Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. september 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 18. september 2001 15 Mótsatt nógvu av undanfarnu ferðun- um, so koppaði tað ikki Gí til fyrimunar, tá tað leingi hevði riðið um snarið FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Støðan var ikki ókend, sum gøtumenn vóru í sunnu- dagin. Tað reið leingi um snarið. Bæði liðini høvdu málmøguleikar, hvørki lið- ið megnaði at fáa mál, og spælbýtið var javnt. Í fleiri av undanfarnu dystunum hevur tað, sum 2. hálv- leikur er liðin, koppað GÍ til fyrimunar. Orkan hjá mótstøðumonnunum hevur ikki verið so stórt, sum tann hjá gøtumonnum, og so hava tølini talað fyri sann- førandi Gí heimasigrum. Soleiðis kundi tað havt gingið, tá NSÍ vitjaði í einki serligum líkindum sunnudagin, men soleiðis gekk tað ikki. NSÍ skoraði í 2. hálvleiki einasta málið. GÍ flutti fólkið langt fram, og í ein- ari desperatari roynd at koma afturíaftur løgdu teir nógv trýst á málið hjá NSÍ, har Jens Martin Knudsen var stóri íblásarin. Ofta hava teir úr Runavík mist takið síðsta korterið, tá teir hava spælt í Serpigerði, men tað gjørdu teir ikki hesa ferð. NSÍ fór avstað við øllum stigunum, og harvið svann seinasta vónin hjá gøtumonnum at vinna enn eitt FM heiti. Tættar eftiransingar Hesa ferð royndu teir í NSÍ at hava heilt stutt tjóður á mótstøðumonnunum. Mið- vøllurin hjá teimum hevur sjáldan bara verið mann- aður við góðum fótbólts- spælarum. Tað var hann hesa ferð. Brynjolvur Niel- sen, Sjúrður Jacobsen og Ian Højgaard megnaðu at dekka sera tætt, og hóast tað ikki altíð sá so polerað og sannførandi út, so megn- aðu teir av og á at fáa fram- rættaða spælið at hanga saman. Í høgra borði hevði Gert Langgaard gott tak á Henningi Jarnskor, og sam- stundis megnaði Gert fleiri ferðir at bjóða seg til. Í vinstra borði var Eddie Mikkelsen, sum er ein góð- ur bóltspælari. Hann var onkra ferðina yvirspældur av Áslaki R. Petersen, men innleggini vóru ofta ikki serliga neyv. Í verjuni var Dánial Han- sen aftastur. Setningurin hjá Jónsteini Petersen og Arnfinni Langgaard var bara at ansa Helga L. Peter- sen og Óla Hansen. Tað megnaðu teir stak væl. Fyrrverandi NSÍ menninir í GÍ høvdu ongan upplagdar málmøguleika. Bestu GÍ møguleikarnar fyrsta tíman høvdu Magni Jarnskor, sum lobbaði upp um Jens Martin Knudsen, men bólt- urin stiklaði skeivu megin stólpan, og einar tvær ferðir var um reppið, at Bartal Eliassen eftir frísparksinn- legg fekk sett høvdið ordu- liga undir bóltin. Í framrættaða partinum hjá NSÍ var Sonni L. Peter- sen ágrýtin og uppsøkjandi. Í trimum førum var um reppið, at hann fekk bóltin í netið aftanfyri Hall Han- sen. Uppspælið var hvørja ferð í høgru, men tvær ferðir kiksaði Sonni flukt- royndir, og eina ferð fór stútarin við síðuna av mál- inum. Málinum hjá NSÍ bilti einki. Ian Højgaard sendi fríspark í høgru longri út í borðið til Gert Langgaard, sum sendi innfyri. Ken Nónklett, sum hevði stríðst nógv, men sum framman- undan ikki var komin til serligar møguleikar, var fyrstur á, og níggju metrar úr málinum og við fremra stólpan, snittaði hann í handara síðunetið. Brotnaðu á miðjuni At tað hesa ferð ikki eydn- aðist so væl hjá GÍ, sum tað ofta fyrr í ár hevur gjørt, mundi fyri ein part komast av fleiri rokeringum á mið- vøllinum. Undan dystar- byrjan var greitt, at slítarin, Poul Henning Jacobsen, ikki var førur fyri at spæla. Í hansara stað varð veteran- urin Jóan Petur Olsen sett- ur. Hann helt bara eina løtu. So varð Hans Pauli Peter- sen settur inn. Eingin ivast í hansara fótbóltsevnum, men sum 2. hálvleikur leið sást væl, at dystarvenjingin og harvið arbeiðsøki og tyngdin í nærdystunum ikki var, sum hon kundi havt verið, um skaðatíðin ikki hevði havt verið so long, og um venjingarstøðan harvið hevði havt verið betri. Henning Jarnskor og Zdzislaw Janik vóru aftur hesa ferð drúgvir í vinstru, og Magni Jarnskor tuskaði aftur hesa ferð nógv, men hetta var ikki dagurin hjá GÍ. Hóast teir høvdu bóltin størra partin av tíðini, og hóast tað kundi roknast við, at viljin at vinna var størri hjá teimum, enn hann var hjá mótstøðumonnunum, sum hvørki hava FM ella heiðurskrónur at spæla um, so megnaðu teir ikki at fáa mál. Harvið høvdu teir tapt á heimavølli fyri fyrstu ferð. Og tapið kostaði síðstu vónina um at vinna meistaraskapin. Dysturin í tølum: GI-NSÍ 0-1 (0-0) 0-1: Ken Nónklett 81 Dómari: Oddmar Andreasen (HB) GÍ: Hallur Hansen – Bartal Eliassen, Leivur Hansen, Poul Ennigarð – Áslakur R. Petersen, Magni Jarnskor, Jóan Petur Olsen, Zdzislaw Janik, Henning Jarnskor – Óli Hansen, Helgi L. Petersen NSÍ: Jens Martin Knudsen – Arnfinn Langgaard, Dánial Hansen, Jónstein Petersen – Gert Langgaard, Brynjolvur Nielsen, Ian Højgaard, Sjúrður Jacobsen, Eddie Mikkelsen – Ken Nónklett, Sonni L. Petersen Framtíðin hjá meistarunum frá í fjør sær spennandi út, tí í ár hava teir vunnið bæði 3- deild og dreingja- deildina VENJARI Jóannes Hansen Vágbingar, sum við stór- sigri sunnudagin undir- strikaðu, at teir fram- vegis eru eitt boð upp á bronsukrónurnar, eru farnir undir fyrireiking- arnar til nýggja kapping- arárið. Fríggjadagin visti heimasíðan hjá teimum at siga, at teir hava skrivað sáttmála við ein nýggjan jugoslaviskan venjara. Talan er um tann 45 ára gamla Dra- gan Kovacevic, sum skal venja vaksnamanna- deildirnar. Talan er um ein venj- ara við nógvum roynd- um. Sambært heimasíð- uni hevur nýggi VB venjarin verið venjari í 20 ár, og hann hevur verið venjari hjá onkrum felag í næstbestu deild- ini. Dragan Kovacevic skal loysa Krzystof Pop- czynski av. Pólverski hevur verið í Vági í trý ár. Í síni tíð kom hann til Vágs sum spælari, men miðskeiðis í kappingar- árinum loysti hann Milan Milanovic av sum venjari. Tað ber ikki til at siga annað, enn at vágbingar hava dugað væl, tá teir hava verið uttanfyri landoddarnar og funnið sær venjara. Milan Milanovic, sum kom úr Jugoslavia, var nógv av hildin, og Tomislav Sivic, sum kom til Vágs í 1996 vísti seg at vera ein fongur – fyrst í eitt ár fyri VB og síðani fyri B36, sum hann gjørdi til meistarar í 1997. Framtíðin Tað hevur verið tosað eitt sindur um, at eitt ættarliðsskifti er ikki so langt burturi í Vági. Onkrir spælarar eru farnir upp um tey tredivu, men einki talar fyri, at teir ætla sær at gevast. Men royndu menninir á VB liðnum kunnu kanska rokna við, at tað fer at vera kapping um plássini komandi árini. Leygardagin megnaði dreingjaliðið hjá VB at vinna meistaraskapin. Hetta er fyrsta ferðin síðani 1963, at VB er meistari í dreingjadeild- ini. Vágsdreingir hava fingið hjálp frá dreingj- um aðra staðni í oynni. Popczynski hevur verið venjari, og dreingirnir hava fingið stak væl burturúr. Næstbesta liðið hjá VB megnaði um viku- skiftið at tryggja sær pláss í 2. deild komandi kappingarár. Hetta er fyrsta ferðin, at VB bæði eigur pláss í bestu og næstbestu deildini. Sosi- alurin ynskir VB til- lukku við FM heitinum í dreingjadeildini og gull- krónunum í 3. deild. Umframt nýggja venj- aran hava teir í VB eisini tryggjað sær verjustuðul úr Jugoslavia. Predrag Zivkovic hevur verið í Vági í tvey ár, og hann verður í Vági í hvussu so er í tvey ár afturat. Sam- bært heimasíðuni hjá VB so skrivaðu teir í Vági í síðstu viku undir nýggj- an tvey ára sáttmála við Zivkovic. VB aftur venjara úr Jugoslavia Hóast hann og hinir í GÍ royndu, so eydnaðist tað ikki Helga L. Petersen at basa fyrrverandi liðfeløgunum í NSÍ Mynd: Jonhard Hammer GÍ-NSÍ 0-1 (0-0): NSÍ megnaði tað sum hini ikki høvdu gjørt Dragan Kovacevic verður nýggi venjarin hjá VB Mynd: www.vb1905.fo 15 14 Nr. 179 - 18. september 2001 Stórsigurin hjá toftamonnum ímóti botnliðnum kundi havt verið uppaftur størri, enn hann var Tað var eingin ivi um, hvat felag var botnlið, og hvat av teimum báðum liðunum í góðveðrinum á Svanga- skarði sunnudagin umboð- aði felagið, sum er best fyri í kappingini um bronsu- krónurnar. Fyrra umfarið var hálv- runnið, áðrenn tað kom hol á, og áðrenn B68 økti til 2–0, hevði FS Vágar ein sera stóran møguleika at javna. Men breiddin hjá B68 var størri, spælararnir tóktust vera betri fyri, teir vunnu nærdystirnar og ar- beiddu meiri, og alt hetta hevði við sær, at B68 hevði málmøguleikar omaná mál- møguleikar. Meiri framrættaðir B68 legði beinanvegin stórt trýst á vágamenninar. Hesa ferð var útgangsstøðan hjá Jóannesi Jakobsen heldur 3–4–3 enn 4–4–2. Kongs- tankin tóktist vera at toga spælið so langt í borðini, sum tað bar til. Tí vóru Arnold Joensen í høgru og John Heri Dam í vinstru í álopinum saman við Súna Fríða Johannesen. Tað var kanska roknað við, at FS Vágar fór at koma á Svangaskarð við tíggju ella ellivu monnum í egnum brotsteigi. Tað gjørdu vágamenn ikki. Teir luttóku í spælinum frammi á vøllinum. Tað hevði við sær, at teir spældu seg til einstakar málmøguleikar ímóti tunnu B68 verjuni (nógvir spælarar tóktust hugsa um at taka lut í málveitsluni, sum teir rokn- aðu so nógv við), men tað hevði eisini við sær, at B68 miðvallararnir høvdu lætt spæl. Henda støðan kom ser- liga væl við hjá Fróða Benjaminsen, sum hesa ferð hevði meiri pláss at dusa sær á, enn hann ofta plagar at hava. Málini B68 kom á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki. Fróði Benja- minsen var arkitekturin og avsluttarin. Arnold Joensen var bandi í eitt tvey sam- anspæli, áðrenn leikbann- aði landsliðsmaðurin setti hol á málskjótingina. Ein minutt undan hvíld- ini økti Súni Fríði Jo- hannesen. Uppspælið áttu teir báðir vinstrabeintu hjá B68. Eftir eitt tvey við Jákup Eli Olsen kom John Heri Dam, sum rættuliga hevur fingið høvdið fyri seg í B68, væl innfyri, og har var Súni Fríði Johanne- sen, sum stýrdi bóltinum í kassan. Stutt frammanundan 2–0 málinum fekk Birgir Joen- sen ein góðan møguleika, eftir at B68 hevði mist í uppspælinum. Birgir Joen- sen sneiddi framvið mál- verjanum, men skotroyndin var ikki nóg neyv. Fýra minuttir eftir steðg- in var greitt, at sigurin fór at vera á Toftum. Eftir hornaspark í vinstru og út frá smekkaði Jann Ingi Petersen til úr stórari fjar- støðu. Málverjin var óhepp- in ikki at halda bóltinum, og so var Súni Fríði Jo- hannesen fyrstur á returin- um. 3–0 gjørdist til 4–0, tá Arnold Joensen setti krúllin undir gott innlegg frá John Hera Dam, og 4–0 gjørdist til 5–0, tá Marcello, sum saman við veteranunum Jan C. Dam og Jan Petersen var komin á vøllin í 2. hálv- leiki, stakk fram ímillum til Fróða Benjaminsen, sum takkaði fyri álitið og syrgdi fyri, at tað í kappingini um toppskjúttara sessin í B68 framvegis stendur á jøvn- um ímillum liðformannin og Súna Fríða.Johannesen. Ein av frægaru vága- monnunum slapp at pynta um. Eftir diagonala sending úr høgru, kom Tór–Ingar Akselsen leysur og potaði framvið Kjartani Nesá, sum noyddist at leypa út. Dysturin í tølum: B68-FS Vágar 5-1 (2-0) 1-0: Fróði Benjaminsen 22 2-0: Súni Fríði Johannesen 45 3-0: Súni Fríði Johannesen 49 4-0: Arnold Joensen 61 5-0: Fróði Benjaminsen 75 5-1: Tór-Ingar Akselsen 86 Dómari: Petur Skarðenni (LÍF) B68: Kjartan Nesá – Oleif Joensen, Hans Fróði Han- sen, Messias Perreira – Marlon Jorge, Jann Ingi Petersen, Fróði Benjamin- sen, Jákup Eli Olsen – Arnold Joensen, Súni Fríði Johannesen, John Heri Dam FS Vágar: Arturas Ra- moska – Jack Johansen, Vlad Osipov, Poul Kjartan Thomsen, Jákup Joensen – Tór–Ingar Akselsen, Sonni Johansen, Jón Nielsen, Elfinn Ørvarodd – Birgir Joensen, Kim Poulsen Fyri fyrstu ferð í ár er TB á odda í aðru deild, nú bert eitt umfar er eftir at leika 2. DEILD Jákup Mørk Hóast tey á Tvøroyri alla tíðina hava sagt, at málið er vinna seg upp aftur í bestu fótbóltsdeildina, so hevur tað sjáldan bent tann vegin, at hetta tos skuldi hava hald í veruleikanum. TB hevur stóran part av árinum havt sera óstøðug úrslit, og ikki minst eftir avsmurningin í Fuglafirði varð roknað við, at nú vóru tvørámenn lidnir. Mál í fyrsta álopinum Stórtapið fyri ÍF tóktist tó á ongan hátt at taka mótið frá TB. Heldur var tað øvugt, soleiðis at spælararnir treiskaðust og vildu prógva, at talan tá var um eitt stórt mistak. Liðið hevur spælt seg frá sigri til sigur, og undan vikuskiftinum høvdu teir vunnið seg upp á næst ovasta sessin í landskapp- ingini. Tað tók teimum heldur ikki leingi at vísa leirvík- ingunum, sum vitjaðu leyg- ardagin, at eisini í hesum dystinum ætlaði TB sær trý stig. Eftir at LÍF hevði givið bóltin upp, fekk TB fatur á. Dan Mortensen og Vagnur Nolsøe spældu saman, áðrenn bólturin varð stungin inn til Sasja Radodsvljevic, og so stóð 1-0. Næstu løtuna tóktist tað, sum um tvørámenn høvdu ilt við at fylgja upp uppá dreymabyrjanina. Spælið var ógvuliga rótut, og málmøguleikarnir sum stungu seg upp í báðum endum, vóru heldir tilvild- arligir. Heimaliðið fekk tó frið á, tá hálvleikurin mundi vera hálvliðin. Spælt varð upp í vinstru síðu, og alt endaði við, at Sasja kundi stevna inn móti málinum. Mál- verjin sá seg noyddan at fara ímóti, og so hevði Einar Petersen lætt spæl, tá Sasja rullaði tvørtur um. Suður á Krossin Í øðrum hálvleiki hevði TB alla tíðina tamarhald á. Teir løtu kanska geistirnar koma nakað niðan, men tá spælið nærkaðist brotsteiginum, vóru teir avgjørdir. 3-0 málið kom júst eftir, at leirvíkingar vóru á veg í álop. Dan Mortensen fekk fatur á LÍF uppspælinum, og eftir at hava spælt bandaspæl við Zoran, kundi Mortensen maðurin einsamallur við málverjan- um økja um leiðsluna. Tey bæði seinastu málini átti Tórður Mortensen, sum annars ikki er vanur at gera tað nógva við málskjót- ingina. Í báðum førum dróg hann seg langt niðan eftir vøllinum, og í báðum end- aði alt eisini við, at hann kundi spíla meskarnar út, soleiðis at støðan loksins gjørdist 5-0 til tvørámenn. TB er sum sagt á odda í deildini, nú bert eitt umfar er eftir at leika, men enn munnu tvøráfólk langt ífrá kenna seg trygg í uppflyt- anini. Seinasti dysturin á skránni (fyribils í øllum førum) er suðuri á Kross- inum, tá sumbingar taka ímóti, og hetta verður so undir ongum umstøðum nakar lættur dystur hjá tvørámonnum. TB-LÍF 5-0 (2-0) 1-0: Sasja Radosavljevic 2-0: Einar Petersen 3-0: Dan Mortensen 4-0: Tórður Mortensen 5-0: Tórður Mortensen B68-FS Vágar 5-1 (2-0): B68 svam í málmøguleikum TB-LÍF 5-0 (2-0) Tvørámenn eiga nú trumfin John Heri Dam var við í nógvum frameftir, tá B689 gjørdi nógv við at toga spælið út í síðurnar C M Y K 14