týsdagur 18. september 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 179 - 18. september 2001
13
VB sópaði allan iva til
viks í fyrra hálvleiki,
og eftir hetta skuldi
tíðin bert fáast at
ganga
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tá B71 í fjør vitjaði í Vági,
var tað heldur óvæntað, at
teir skuldu fara avstað við
øllum trimum stigunum. At
tað so seinni skuldi vísa
seg, at hetta bert gjørdist
ein av tveimum ferður, at
vágbingar fóru stigaleysir
av vøllinum, mundi tað
vera fáur, sum grunaði tá,
men tað gjørdi ikki bragdið
hjá sandoyingum minni, at
so varð.
Gjørdu skjótt av
Sunnudagin vitjaðu sand-
oyingar so aftur í Vági, men
hesa ferð var tað so langt
ífrá, at teir fingu nakað sum
helst við sær heimaftur.
VB var snøgt sagt oman á
í øllum. Serliga í fyrra
hálvleiki blástu teir sandoy-
ingarnar um koll, og longu
eftir góðum tíggju minutt-
um tóktist greitt, at her
høvdu gestirnir einki at
gera.
Sandoyingar løgdu ann-
ars sera varliga fyri. Allar
helst í vónini um at binda
væl fyri í verjupartinum,
soleiðis at teir kundu verja
tað stigið, sum teir høvdu
við sær á vøllin.
Hendan ætlan helst tó
ikki serliga leingi. Bert
góðir sjey minuttir vóru
farnir, tá Jón Pauli royndi
seg við langskotið. Robert
Cieslewicz var kvikur, tá
hann hevði møguleika at
avrætta skotið, og so var
Waldemar í sandoyarmálin-
um seldur fyri fyrstu ferð.
Lítla løtu seinni varð
Predrag
Zivkovic,
sum
annars júst hevur longt sátt-
málan við VB, feldur, og
eftirfylgjandi brotssparkið
sendi Krzystof Popczynski
trygt í netið. Til stuttleikar
kann nevnast, at júst í B71
sigrinum í Vági í fjør
brendi Krzystof brotsspark.
Pólverska málskjótingin
var tó langt í frá liðug, hó-
ast dysturin við hesum báð-
um málunum tóktist mest
sum avgjørdur.
Marek Wierzbicki hevur
áður roynst væl hjá sand-
oyingum, men tað kann so
ikki sigast um hendan dyst-
in. Marek var nevnliga
maður aftan fyri tey bæði
næstu VB málini. Fyrst
sendi
hann
hornaspark
beina kós í meskarnar, og
síðani lyfti hann upp um
Waldemar, tá hann slapp
púra leysir móti málinum.
Alt var avgjørt
Beint undan steðginum økti
Birgir Jørgensen í 5-0, á-
skoðararnir
á
Eiðinum
høvdu ivaleyst vónir um
enn eina málveitslu, tá lið-
ini komu út til seinna hálv-
leik.
Her gjørdist tað tó eitt
sindur meira friðarligt. Lið-
ini fingu bert eitt mál í part,
men sandoyingar máttu
bíða til Palli Augustinussen
hevði økt upp í tennistøl,
áðrenn Jónsvein Thomsen
at enda slapp at skjóta eitt
troystarmál.
Ymsar lagnur
Sigurin – saman við tapin-
um hjá KÍ – merkti fyri
vágbingar, at teir nú eru
mest sum leysir á fjórð
ovasta sessinum í lands-
kappingini.
Bronsuni
kunnu teir neyvan røkka,
men hinvegin er einki at
ivast í, at ærukæru føroya-
meistararnir vilja prógva, at
teir eisini í ár eru mentir at
fáa eina góða endastøðu.
Hóast sjálv plaseringin
neyvan kann betrast tað
stóra, so kunnu vágbingar
enn prógva, at stirðil er í
teimum. Komandi viku-
skifti skulu teir vitja upp-
flytararnar úr EB/Streymi,
áðrenn oddaliðið úr B36
kemur á vitjan í seinasta
umfarinum. Tað kann vera,
at B36 longu tá hevur
tryggjað sær meistaraheit-
ið, men um so er, er einki at
ivast í, at vágbingar ætla
sær at bera flaggið høgt,
áðrenn teir fara inn í skápið
eftir meistarasteypinum.
Hjá
sandoyingum
er
framvegis annað og meira
enn æran at spæla fyri.
Framveigs halda teir seg
framman fyri vágamenn í
botnstríðnum, men ivaleyst
verður neyðugt við fleiri
stigum, um tilveran í deild-
ini skal bjargast. Tveir dyst-
ir eru eftir á skránni, og eru
hesir báðir í Eysturoynni
móti ávíkavist NSÍ og GÍ,
og tá verður neyðugt við
øðrvísi og betri spæli enn
tí, sum liðið sýndi í Vági
sunnudagin.
Dysturin í tølum:
VB-B71 6-1 (5-0)
1-0: Robert Cieslewicz 8
2-0: Krzystof Popczynski
(br.) 12
3-0: Marek Wierzbicki 21
4-0: Marek Wierzbicki 35
5-0: Birgir Jørgensen 43
6-0: Palli Augustinussen 53
6-1: Jónsvein Thomsen 68
Dómari: Birgir Sondum
(B36)
VB: Bjarni Johansen -
Predrag Zivkovic, Eyðun
Jacobsen, Magni Jacobsen
- Palli Augustinussen, Gisli
Sveinbjørnsson,
Marek
Wierzbicki,
Krzystof
Popczynski,
Jón
Pauli
Olsen - Birgir Jørgensen,
Robert Cieslewicz
B71: Valdemar Nowicki -
Jógvan Jón Petersen,
Bernhard Petersen, Bjørn
Thorsteinsson
-
Hans
Jørgen Djurhuus, Ib Mohr
Olsen, Eli Hentze, Jón
Brekku, Sverrir Kjærbo,
Svenning W. Hansen - Kári
Nielsen
Palli Augustinussen sendi VB upp á tennistøl, áðrenn B71 at enda slapp at minka um munin
VB-B71 6-1 (5-0)
Avsmurdir sandoyingar
13
12
Nr. 179 - 18. september 2001
HB hevur møguleik-
an at siga takk fyri
seinast, men mest
sannlíkt er tað, B36
fer at siga takk fyri
1991
SAMANUM
Jóannes Hansen
B36 vann, og GÍ fekk einki.
Soleiðis var veruleikin, tá
klokkan nærkaðist fimm
sunnudagin. Stutt framm-
anundan vendi tað hin-
vegin. Tá var KÍ komið á
odda í Klaksvík ímóti B36,
meðan tað framvegis var
javnleikur í Gøtu.
Mátin, sum B36 vann
upp á, var ikki lítið átøkur
honum, sum teir fyri trim-
um vikum síðani ognaðu
sær øll stigini í Miðvági. Tá
tað var farið undir síðsta
korterið, var mótstøðuliðið
á odda, og tað tóktist sum
um, at B36 einki skuldi fáa.
Næstsíðsta sunnudag ímóti
B68 í Gundadali bendi alt
á, at tað skuldi enda mál-
leyst. Men allar tríggjar
ferðirnar hevur B36 verið
omaná
síðstu
løtuna.
Soleiðis var tað, tá teir í
1997 vunnu FM, soleiðis
var tað, tá HB í 1998 vann
FM, og tá KÍ í 1999 og VB
í fjør vunnu meistaraskapin
vórðu dystirnir ofta ikki
avgjørdir komandi meist-
araliðnum til fyrimunar
fyrrenn í síðstu løtu.
Fjákuta tosið um at KÍ
við vilja fór at geva B36
stigini, soleiðis at klaksvík-
ingar harvið kundu tryggja
sær pláss í UEFA Cup varð
gjørt til skammar av KÍ,
sum ímóti stríddist tað, teir
megnaðu.
Ynskistøðan
Hjá B36 og B36 viðhalds-
fólki lagaði vikuskiftið seg
so væl, sum tað kann hugs-
ast. Verturin man liggja á,
at tað ikki hekk so ógvuliga
væl saman í Klaksvík, og at
tað fyrstu 80 minuttirnar
ikki sá serliga sannførandi
út. Tað, sum nú telur, er, at
tað eydnaðist at fáa øll
stigini við aftur til Havnar.
GÍ megnaði ikki at fáa
nakað ímóti NSÍ. Einki skal
takast frá NSÍ avrikinum,
men tá GÍ verður sammett
við B36 er breiddin í spæl-
arahópinum ikki tann sama,
og tað hevur týdning. Skað-
ar raka dygt, og so tóktist
tað hesa ferð, sum um fleiri
av gøtumonnunum fram-
vegis vóru troyttir eftir
dystin mikukvøldið ímóti
HB. At tann 2. hálvleikurin
gjørdist nógv strævnari,
enn tað var neyðugt, kom
illa við sunnudagin.
Úrslitini í 16. umfarinum
hava við sær, at B36 er í
sannari ynskistøðu. Nú
kunnu teir komandi sunnu-
dag avgera meistaraskapin
á heimavølli, og tað kann
ikki vera betur. Serliga tá
HB er mótstøðuliðið!
Meistaraskapurin í 1997
varð vunnin í Vági. Í 1991
hevði B36 møguleikan at
vinna FM í Gundadali. HB
var mótstøðuliðið, og teir
syrgdu við 1–1 javnleiki
fyri, at tað ikki var B36,
men heldur KÍ, sum henda
sama dagin tapti 2–1 í
Gøtu, sum vann FM heitið.
Í fjør hevði HB allar
møguleikar at vinna FM.
Men ta ferðina var tað B36,
sum við 2–2 javnleiki í
næstsíðsta
umfarinum
spældi HB eitt puss, meðan
B36 ikki megnaði at gera
nakað við VB, tá teir í
síðsta umfarinum komu í
Gundadal.
Sunnudagin fer HB at
gera sítt til at útseta B36
veitsluna. Avrikið í fyrsta
sigrinum síðani 1. juli, tá
HB vann ímóti FS Vágum,
var einki serligt, men 1–0
sigursmálið
ímóti
EB/
Streymi hjá 38 ára gamla
Gunnari Mohr, sum er
grivin framaftur, eftir at
hann ikki hevur spælt á
besta liðnum síðani 1997,
mundi kennast serliga kær-
komið. HB er framvegis á
sjeynda plássinum, men við
fullari úrtøku í tveimum
teimum seinastu umførun-
um kunnu teir lyfta seg upp
um miðjuna. Tað er ikki
nøkur ynskistøða hjá HB.
Hana eiga teir í B36, sum
ivaleyst – í tí loynda sjálv-
andi! – fara at fyrireika tað
heilt stóra til komandi
sunnudag.
Sjálvandi
verður
tað
stuttligast hjá B36, um teir
vinna FM við sigri á grann-
unum. Men teir kunnu
eisini
gerast
meistarar
sunnudagin, sjálvt um teir
tapa. B36 vinnur undir
øllum umstøðum FM, um
B68 sunnudagin megnar at
fáa stig ímóti GÍ.
Millumvøran
Á Toftum høvdu teir undan
kappingarbyrjan ivaleyst
vónað, at B68 skuldi vera
við í FM kappingini. Tað
hava teir ikki megnað, og
tað hevur sjálvandi havt við
sær, at tað ikki hevur verið
so spennandi hjá tofta-
monnum, sum tað kundi
havt verið. Men tað skal
vita heilt illa við, um
bronsukrónurnar ikki verða
vunnar. B36 sigurin í
Klaksvík hevur ivaleyst við
sær, at triðja plássið hjá
B68 ikki fer at bera UEFA
luttøku við sær, men heldur
Intertoto Cup pláss.
VB er nú einasta liðið,
sum kann hótta triðja
plássið hjá B68. Við stór-
sigrinum ímóti B71 vístu
vágbingar, at teir enn stríð-
ast fyri 3. plássinum.
Í Runavík hava teir ikki
fingið tað burturúr, sum
teir høvdu vónað. Flotti
sigurin í Gøtu hevði við
sær, at NSÍ lyfti seg fram á
fimta plássið, og teir hava
framvegis møguleika fyri at
endurtaka fjórða plássið frá
í fjør.
KÍ í Klaksvík plagar at
vera ov stórur biti hjá teim-
um flestu. Soleiðis hevur
tað ikki verið í ár. Tapið
ímóti B36 var tað fjórða hjá
KÍ á heimavølli í ár.
HB slapp sunnudagin
undan øllum teoretiskum
tosi
um
niðurflyting.
Kanska teir kunnu lyfta seg
eitt ella tvey pláss upp, men
undir øllum umstøðum er
talan um eitt sera vánaligt
kappingarár. Ikki minst tá
havt verður í huga, hvussu
ljóst alt sá út í bólkaum-
farinum í steypakappingini.
Stóra málið hjá EB/
Streymi var sunnudagin at
fara úr Gundadali við øll-
um stigunum. Tað eydnað-
ist ikki, og so er spurning-
urin, hvussu tað fer at hiln
ast ímóti VB og NSÍ. Men
eingin
kann
taka
frá
Berguri
Magnussen
og
hansara monnum, at teir
hava verið eitt gott íslett í
bestu deildini.
Í leysum lofti
Spurningurin um niður– og
uppflyting hongur fram-
vegis í leysum lofti. Vága-
menn gjørdu einki um seg á
Svangaskarði, og tað sær
svart út hjá teimum. Sand-
oyingar gjørdu heldur einki
um seg í Vági. Teir munnu
fyrst og fremst dúva uppá,
at FS Vágar einki fer at fáa
afturat.
Annað av hesum liðunum
skal niður í 2. deild, og hjá
hinum verður kappingar-
árið longt við tveimum
dystum. Hvørjum dystirnir
verða ímóti er framvegis
púra opin.
ÍF hevur mesta partin av
árinum verið besta boðið
upp á beinleiðis uppflyting,
men tepra tapið á heima-
vølli ímóti Skála hevur við
sær, at nú skulu fuglfirð-
ingar hava hjálp frá bæði
sumbingum og klaksvík-
ingum, um teir við sigri í
Runavík skulu flyta upp.
Tað er lítið sannlíkt, og
avrikið leygardagin bar
avgjørt ikki boð um, at ÍF
hevur nakað at gera í bestu
deildini.
Tað eru bara tríggjar
vikur síðani, at TB tapti
5–0 í Fuglafirði. Nú er TB
besta boðið upp á upp-
flyting. Tað verður eitt
øgiligt stríð í Sumba kom-
andi leygardag.
Skálamenn hava ongan-
tíð verið í bestu deildini.
Eftir tepra sigurin í Fugla-
firði hava teir framvegis
møguleikan fyri tí, og teir
tykjast trúgva uppá, at tað
skal bera til. Skála hevur
staðið seg væl ímóti odda-
liðunum, meðan teir fleiri
ferðir hava kiksað ímóti
teimum lægru staddu, t. d.
ímóti GÍ, sum leygardagin
so at siga misti plássið í
deildini. Leygardagin fáa
teir á Skála vitjan av KÍ,
sum er í niðurflytingar-
vanda. Tann dystin mugu
teir á Skála vinna, og so
verður spennandi bæði hjá
teimum og hjá klaksvíking-
um at frætta, hvusu tað fer
at gangast hjá tvørámonn-
um í Sumba og gøtumonn-
um í Gundadali.
Í 1. deild eru tvey umfør
eftir at spæla. Komandi
sunnudag
verður
spælt
soleiðis: B68–GÍ, FS Vágar
–KÍ, B36–HB, EB/Streym-
ur–VB og B71–NSÍ. Annan
leygardag verður spælt
soleiðis: GÍ–B71, KÍ–B68,
HB–FS Vágar, VB–B36 og
NSÍ–EB/Streymur.
Í 2. deild verður átjanda
og seinasta umfarið á
skránni komandi leygar-
dag: Skála–KÍ, NSÍ–ÍF,
HB–GÍ,
LÍF–B36
og
Sumba–TB.
B36 í bestu støðu sum tað ber til
Fjákuta tosið um at KÍ við
vilja fór at geva B36 stigini,
soleiðis at klaksvíkingar
harvið kundu tryggja sær
pláss í UEFA Cup varð gjørt
til skammar av KÍ, sum
ímóti stríddist tað, teir
megnaðu
Mynd: Aleksandar Djorovic
C
M
Y
K
12
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo