguleika. Teir eiga ein dyst eftir, og á heimavølli mugu teir met- ast sum risafavorittar ímóti KÍ, sum er á næst niðasta sessinum í deildini. Sum nevnt omanfyri, so søgdu skálamenn rumenska venjaran upp í vikuni, og í fyrsta umfari gav hetta í øllum førum bonus, tí teir báðir nýggju – Justinus Justinussen og Asbjørn Mikkelsen – fingu ein sera, sera týðandi sigur fyrsta dystinum. Skála hevur bert eitt ár í aðru deild á baki í hesum umfarinum, og spurningur- in, sum fleiri seta sær, er helst, um liðið hevur nakað at gera í bestu deildini. Hóast tað enn ikki er greitt, um liðið kemur somikið langt, so ber longu til at staðfesta, at um so er, fer liðið neyvan at gera sær fyri skommum við bert at leggja rygg til stórtap. Fyrst og fremst tí liðið tykist hampuliga væl skip- að í verjupartinum, har Pauli Poulsen roynist væl sum stýrimaður, men takttiska organisatiónin er ikki einasta vápnið, sum liðið hevur. Hondbólturin gevur nógv Á Skála hava tey leingi ver- ið von við ein leiklut í oddinum, tá tað ræður um ítrótt. Hóast tað er í hond- bóltinum, at henda siðvenja skal finnast, so hevur hetta tó borið nakrar fyrimunir yvir á fótbóltin, sum telir fleiri av somu leikarum, sum um veturin spæla hondbólt. Nakað sum ann- ars ofta hevur verið ein bági fyri fótbóltsspælið á vestara arminum á Skálafirðinum. At orka at spæla fótbólt, er týdningarmesti liðurin á einum fótbóltsliði, og at flestu leikararnir venja alt árið inniber, at grundvenj- ingin altíð er í lagi. Nakað sum kemur til góðar, tá stig skulu berjast heim. Týdningarmiklari er tó helst tann hugburður, sum leikararnir hava fingið frá hondbóltinum. Teir seta seg neyvan til sættis við at stríðast fyri einum níggj- unda plássi, um teir koma í bestu røðina, og hetta ger, at stríðsviljin eisini er til staðar, tá tað ræður um at fanga trið- ella fjórðaftasta liðið á stigatalvuni. Sjálvandi verður neyðugt við onkrum fremmandum styrki, men fer liði at røkka bestu deildini, er støðan ikki soleiðis, at Skálamenn mugu og skulu hava fýra góðar útlendingar, fyri at hava nakran møguleika. Eru teir hepnir í valinum, eru ein ella tveir helst nóg mikið. Vandin hjá liðnum er sjálvsagt, at onnur og størri feløg fara at taka av arvasilvurinum, so sum tað ofta er hent fyrr. Best kenda dømið er helst John Peter- sen, men eisini aðrir leik- arar, sum hava verið í fremstu røðini, hava traðk- að barnaskógvarnar inni á Skála. Hesin vandin er sera stórur, tá liðið ikki er í bestu deildini, men megnar Skála hesa ferð at vinna seg upp, verður tann vandin í øllum førum nakað minni. ÍF-Skála 1-0 (1-0) 1-0: Pauli Hansen Pauli Hansen er ein av evnaríku skálamonnunum, sum nú hevur ein søguligan møguleika at tryggja sær sess í bestu deildini komandi kappingarár Mynd: Álvur Haraldsen ÍF-Skála 1-0 (1-0) Skála hevur fatur í fyrstu deild C M Y K 16